hósdagur 15. februar 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Latið borgarstjórar sleppa á ting –
men bara fyri eina løn
Alt kjakið um, hvørt borgarstjórar, sum eru
í starvi fulla tíð sum borgarstjórar, skulu
sleppa at sita á tingi ella ikki, er als ikki við
komandi fyri Javnaðarflokkin.
Tí Javnaðarflokkurin hevur felt í floksins
lógir, at tað ber ikki til. Hetta gjørdi flokk
urin á seinasta landsfundi, sum var hildin 1.
apríl í fjør.
Samtyktin hjá Javnaðarflokkinum er
soljóðandi:
»§14 DUPULT UMBOÐAN
Løgtingsumboð, valt fyri Javnaðarflokk
in, kann ikki vera borgarstjóri fulla tíð, sam
stundis sum viðkomandi umboðar flokkin á
Føroya Løgtingi.
Borgarstjóri í kommunu við 499 ella færri
íbúgvum, kann tó hava sæti á Løgtingi,
samstundis sum viðkomandi røkir borgar
stjórasessin.
Soleiðis samtykt á eykalandsstevnu 1.
apríl 2017. §14 við gildiskomu frá næsta Løg
tingsvali.«
Vit kunnu so spyrja, hvørja avleiðing tað
fer at fáa – um so verður, at flokkurin eftir
næsta val hevur tingfólk vald, sum eru borg
arstjórar í fulltíðarstarvi. Flokkurin hevur
í dag ein tingmann, Kristin Michelsen, sum
eisini er fulltíðar borgarstjóri. Fyri komm
unuvalið hevði flokkurin tveir, tá Heðin
Mortensen eisini var borgarstjóri.
Skuldi uppskotið hjá Miðflokkinum um,
at kommunustýri ikki kunnu nokta borg
arstjórum at røkja tingsessin, so er tað líka
mikið. Tí flokslógin hjá Javnaðarflokkinum
vendir øvugt, at tingfólk fyri flokkin kunnu
ikki røkja ein fulltíðar borgarstjórasess.
Sjálvandi kunnu vit tosa fyri og ímóti
hesum báðum sjónarmiðum. Er tað rætt, at
nøkur fá skulu stýra allastaðni, ella vilja vit
hava so nógv fólk fram at valdinum í ymsum
høpum, so sum landsstýri, Løgtingi, býráð
ella Fólkatingi. Tað kunnu vit tosa bæði fyri
og ímóti.
Hinvegin er tað ikki rætt, um tað verða
inntøkumøguleikarnir sum »multi-politik
ari«, sum stýra. Tí kundi ein millumloysn
verið, at ein borgarstjóri, sum verður valdur á
ting eisini, bara fær aðra lønina og aðra pen
sjónsuppsparingina.
Tá spara land ella kommunur pengar, um
fólk veruliga vilja ofra seg soleiðis at røkja
fleiri almenn álitisstørv samstundis – og
eingin kann leggja tey undir at vera óð eftir
verðini.
– Tað er einki
problem at finna
pengarnar til
frádráttin fyri
fakfelagsgjald,
sigur Sonja Jógv
ansdóttir, sum hevur hesa loysn.
– Vit kunnu gera ein millónerskatt.
– Vit kunnu seta nøkur umhvørvisgjøld
– Vit kunnu leggja fleiri gjøld á vinnuna, sum
tjenar nógvar pengar.
– Og so kunnu vit samstundis geva nakrar
lættar til longri niðri í skipanini.
– Vit hava gjørt eina avtalu, eg og samgongan.
Og eina avtalu brýtur man ikki, sigur Sonja
Jógvansdóttir, sum á fyrsta tingfundi sínum
breyt avtaluna við Javnaðarflokkin og gjørdist
uttanflokkatingkvinna.
So er spurningurin,
sum Aksel gevur Sonju
av somu skuffu, ella
um hann er fittari enn
hon. Spennandi verð
ur at frætta, hvussu
leikur fer...
Kunnu spara við borgarstjórum á tingi
Milliónerarnir
skulu
gjalda
einki problem hjá Sonju
Les eisini blaðið
á telefonini
Úr gerðabókini hjá
ungmannafelag
num »Merkinum«
Siðsøga síða 26-27
Ungmannafelagið
Merkið skapti søgu
Siðsøga síða 22-23
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Mikumorgunin var kjak í útvarpssendingini
Góðan Morgun Føroyar.
Bill Justinussen og Annika Olsen kjak
aðust um, hvørt borgarstjórar skulu kunna
vera tingfólk, samstundis sum teir leiða sínar
kommunur. Bill Justinussen heldur, at tað
skulu borgarstjórar kunna, um veljarin held
ur tað, meðan Annika Olsen er ímóti hesum
dupultleikluti.
Kjakið byrjaði við, at kjakverturin spurdi
báðar luttakarar opnar spurningar um málið,
men tá ið kjakið kom í gongd, og lív kom í,
fekk kjakverturin ein margháttligan leiklut.
Bill Justinussen og Annika Olsen tosaðu
bæði í umleið líka nógva tíð í kjakinum, men
meðan Annika Olsen fekk 3 mótspælandi/
kritiskar spurningar, fekk Bill Justinussen
heili 16 mótspælandi/kristiskar spurningar. Í
eina svarinum var Bill Justinussen avbrotin
7 ferðir við góðum, kritiskum spurningum,
meðan Annika Olsen fekk góðan frið at
svara, hóast tað var upplagt við kritiskum
spurningum.
Vit kundu hugsað okkum at spurt, hví
Bill Justinussen samanlagt fekk 19 spurn
ingar (flestu teirra mótspælandi spurning
ar), meðan Annika Olsen samanlagt fekk
6 spurningar (3 teirra mótspælandi spurn
ingar), hóast tey bæði tosaðu líka leingi í
kjakinum.
Misti kjakverturin sín óvilduga leiklut í
kjakinum burtur, tí hon var meira samd við
Anniku Olsen? Ella var tað bara meira áhuga
vert at tosa við Bill Justinussen?
Hvat hendi við kjakvertinum?
16. februar 2018
Miðflokkurin hevur lagt málið um, at borg
arstjórar ótarnaðir kunnu røkja tingsess
umframt, fram á ting