hósdagur 15. februar 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 20
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
HKH Heindrikkur,
prinsur í Danmark,
doyði týskvøldið.
Leygardagin byrjar
leikurin Soli Deo Gloria
á Tjóðpallinum við 12
søgum um kærleika.
Langhylurin í Havn
verður útsettur, og tað
hevur skapt ónøgd í
andstøðuni í býrðanum.
Í vikuni viðgjørdi
løgtingið uppskotið hjá
Miðflokkinum um at loyva
borgarstjórum at sita á
tingið eisini og sostatt
røkja tveir almennar
sessir samstundis.
Alilógin er til viðgerðar
í vinnunevndini í
løgtinginum og í
tí sambandi hevur
hummarafelagið
sagt, at tey ynskja
endurgjald fyri mista
inntøku á alifirðum.
Prinsur
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
næmingar í
Føroyum kappast
í støddfrøði
1836
HKH Heindrikkur prinsur doyði
í vikuni, og sum vera man hava
miðlarnir verið á tremur við
tíðindum um farna prinsin.
Um orðið sigur Sprotin:
1 sonur kongs el. drotningar,
kongssonur, maður av
kongsætt2 (fugl.) ungur
skarvur (áðrenn føturnir eru vorðnir
svartir), skóleysi skarvur; sms.
t.d. klodda-, krún-, posa-
Í dag er júst 2 ár síðan eg
bjóðaði mínari dreymakvinnu
út at eta. