týsdagur 13. februar 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. februar 2018 · Nr. 19
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Aðalfundur
Aðalfundurin verður í Norðurlandahúsinum
leygardagin tann 17. mars 2018 klokkan 13.00
við hesi skrá:
1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári
2. Grannskoðaður rokniskapur verður lagdur fram
3. Val av einum nevndarlimi
4. Val av grannskoðara
5. Ásetan av limagjaldi
6. Innkomin mál
7. Ymiskt
Gjørt verður vart við, at mál sum ynskjast
viðgjørd sambært pkt. 6, skulu vera nevndini í
hendi í seinasta lagi 7 dagar fyri aðalfundin.
Aðalfundurin er almennur.
Høvi er altíð hjá áhugaðum at gerast limir.
Nevndin fyri Grindamannafelagið
V.U.Hammershaimbsgøta 13 · 100 Tórshavn
av.fo >Leys størv
Sí lýsingina á heimasíðu okkara:
Ergoterapeutur til
deildina
Endurvenjing
Almannaverkið søkir eftir einum
virkisfúsum ergoterapeuti til deildina
Endurvenjing í Viðskiftadeplinum í
Tórshavn. Talan er um eitt fulltíðar starv
á 40 tímar um vikuna, við møguleika fyri
niðursettari tíð, at seta frá 1. apríl 2018 ella
eftir nærri avtalu.
Um starvið
Á deildini Endurvenjing verður støðið tikið í
tvørfakligum hugsunarhátti. Ergoterapeuturin
arbeiðir við ymiskum háttaløgum, alt í mun til,
hvat endamálið við ergoterapiini er.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið, við tænastu
í løtuni í Viðskiftadeplinum og starvsstaði
í Tórshavn. Tann, ið settur verður, má tola
broytingar í starvinum, og at hetta kann verða
umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Tá tænasturnar fevna um alt landið, má roknast
við koyring.
Lønar- og setanarviðurskiftini eru eftir
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Ergoterapeutfelagið
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 23.02.2018 kl. 12.00.
Leiðari til
dagstovnin
Stropan á
Kambsdali
Fuglafjarðar kommuna søkir eftir leiðara til
dagstovnaskipanina hjá kommununi at arbeiða
40 tímar um vikuna at byrja tann 01. mai 2018 ella
skjótast eftir hetta.
Viðkomandi persónur, ið settur verður, verður
starvsettur hjá Fuglafjarðar kommunu við
arbeiðsstaði á dagstovninum Stropanum á
Børkugøtu 1, Kambsdalur, 530 Fuglafjørður.
Møguligar bygnaðarbroytingar kunnu tó verða
framdar innan dagstovnaøkið.
Stovnurin er ætlaður 80 børnum, og verður skipaður
við vøggu- og barnagarðsstovum.
Vit bjóða
•
Eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har
náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum,
og har spælið fyllir nógv.
•
Møguleika at seta dám á stovnin.
•
Møguleika fyri ráðgeving.
•
Møguleika fyri eftirútbúgving.
•
Tú verður partur av einum netbólki, sum
kommunan skipar fyri millum leiðarar innan
ansingarøkið.
Vit vænta at tú
•
Ert útbúgvin námsfrøðingur við møguligum
leiðsluroyndum.
•
Kanst arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og
hevur ábyrgd sambært dagstovnalógini.
•
Hevur hugsjónir um virksemi á einum
stovni, ið rúmar bæði vøggustovu- og
barnagarðsbørnum.
•
Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan
og tryggan arbeiðsdag við virðing og umsorgan
fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og
starvsfeløgunum.
•
Hevur góð evni at umstilla teg í einum broyttum
umhvørvi.
•
Sær møguleikar fram um vansar.
•
Hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir.
•
Kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar,
foreldur og kommunu.
•
Dugur væl at samskifta bæði innan- og
uttanhýsis.
•
Hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga
á føroyskum.
•
Hevur teldukunnleika á brúkarastøði.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Umsókn
Skrivlig umsókn saman við møguligum viðmælum
og upplýsing um útbúgving og royndum skal verða
Fuglafjarðar býrað, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður
í hendi í seinasta lagi mánadagin 05. mars 2018 kl.
16.00.
Nærri kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Irenu Olsen, sosialdeildarleiðara á telefon 238013.
Fuglafjørður, tann 07. februar 2018
Fuglafjarðar býráð
Fuglafjarðar
Kommuna
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda
samkenslu, tá elskaði maður mín, pápi, verpápi,
abbi og langabbi okkara
Andreas Eli Olsen,
vanliga nevndur Dia
f. 17.02.1938
d. 14.01.2018
andaðist og varð jarðaður
Familjunar vegna
Birghild og børnini Randi, Line, Eva og Annie