Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. februar 2018 · Nr. 19 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR Samgongulimir mugu telja upp í 17 fyri at vera tryggir Ivasamt hvør fer at taka undir við lógini um veiðugjøld – politiskja fløkjan veksur Árni Gregersen GREINING: Um vit hildu, at tá ið lógin um fyrisiting av sjófeingi var samtykt, so vóru allar súðir syftar, so tóku vit feil Hildu vit eisini, at Løgtingsins vinnunevnd var komin upp undan og kundi taka sær meira av løttum, so var tað heldur ikki rætt. Vinnunevndin er framvegis nevnd­in vit tyngstu málunum – bæði veiðugjøld og broytingar í ali­lóg­ini. Í gjár arbeiddi nevndin við broyt­ingunum í alilógini. Tað er lands­stýris­maðurin við vinnu­mál­ um, sum hevur lagt eitt uppskot fram, sum fer at gera nakrar broyt­ ing­ar í alilógini. Ein partur av broytingunum er, at almennir myndugleikar skulu kunna lata øðrum enn laksaalarum loyvi at ala á firðum ella í sundum, sum framm­anundan verða brúktil til laksa­aling. Higartil hevur ein grundregla um “ ein fjørður – ein alari” verið fyri­sit­ingarliga brúkt, men í lógar­ upp­skot­inum verður farið frá hesi grund­reglu. Í gjár hevði vinnunevndin fund við Tari Faroe Seeweed. Ocean Rain­forest og Røkt. Eisini var landsstýrismaðurin við vinnu­málum, Poul Michelsen, á fundi við nevndina saman við Heilsu­frøðiligur Starvsstovuni. Politiskt sær út til, at tað fer at bera til at fáa uppskotið um broyt­ inganar í alilógini samtykt við smærri broytingum, bygt á hvat sagt var undir 1.viðgerð av lógar­ upp­skot­inum Politiskir knútar Hinvegin er politiska støðan so fløkjaslig í løtuni, at andstøðan alla tíðina lúrir eftir um samgongan sjálv klárar at mynstra fullmannað. Ger hon ikki tað, so brúkar and­støð­ an hvørt høvi til at atkvøða ímóti. Í politikki er tað soleiðis, at and­ støð­an vanliga kann taka undir við uppskotum hjá samgonguni, men treytin er so at siga altíð, at so at­ kvøð­ur øll samgonga fyri einum máli. Sum skilst, so er samgongan sinnað at gera ávísar broytingar, sum andstøðan ynskir, fyri at fáa eina breiða semju, bæði tá ið tað snýr seg um alilógina, men eisini tá ið tað snýr seg um veiðugjøldini. Trupulleikin er í veruleikanum inn­anhýsis í samgonguni. Serliga Javnaðarflokkurin hevur ikki megnað at tryggja sínum sam­ starvs­flokkum, at øll tingfólk floks­ ins atkvøða fyri tí, sum sam­gongu­ leið­ararnir gera avtalur um. Sonja Jógvansdóttir, uttan­ flokka tingkvinna, fór úr sam­gong­ uni áðrenn hon fór at virka, men hev­ur kortini stuðlað samgonguni higar­til. Júst nú liggur eitt uppskot frá henni og bíðar eftir 3.viðgerð. Upp­ skotið gevur løntakurum rætt at draga limagjald til yrkisfeløg frá í skatti. Hóast hetta eftir øllum at døma er lagt fram eftr avtalu við sam­ gong­una, so er ótti komin á, tí at upp­skotið er munandi dýrari enn væntað var frammanundan. 40 milljónir sigst hetta at kosta lands­kassanum og tað halda nógv­ ir samgongulimir er ov nógv. For­ kvinn­an í fíggjarnevndini, Ruth Vang, Framsókn, boðaði í álitinum frá, at hon ikki tekur støðu í málin­ um fyrr enn í tingsalinum. Vísir tað seg, at uppskotið fellur, so er ein ávísur vandi fyri, at Sonja Jógvansdóttir ikki fer at taka undir við øðrum málum hjá samgonguni. Veiðugjaldið er eitt, tí eisini har eru onnur úr Javnaðarflokkinum, sum ikki taka undir við upp­skot­in­ um, sum tað liggur nú. Kristin Michelsen hevur boðað samgonguleiðaranum frá, at hann ikki longur kennir seg bundn­an at atkvøða tað sama sum Javn­að­ar­ flokk­urin. Hetta er komið fram í samband við stríðið millum tingmannin og Javn­aðarflokkin í býráðnum á Tvør­oyri. Við øðrum orðum er politiska veðrið júst nú soleiðis, at neyðugt verð­ur hjá teimum trimum sam­ gongu­leiðarunum, Aksel V. Johann­ esen, Javnaðarflokkurin, Høgna Hoydal, Tjóðveldi, og Poul Michel­ sen, Framsókn at seta seg sam­an og vita um teir kunnu telja uppí 17 tingfólk, sum atkvøða fyri sam­ gongu­uppskotunum. Tað er neyðugt, tí megna teir ikki tað, so kunnu teiir heldur ikki rokna við, at andstøðan ber málini ígjøgn­um. Heldur ikki Sjálvstýri. Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka, bíðar eftir, vhat hendir við uppskotinum um frádrátti av limagjaldi til yrkisfeløg Aksel V. Johannesne, samgonguleiðari og formaður í Javnaðarflokkinum. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Poul Michelsen, formaður í Framsókn