hósdagur 8. februar 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Lat heilsølurnar innflyta rúsdrekka
og selja til vinnuna – og lat Rúsuna
selja til brúkaran
Poul Michelsen ætlar at lata skeinkistøðini
sjálv innflyta tað rúsdrekka, tey selja. Tað
segði hann í Degi og viku týskvøldið.
Hetta tykist einamest sum at fara aftur
Kattrup-tíðina, tá hvør hanus og janus sjálv
ur mátti innflyta sítt egna rúsdrekka.
Í Føroyum hava vit valt at hava einkar
sølu av rúsdrekka. Tað merkir, at Rúsn skal
innflyta og selja alt rúsdrekka. Og alt merkir
alt. Eisini tað, sum matstovur og skeinkistøð
skulu keypa. Tey skulu enntá keypa tað
fyri sama prís, sum øll onnur, og kunnu ikki
keypa upp á kreditt. Her er eingin heilsøla.
Tað er sjálvandi ein trupulleiki hjá vinn
uni. Tí ein óliðiligur og tungur almennur
stovnur kann ongantíð veita ta tænastu, sum
vinnan setir. Tað ber bara ikki til.
Poul Michelsen átti tí heldur at hugsa eins
og tey gera í hinum fýra norðurlondum, sum
eisini hava einkarsølu av rúsdrekka: Íslandi,
Noreg, Svøríki og Finnland. Har setti ES
handilslig krøv til Svøríki og Finnland, tá tey
fóru upp í ES í 1994 – og tá Ísland og Noreg
gjørdu EBS-avtalu við ES.
Hetta hevur broytt viðurskiftini til tað
betra fyri allar partar. Brúkarin má fram
vegis í einkarsøluna at keypa, men hotel- og
matstovuvinnan kundi keypt beinleiðis frá
innflytarum, sum so eisini kundu selt til
einkarsøluna.
Í Noreg hevur hetta ført til, at einkarsøl
an í dag bert innflytur millum átta og tíggju
prosent av øllum innflutningi av rúsdrekka.
Á henda hátt fáa vit professionaliserað
innflutning av rúsdrekka og veiting til vinn
una. Rúsuni tørvar ikki eins nógv starvsfólk,
tá øll vinnulig søla verður flutt til heilsølur
nar – og tá verður kravið um yvirskot lættari
at røkka. Heilsøluvinnan klárar sum einki at
geva vinnuna eina nógv betri tænastu gjøgn
um sínar veitarar – eisini fíggjarliga.
Vinnan kann keypa vínið munandi bílig
ari inn – og harvið fáa tann vinning úr víni,
sum matstovur um allan heiminin fáa.
Brúkarin er akkurát líka væl vardur. At
komuligheitin verður tann sama, tí tú og eg
og hanus og janus mugu framvegis í Rúsuna
at keypa – men í eina Rúsu, sum hevur nógv
breiðari úrval, tá handilslig áhugamál seta
treytirnar til úrvalið í alemnna monopoli
num.
Líka til høgrabeinið hjá einum royndum
heilsølumanni sum Poul Michelsen.
Tá rúmdarfarið hjá Elon Musk týskvøldið slepti
einum reyðum Tesla fyri borð fyri at fáa hann í
ringrás um Mars, hevði bilurin ov nógva ferð og
endaði tí í skeivari ringrás.
Hann fer tí til ævigar tíðir at mala í klingur
um sólina í somu ringrás sum Mars.
Bilurin er skotin ov langt út, so hann í staðin
endar í smástjørnuleiðini, sum liggur millum
gongustjørnurnar Mars og Jupiter.
Úr hátalarnum í bilinum streymar tónleikur
hjá David Bowie, og við rættið situr ein dukka.
Hóast bilurin er farin í skeiva ringrás, so
verður hildið at royndin er kortini er væleydnað.
Vit kunnu so bara staðfesta, at gott er at tað
bara er talan um ein bil og eina dukku. Vóru fólk
við, vóru tey ill stødd.
Bilurin sveimar har, til
hann einaferð rennir á
eitthvørt og fer í knúst,
ella til onkur fer eftir
honum og fær hann
niður aftur á jørðina.
Tak av innflutnings-monopolið, Poul!
Sendu Tesla í
skeiva ringrás
Fyrsti bilur í ringrás
Les eisini blaðið
á telefonini
Allir føroyingar
vóru ímóti fríhandli
Tíðargrein
Rolf Guttesen 22-23
Ungmannafelagið
Merkið skapti søgu
Siðsøga síða 26-27
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
9. februar 2018
Víkarvegur 107 / FO-520 Leirvík / Tel 41 42 43 / irf@irf.fo / www.irf.fo
K R E A
RUSKINNSAVNARI TIL IRF
IRF søkir við hesum eftir ruskinnsavnara
at byrja skjótast til ber.
Um starvið
Talan er um fulltíðarstarv í bilinum
Royðuber, sum m.a. fevnir um innsavnan
av húsarhaldsposum og virkisposum v.m.
í meginøkinum.
Hevur tú stóra koyrikortið, kanst arbeiða
sjálvstøðugt, ert røkin, álítandi og jaligur,
ert tú møguliga tann, vit søkja.
Tann, ið settur verður í starv, kann eisini
rokna við øðrum uppgávum hjá IRF.
Løn
Starvið er lønt sambært avtalu millum
Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið.
Nærri kunning
Nærri fæst at vita um
starvið við at ringja til
IRF, tel 414216, og spyrja
eftir Jógvan Júst Olsen.
Freist
Skrivlig umsókn skal
vera okkum í hendi í
seinasta lagi hósdagin
15. februar 2018.
Í blaðnum...