týsdagur 6. februar 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. februar 2018 · Nr. 16
Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu hevur
gjørt av at geva øllum listafólkum møguleika at
koma við uppskoti at listprýða Skúlan á Fløtum.
Tað eru 2,5 mill kr. settar av til verkætlanina.
Miðað verður eftir, at Skúlin á Fløtum verður
listprýddur á høgum listarligum stigi – í góðum
samspæli við byggilistina, virksemið og fólkið,
sum bygningurin skal hýsa.
KRØV TIL LISTPRÝÐINGINA
Sambært reglugerð hjá Tórshavnar kommunu
verða 1,5% av byggikostnaðinum sett av til at
listprýða nýggjar bygningar hjá kommununi.
Í høvuðsheitum hevur Listabólkurin eingi bein
leiðis innihaldslig krøv til listprýðingina uttan
tað, at listafólkini eiga at hava fyrilit fyri mót–
takaranum. Skúlin hevur í byggiskránni ynski
um, at listin styðjar undir innlæringina, sum eis
ini kann fata um likamligu rørslu næminganna.
Listabólkurin leggur dent á, at hesi ynski kunnu
nýtast sum íblástur.
Listafólk kann gera uppkast til listprýðing alla
staðni í bygninginum bæði innan og uttandura.
Eitt uppkast er eitt fyribils hugskot ella ætlan
um eitt listaverk og sostatt ikki eitt liðugt
uppskot.
Torført er at meta um vavið, men talan kann
vera um tekst og tekning á einari ella tveimum
A4síðum, har greitt verður frá hugskotinum at
listprýða bygningin. Tað er upp til listafólkið at
gera av, í hvørjum formi uppkastið er.
MEIRA FÆST AT VITA
Listafólk, sum vilja taka lut í útbjóðingini,
skulu siga Listabólkinum frá við telduposti til
torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 1. mars
2018 kl. 12.00.
Kunning og tilfar um bygningin, krøv og treytir
til innsend uppskot sæst á TORSHAVN.FO
Listafólk at listprýða Skúlan á Fløtum
Boks 139, Heiðavegur 26, 600 Saltangará, Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo, www.runavik.fo
Táið sitandi býráð tók við valdinum fyri góðum ári síðani, varð semja um, at seta á stovn eina umhvørvisnevnd í politisku skipan kommun-
unnar, samsvarandi ynskinum um í øllum lutum at reka eina burðardygga kommunu, eisini á umhvørvisøkinum. Eftir eitt væleydnað
royndarár eru nevnd og býráð komin eftir, at stórur tørvur er á, at eitt starvsfólk verður sett meiri og minni burturav til tað, at skipa,
handfara og avgreiða mál, sum hoyra umhvørvisøkinum til. Hetta snýr seg harvið um eitt nýtt starv í skipanini hjá Runavíkar kommunu.
UMHVØRVI Á BREDDAN
Starvið verður at seta hin 1. mars 2018,
ella eftir nærri avtalu. Umsókn, saman við
prógvi, mynd og møguligum viðmælum,
skal vera komið Runavíkar kommunu í
hendi í seinasta lagi 10. februar 2018.
HØVUÐSVERKEVNI
• Umsitingararbeiði undir ábyrgd tekniska
leiðarans
• Ábyrgd fyri umhvørvisarbeiði í breiðastu
merking
• Umhvørvisarbeiði umfatar bæði almenn-,
privat-, kommunal- og virkisøki
• At skipa viðurskiftini kring um órudd,
burturkast, orkunýtslu, luftdálking o.m.a.
• At samskifta við myndugleikar og
umsiting av lógarkrøvum á tekniska
økinum
• Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði
• Fíggjarlig stýring og eftirlit við
umhvørvis- og øðrum áløgdum
ábyrgdarøkjum
FØRLEIKAKRØV
• Verkfrøðingur, umhvørvistøkningur ella
onnur viðkomandi útbúgving
• Royndir á omanfyri nevndu arbeiðsøkjum
• Evni, førleika og áhuga í at vera
almennur myndugleiki, sum fyrst og
fremst tekur sær av umhvørvismálum hjá
Runavíkar kommunu
• Førleika í umsitingararbeiði og ikki minst
uppfylgjandi málsviðgerð
• Munnligan og skrivligan málførleika í før-
oyskum, norðurlandamálum og enskum
• Førleika í at samskifta greitt og týðuliga í
talu og skrift, eisini í sambandi við ósemjur
• Hollan telduførleika viðvíkjandi
skrivstovu- og tøkniforritum
VIT LEITA EFTIR EINUM STARVSFÓLKI,
SUM:
• er opið og fyrikomandi
• hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt og
at samstarva
• er fakliga væl fyri, men sum eisini fær
ítøkilig úrslit burturúr sínum virksemi
• fremur arbeiðið í mun til reglur og
kunngerðir
• hevur áhuga, virðing og alsk fyri
umhvørvinum
• er treiskt og tolið og fær síni mál
endaliga avgreidd
• ikki ræðist truplar avbjóðingar, tá tyngri
mál stinga seg upp
• hevur eina yvirskipaða tilgongd til mál,
men sum samstundis megnar at fara til
botns í lutamálum fyri at fáa tey avgreidd.
Løn verður latin sambært sáttmála við
avvarðandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar
um starvið fáast við at venda sær til
Runavíkar kommunu á tlf. 417000
(runavik@runavik.fo) ella til tekniska
leiðaran (býarverkfrøðingin), Lars
Christian Kirkegaard, á tlf. 23 70 35
(larsk@runavik.fo)
Um tað ikki vera nóg nógvir skikkaðir
umsøkjarar til starvið í hesi fyrstu syftuni,
skilar kommunan sær rætt til at søkja av
nýggjum.
Runavíkar kommuna er ein kommuna í
støðugari menning og broyting, har tú
hevur møguleika at gera tína ávirkan
galdandi. Runavíkar kommuna er trið-
størsta kommuna í landinum og tað búgva
sløk 4 túsund fólk í teimum 15 bygdunum,
sum mynda kommununa.
Á Teknisku deild, sum er eitt spennandi
og fjølbroytt arbeiðspláss, starvast tveir
verkfrøðingar og ein byggifrøðingur,
umframt leiðaran, sum er verkfrøðingur.
Harumframt hava umleið 15 starvsfólk,
uttanfyri Ráðhúsið, beinleiðis tilknýti til
Teknisku deild, fyri tað mesta eru hesi
staðsett á Vegadeildini á Lambareiði.
K R E A
Í RUNAVÍKAR KOMMUNU