hósdagur 8. februar 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 17
4
T
að er eitt sinur undarligt
at vera føroyingur.
Ikki tí ast eg ivist í tí,
men taðð kann vera eitt
sindur torført at gera sjálvsmynd
ina av okkum.
Vit eru eini 50.000 fólk, sum
búgva her mitt í Norðuratlantshavi.
Lnagt er til nærmastu grannarnar
og viðhvørt havi eg eina fatan av at
vit bara tosa um seyð og fisk.
Tað er skeivt. Vit eru almikið
annað. Serliga tí vit 50.000 í land
inum gera okkum galdandi á so
mongum økjum. Vit duga at fiska
og virka fisk, vit duga at selja hann
kring allan heim.
Vit hava gávaði fólk við høgum
størvum í fyritøkum kring allan
heim. Vit hava listafólk, sum ferð
eftir ferð gera vart við, at í Føroy
um duga vit eisini. Sama við ítrótt
arfólkum, sum taka dystin upp við
tey bestu í heiminum.
Vit eru ein sjálvstýrandi partur
av danska ríkinum siga vit og sjálvt
um viðurskiftini millum Danmark
og Føroyar kanska eru eitt sindur
spent viðhvørt, so er tað mín fatan,
at okkara sjálvstýrið og okkara
rúm er størri enn áður.
Vit útflyta til USA og Rusland,
til Kina og ES, makrel og laks um
framt vanliga botnfiskin, sum vit
virka áðrenn hann fer av landinum.
Okkara landsstýrismaður við
uttanríkis- og vinnumálum ferð
ast kring heimin og er júst í Turka
landi.
Jú, hurðar verða lætnar upp fyri
Føroyum og føroyingum.
Hefyri vóru okkara løgtingslimir
á ferð – bæði í Bruxelles og Moskva.
Uttanlandsnevndin vitjaði í báðum
støðum, fekk greitt frá viðurskift
unum í Føroyum og sagt frá bú
skaparligu gongdini.
Hetta var ikki gamalt, men tað
hongur sjálvandi saman við góðu
gongdini í Føroyum seinastu árini.
Konjunkturnarnir eru við okkum
og tað gevur møguleikar, tá ið út
flutningurin er stórur.
Síðani Arktis fekk størri áhuga
millum heimsins lond, so er áhugin
eisini størri fyri londunum her á
leiðum. Sjálvt um okkara landøkið
bert er 1400 ferkilometrar, so ger
okkara sjóøkið okkum til ein stór
an spælara, sum onnur lond nú
knappliga vilja samstarva við.
At vit síggjast nú, kann eisini
lesast í seinastu kanningini hjá
Norðurlandaráðnum. Har vísir tað
seg, at vit millum norðurlendsku
londini eru tað landið, sum hevur
havt størstan búskaparligan vøkst
ur.
Jú kanska eru vit bygdaslig í sinn
og skinn enn, men broytingarnar
seinastu mongu árini hava givið
okkum ein víðari sjónarring.
Vit vita, hvrji vit eru og vit vita
eisini sum oftast hvat vit vilja.
Føroyar eru ein tjóð við egnum
máli – nú skulu vit bara menn okk
um til at verða eitt land, við øllum
tí, sum hartil hoyrir.
Vit eru væl á veg, hóast vit
enn hava nakrar barnasjúkur. Lat
okkum sleppa av við tær og halda
høvdið høgt.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Blomman vil ikki út
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
H
on hevur tað sum
blomman í egginum.
Ella hann, ella
tað, ella tey, ella
teir ella tær hava tað sum
blomman í egginum.
Verður sagt um hana,
sum hevur tað øgiliga
gott, ella betri enn gott.
Nógv betri enn gott.
Helst ella iva
leyst verður her hugsað um, at hon
er væl vard allar vegir.
Ballað inn í hvíta sum blomman
er. Og skal uttaná. Í búkinum á
hønuni, ella onkrastaðni har. Og
nakrar hønur eru í búri. Fýradupult
verja.
Bara hon ikki hevur ella ber
klaustrofobi, innistongdarræðslu.
