Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. februar 2017 · Nr. 19 mikudagsblaðið Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Danski Javnaðarflokkurin ætlar eft­ir øllum at døma at vinna næsta val upp á útlendingapolitikk. Flokkurin hevur kúvent í út­ lend­ing­a­málum og heldur nú, at út­lend­ingar als ikki skulu kunna søkja um friðskjól við at møta upp í Dan­mark. Flokkurn heldur, at flótta­fólk skulu hjálpast á stað­num, og at Danmark skal stovna flótta­ fólka­leg­ur í onkrum norð­ur­afr­ik­ ansk­um landi. Hóast henda kúvending ikki er kom­in eftir einum degi, so hevur hon kort­ini ført til sundurlyndi á reyða veing­inum. Eindarlistin, sum liggur ytst til vinstru, hevur ilt við at skilja Javn­ að­ar­flokk­in og hóttir við ikki at stuðla eini javnaðarstjórn. Men tað er valla hugsandi, at Eind­ar­listin fer at taka stuð­ul­in undan eini møguligari javn­að­ar­ stjórn við at lata borgarliga veing­ i­num vald­ið eftir valið. Eygleiðarar í Danmark halda, at eft­ir valið hevur Eind­ar­listi­n ong­ an annan at peika á sum for­sæt­is­ ráðharra, enn Mette Fred­e­riks­sen úr Javn­að­ar­flokk­i­num, og tí er tal­ an um tómar hótt­anir. Men tað er einki at ivast í, at sein­asta fráboðanin frá Javn­að­ar­ flokk­i­num fer um reyða markið hjá Eind­a­r­listanum. Flokkurin fekk á sein­asta vali 14 fólk vald í Fólka­ ting­ið, so Javnaðarflokkurin skal hava stóra framtongd og hjálp úr Før­oyum og Grønlandi, um hann skal klára seg uttan Eindarlistan. Uttan iva fer nýggi út­lend­ing­ a­poli­t­ikk­ur­in at vera stríðsmál í val­stríðn­um, har ósemja verður við Ein­d­ar­listan og Alternativið. Men púra greitt er, at Javn­að­a­r­ flokk­ur­in vil ikki tapa enn eitt val upp á út­lend­ing­a­po­l­i­tikk­in, og tí fær flokkurin ikki bakkað. Hann hev­ur eisini góðan vind í segl­u­num og stendur til at vinna for­sæt­is­ mál­a­ráð­i­ð. Spurningurin er so, hvussu flokk­ur­in ætlar at gjøgnumføra pol­i­tikk­in eftir valið, og um tað kann ger­ast saman Vinstra og Danska Fólkaflokkinum, sum er samd­ir við Javnaðarflokkin í. Fólka­tingsval verður helst inn­ an eitt ár. Seiansta freist er 18. juni. Men í Danmark situr Fólk­a­ ting­ið ongantíð tíðina út. For­sæt­ i­sráð­harr­in skrivar val út, tá hann held­ur, at tað tænir sær og flokki sínum best. Tí verður vanliga mett, at val í seinasta lagi verður útskrivað hálvtfjórða ár eftir síðsta val. Annars kann taktiski møguleikin gleppa forsætisráðharranum av hondum. So eitt væl seint í heyst ella tíðliga í vár er hugsandi. Av taktiskum ávum eru val­ skeið­ini ongantíð fýra heil ár Útlendingar avgera valið »Mig- alene- vide« í Havn Heðin Mortensen Kjak síða 16 Tvætli­ bók í and­ gletti Tórður Jóansson Kjak Síða 18 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Í gjár, týsdagin 13. februar, fylti Poul Færø 80 ár. Hóast hann hevur búð í Klaks­vík síðani 1957 ella í meiri enn seksti ár, so rokn­ ar føð­ing­ardagsbarnið seg fram­vegis at vera toftamann. At hann hevur búð so leingi í Klaks­vík hevur havt sítt árin á toft­a­mann­in í Klaksvík, sum býr í