týsdagur 6. februar 2018síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. februar 2018 · Nr. 16
Giljagarður í Leirvík søkir eftir heilsurøktara,
sjúkrarøktarfrøðingi og køkshjálp
Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki
og at skapa teimum ein góðan og virknan
gerandisdag ja, so er tað møguliga tær,
vit leita eftir.
Vit leggja dent á hesi virði: at vísa álit, at
fremja gleði í gerandisdegnum og at veita
fakliga umsorgan. Sí meira um okkum á
www.eystur.fo
Hesi størv eru leys at søkja:
Røktarstarvsfólk í fast starv frá 1.
apríl 2018, fulla ella niðursetta tíð, at
arbeiða í skiftandi vaktum.
Førleikakrøv
•
Útbúgving sum heilsurøktari,
heilsuhjálpari ella aðra viðkomandi
útbúgving
•
Førleika, hegni og áhuga í at veita
eldri borgarum stuðul og hjálp at
megna sín gerandisdag
Sjúkrarøktarfrøðingur í farloyvisstarv
frá 1. apríl 2018 til 31. apríl 2019, 32
tímar um vikuna í skiftandi vaktum.
Førleikakrøv
•
Útbúgving sum
sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari
•
Førleika til at taka ábyrgd av
sjúkrarøktini á stovninum
Køkshjálp frá 1. mai 2018, 17 tímar
um vikuna (3 – 4 tímar dagliga)
Førleikakrøv
•
At tú sýnir góð samstarvsevni og
jaligan hugburð
•
At tú sært týdningin í reinføri
Starvsetan og løn
Størvini verða sett sambært sáttmála við
avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri
upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja
til Mirjam á Lakjuni, deildarleiðara, á tlf.
730282
Umsóknir
Umsóknir – við prógvum, CV og øðrum
– skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi mánadagin 19. feb 2018 kl 12:00.
Umsóknir skulu sendast til: Nánd – Oyran
2 - 530 Norðragøta, ella á teldupost:
nand@eystur.fo
Áheitan til fyritøkur,
ið skulu skrásetast
hjá Skráseting Føroya
sbrt. hvítvaskløgtingslógini
Við hesum verður kunnað um, at
niðanfyristandandi persónar og fyritøkur
skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya:
- persónar og fyritøkur, sum
vinnuliga útinna virksemi
viðvíkjandi gjaldoyraveksling
(gjaldoyravekslarafyritøkur)
- persónar og fyritøkur, sum vinnuliga
útinna virksemi viðvíkjandi
flutningi av peningi og virði
(peningaflutningsfyritøkur), og
- útbjóðarar av tænastuveitingum til
fyritøkur
Skráseting er treyt fyri, at nevndu
persónar og fyritøkur kunnu útinna
teirra virksemi.
Fráboðan og nærri upplýsingar
Til ber at venda sær til Skráseting
Føroya fyri at fáa nærri upplýsingar.
Fráboðanarskjal og vegleiðing um
skráseting í skránni v.m., eru annars
at finna á heimasíðuni hjá Skráseting
Føroya, www.skraseting.fo.
Fráboðanir skulu sendast til:
Skráseting Føroya
Sigmundargøta 13
Postrúm 264
110 Tórshavn
Skráseting Føroya · Sigmundargøta 13 · Boks 264 110 Tórshavn
Tlf.: +298356010 · Fax: +298356015 · E-mail: skr@skraseting.fo
Hósdag 8. februar:
Rullisteik · Stoktar pylsur og eplamorl · Knettir
Fríggjadag 9. februar:
Neytasteik · Lasanja · Várrullur við rísblandi
Leygardag 10. februar:
Nakkasteik
Mánadag 12. februar:
Fiskafrikadellur · Svínakambur
Týsdag 13. februar:
Royktur medistari · Blóðpylsa · Farsbreyð
Mikudag 14. februar:
Stoktur fiskur · Kjøtfrikadellur
MATSKRÁIN HESA VIKUNA
Mán-frí: 9.00-16.30 & Ley: 9.00-14.00
ERT TÚ OKKARA
NÝGGJA SØLUFÓLK?
Vit søkja eftir einum sølufólki til okkara
kundar í føroysku metal-/elvinnuni.
Tú fært í samstarvi við sølustjóran ábyrgdina
av søluni av okkara vørum og konseptum
til bæði núverandi og nýggjar kundar. Sum
sølufólk í metal-/elvinnuni vitjar tú maskinsmiðir,
maskinmeistarar á sjógvi og á landi, HVS´arar,
elektrikarar v.m.
Hvussu er arbeiðið?
Sum koyrandi sølufólk vitjar tú okkara kundar
har tú:
• mennir samstarvið við núverandi kundar
• leitar upp nýggjar kundar og sýnir fram
okkara vørur og konsept
• ger ætlanir um tínar kundavitjanir
• gert uppfylgjandi arbeiði við fyrispurningum,
bílegging og tilboðum
Hvør ert tú?
Tú ert klárur til eina karrieru sum sølufólk hjá
okkum um tú:
• ert ágrýtin og áhaldin
• ert álitisvekjandi og kanst skapa viðvarandi
kundarelatiónir
• ert søluorienteraður
Søluroyndir er ikki ein treyt, men kann verða ein
fyrimunur.
Hvat bjóða vit tær?
Vit bjóða tær eitt starv, sum er fjølbroytt við
einum sjálvstøðugum gerandisdegi í einari
professionellari fyritøku í vøkstri.
Fyri at hjálpa tær til framgongd í
starvinum hjálpa vit til við:
• nágreiniligari introduktión og upplæring
• leypandi praktiskari útbúgving, har tú mennir
teg sum sølufólk
• løn í mun til avrik eins og pensiónsskipan
• firmabil, telda/teldil og fartelefon
Vit síggja fram til at hoyra frá tær!
Vit hava samrøðurnar mánadagin 12. februar
og mikudagin 14. februar 2018 í Tórshavn.
Samrøðan verður á donskum, tí luttøka er av fólki
frá Würth Danmark.
Vit skulu móttaka tína umsókn elektroniskt og á
donskum. Sí meira á in.fo undir starvslýsingar.
Umsóknarfreist: 8. februar 2018
Starvssetan. Sum skjótast
Starvsøki: Føroyar
Meira upplýsingar við at venda sær til:
Claus V. Christensen, sølustjóri, 22 50 17.
Sølufólk