Men hvør sigur annars, at
blomman, eggjareyðin, hevur tað
gott í egginum, áðrenn hon fer í
grýtuna, køkuna ella verður tveitt
á pannuna?
Hevur nakar spurt blommuna
ella kannað hana?
Nei, har vóru ov nógvir
spurningar. Latið okkum
fáa svar. Eingin hevur spurt,
Eingin hevur heldur spurt
ófødda barnið, hvussu tað
hevur tað, hvussu stend
ur til hjá tí. Um tað tímir
ella vil út í hesa verð. Tað
noyðist. Ófødda barnið
er sum blomman og hevur tað
(kanska) gott sum hon. Sí, har var
svarið. Einfalt og greitt.
Men at bera klaustrofobi og
vera blomma í eggi man vera
ringt, sera ringt. Ella óføtt
barn, sum er klaustro
fobiskt, umberið, ber
klaustrofobi.
Blomman er
sum ófødda
barnið. Væl
vard, men
verður høsnarungi, um rætt er
atborið. Høsnarungi, sum skal út.
Og so er einki stuttligt longur.
Føroyingar eru konservativir.
Sera konservativir. Hvør einasta
broyting verður harðliga mótmælt,
hvør einasta. Vilja ikki út.
Føroyingar ræðast broytingar.
Tí alt, alt, var betri fyrr.
Best er at mótmæla, meðan tú
kroystir teg á Feysbukkuni, tí so
sleppur tú eisini í allar fjølmiðlar,
almennar sum privatar, at mót
mæla.
Fyrr bóru fjølmiðlarnir okkum
tíðindi. Nú borðreiða teir tíðliga og
seint og hvørt sekund harímillum
við mótmælum, misnøgd og sjúk
um.
Hann hevur tað sum blomman
í egginum. Blomman er partur av
egginum, ein triðingur ella so.
Best man vera sum er.
Vit hava nógvar slíkar staðfest
ingar. Nakrar eru rættar, aðrar
ikki, tær flestu eru ikki. Sum lundi
á jólanátt. Eingin hevur verið í
lundalandi jólanátt og leitað eftir
lundum. So vit vita ikki, um lundi
heldur jól har. Lundi er annars her
alt árið. Men um veturin er út
lendskur, fremmandur, lundi her,
okkara egni rýmir eins og okkara
tjóðfuglur.
So heldur áttu vit at sagt sum
føroyskur lundi á jólanátt.
Sum fretur á gleri. Eg gekk á
gleri, men ikki við nógvari ferð,
allan januar, sum eg ikki kalli janu
ar, men helmánaður.
Februar er dómamánaður.
Heitið til mars er ikki funnið enn.
Kanska eri eg bara ein fretur,
sum fánar burtur so líðandi og
glíðandi á glerinum í myrkrinum.
Ikki øll vita, at saltið er upp
funnið, so nógva staðni er for
bannað hált, sum á hvalabaki ella
kalvabaki ella øðrum hálum baki.
Blomman. Sum sagt, eingin veit,
hvussu hon hevur tað.
Kanska hevur hon tað alt annað
enn gott. Kanska hevur hon tað
best á pannuni, tí har ger hon
nyttu.
So fer hon í búkin og er aftur
vard móti øllum uttanfyri.
Fyrr var eitt egg eitt egg, einki
meira roks.
Nú eru so nógv sløg. Egg undan
búrhønum, eitt eitur skavingaregg,
egg, sum hønur, sum ganga leysar
inni, hava vorpið. Vistfrøðilig, reli
gøs, egg, egg frá hønum, sum ganga
leysar úti, tilboðsegg, høsnaregg,
bara egg. Páskaegg uttan blommu.
Tey við blommu verða kókað í
kaffi, so verða tey sterkari, sigst.
Eitt egg er ikki bara eitt egg,
verri enn so. Og ein blomma er ikki
bara ein blomma.
Latið okkum ganga niðan á
hvønn fjallatind á flugubeinum
og finna svarið har.
Høgni
Djurhuus