týsdagur 6. februar 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. februar 2018 · Nr. 16
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FISKIVINNA
Snellubátar hava borið
við fisk á Norðhavinum
- Higartil hava einir fýra bátar verið við snellu í einar tveir og
tríggjar dagar og fiskurin, teir hava fingið, hevur verið stórur og
góður, sigur Jóhan K. Joensen á Eiði
Vilmund Jacobsen
Tað eru helst nøkur ár síðan, at
menn, sum hava fiskað við snellu
á Norðhavinum í vártíðini, hava
havt so frægan fiskiskap, sum teir
høvdu í fjørvár.
Jóhan K. Joensen hjá Hans Egili
Joensen & Synum, sum í fleiri ár
hava tikið sær av at fáa útróðrar
fiskin upp úr bátunum á Eiði, sigur,
at tá bátatalið var størst í fjør, vóru
teir umleið 40.
- Tað mesta, sum vit annars
hava landað á Eiði í ein dag, er 98
bátar, og minnist eg rætt, var tað á
vári í 2003. Bæði í 2002 og í 2003 var
nógvur snellufiskur at fáa á Norð
havinum.
Tað var serliga, tá tað viðraði ein
leygardag, at bátatalið kundi gerast
so stórt. Aðrar dagar mitt í viku lá
talið av bátum vanliga millum 40
og 60.
Jóhan K. Joensen ásannar, at
áhugin hjá snellumonnum fyri
Norðhavinum ikki hevur verið ser
liga stórur seinnu árini, og hetta
kemst í fyrsta lagi av, at so lítil fisk
ur hevur verið at fingið.
- Men, í fjør royndist várið væl
betri enn fleiri undanfarin ár. Bátar
høvdu javnan millum 2000 og 3000
pund, og tað var eisini onkur bátur,
sum fekk yvir 5000 pund ein snellu
dag.
Hann sigur, at veiðan hjá snellu
bátunum á Norðhavinum í fjør vár
royndist nógv betri enn fleiri und
anfarin ár.
Hava borið við fisk
Á Eiði plaga tey at siga, at norð
havstíðin vanliga byrjar um hálvan
februar og varar til umleið hálvan
apríl.
Fyrri partur av vertíðini er há
veturstíð, og tá talan vanliga er um
lutfalsliga smáar bátar, sum fiska
við snellu, eru veður og vindur
ógvuliga avgerandi fyri, hvussu
henda tíðin roynist.
Men, mest avgerandi fyri áhug
an hjá monnunum, sum vilja royna
eydnuna í vártíðini, er sjálvur fiski
skapurin.
Og her eru vónirnar í ár kanska
betri enn fleiri undanfarin ár.
Herfyri fingu trolbátar nógvan
fisk norðan fyri, og teir sigldu onkr
ar túrar fulllastaðir aftur til lands
eftir lutfalsliga stuttari roynd.
Hóast gýtingarfriðingar norðan
fyri í vártíðini, serliga fyri trol-og
línuveiði, hava bátar, sum fiska við
snellu, munandi víðari ræsir.
Jóhan K. Joensen veit at siga, at
higartil eru bara tveir bátar komn
ir norður til Eiðis at bíða eftir vár
fiskinum.
- Ein bátur er komin úr Vest
manna, og ein er komin úr Suðuroy.
Hóast vit ikki eru komin inni í veru
ligu vártíðina enn, hava einir fýra
snellubátar higartil gjørt tveir og
tríggjar túrar hvør. Bátarnir hava
ligið millum 500 og 1000 pund á
dagin. Sum eg havi skilt, hava teir
roynt nakað úr landi, kanska mill
um 12 og 15 fjórðingar. Fiskurin, teir
hava fingið, hevur verið bæði stór
ur og góður toskur, sigur hann.
Snellumenn eldast
Spurdur, hvørjar vónirnar eru um
bátatal á Eiði í vár, heldur Jóhan K.
Joensen fyri, at eins og øll onnur
eldast snellumenn eisini.
- Tíðin stendur ikki í stað, og til
gongdin til útróðrarvinnuna er ikki
stór, soleiðis sum verið hevur við
fiskiskapi seinnu árini.
Jóhan K. Joensen væntar tó, at
fiskiskapurin í vár verður avger
andi fyri, hvussu áhugin hjá monn
um fyri várróðrinum verður.
- Verður fiskur at fáa, vænti eg,
at vit eisini fara at síggja grammar
snellumenn her norðuri.
At kalla allur snellufiskurin, sum
kemur upp á land á Eiði, endar inni á
gólvinum hjá P/F Bátafiski á Eiði, ið
hevur góðkenda landingarmiðstøð.
Tað er Fiskamarknaður Føroya,
sum selir fiskin, ið verður koyrdur
út til keypararnar.
- Vit plaga at hava tveir mans
niðri á bryggjuni at taka ímóti bát
unum. Teir hiva fiskin upp, ísa og
merkja kørini, soleiðis at greitt er,
hvør eigur hvat, tá fiskurin verður
vigaður. Onkuntíð, tá mest hevur
verið at gera, hava vit havt tveir
kranabilar á bryggjuni, sigur Jóhan
K. Joensen hjá Hans Egili Joensen
& Synum at enda.
Ávirkar fiskaprísin
Tað er ikki sørt, at útróðrarmenn,
sum fiska við línu alt árið, stúra fyri
várróðrinum í ár.
- Sjálvandi vóna vit, at bæði bát
ar við línu og snellu fara at fáa fisk
í vár, men tað skerst ikki burtur, at
snellufiskiskapurin saktans kann
fara at trýsta fiskaprísin.
Línumaður,
sum
Sosialurin
hevur skift orð við, vísir á, at sjálv
andi kann tað hava sína ávirkan,
um einir 100 bátar fara at fiska við
snellu í vár, og fiskur verður at fáa.
Hetta eru í fleiri førum menn, sum
hava annað arbeiði, men sum hava
keypt sær bát til eitt nú várróð
urin og hava fingið sær frí. Hetta
er eisini teirra fulli rættur, men tað
kann skjótt fara at ávirka fiskaprís
in, um nógvur snellufiskur verður
at fáa, sigur línumaðurin.
Tað kann vera lív í á Eiði, tá várróðurin er í hæddini
Eingin ivi er um, at menn eru spentir til
várróðurin, nú útlitini tekna seg væl
Mynd: Vilmund Jacobsen