Jørunds­gøtu, og sum er partur av bý­ar­mynd­ ini. Hann var í síni tíð málari og málara­meistari. Teir vóru nóg­vir, sum vóru í arbeiði hjá Poul, og fleiri lærlingar vórðu avlærdir hjá honum. Tað eru ikki so nógv ár síð­ani, at Poul plagdi at mála um sumrarnar, og tað leið fram­vegis væl eftir, hó­ast hann var farin uppum dusts­ ins árs. Tey seinastu meiri enn fjør­uti árini hevur Poul nýtt størsta partin av tíðini í krist­i­ligum arbeiði kring land­ið og eisini uttanlands. Frá blaðungum hevur hann verið virkin í krist­i­lig­ um verki. Fyrst í salinum á Toft­um og síðani í Betesda í Klaks­vík. Hann hevur ferðast kring oyggj­arnar við tí góða boð­ skap­i­num. Tey fyrru árini var tað ofta saman við eitt nú And­rew Sloan, trúboðara, og Kaj Johannesen, skipara, og tey seinnu árini hevur hann viðhvørt havt yngri menn aftrat sær. Umframt at tala á møtum hev­ur Poul gjørt nógv við at vitja og vísa umsorgan fyri ein­stakl­ing­um og familjum. Hann vitjar í samkomum og heima við hús hjá fólki, og hann er ofta at síggja á sjúkra­húsunum. Síðstu tíðina hevur tað eis­ini verið á facebook, at hann regluliga hevur lutað boð­skap­in. Hóast hann nú hevur rokk­ið kempualdri, so er Poul altíð klárur, tá ið sorgin er gest­ur, og hann hevur hild­ið óteljandi talur við jarð­ ar­ferðir. 28. apríl 1978 giftist Poul Ann­iku, fødd Johannesen, og ætt­að úr Klaksvík. Tey eiga fýra børn: Jóhannes, Olav, Assa og Poul. Í seytjan ár var Poul gift­ ur Ásvør, fødd Jacobsen og ætt­að av Ziskatrøð í Klaks­ vík. Ásvør doyði av sjúku. Børn­ini í fyrru giftu eru Odd, John og Elsa. Seinastu fleiri enn tíggju ári­ni hevur Poul fyrrapartin mik­u­dag verið fastur gestur í fyrr­a­parts­sendingini Á bylgju­longd í Lindini. Í dag millum klokkan 11 og 13 er tað í sambandi við 80 ára føð­ing­ar­dagin móttøka í Lind­ini. J Poul Færø 80 ár Mánadagin vórðu tilboðini upp á gerð av ravmagns- og trygd­ar­skip­anunum í Eyst­ ur- og Sand­oy­ar­tunl­u­num lat­in upp. Tvey tilboð komu inn. Til­boðið frá Roxel AS í sam­ starvi við eitt nú El-Service og LM Elec­tric, ljóðaði upp á til­sam­ans 146,7 mió. krónur, með­an tilboðið frá ABB AS og Kvinn­herad Elektro AS, var upp á 158,9 mió. krónur. Fyri at fáa fíggingina til vega í 2016, meðan fígg­ing­ar­ møgu­lei­k­ar­nir vóru góðir og rent­an lág, vóru bert sjálvir tunl­ar­nir við meira bodnir út. – Orsøkin var, at tað var ikki møgu­ligt at fáa pro­ sjek­t­er­ing og út­boð­ið av rav­magns- og trygd­ar­skip­ an­u­num liðugt fyrr enn til nú, sam­stundis sum tað var mett, at váðin við at bíða var ov stór­ur, sigur Teit­ur Sam­ u­el­sen, stjóri í tunn­ils­fel­ag­ num. – Harumframt var møgu­ ligt at byrja fyrr upp á tunl­ ar­nar, enn annars, sigur hann. Tilboðini uppá rav­magns- og trygd­ar­skip­an­ir verða nú kann­aði, fyri at tryggja, at tey eru í tráð við út­bjóð­ing­ ar­til­far­ið, og ikki eru villur í teim­um. – Ætlandi verður sáttmáli und­ir­skriv­að­ur í vár um ar­ beið­ini, sigur Teitur Sam­u­ el­sen. 146,7 mió kr fyri el í tunlunum Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin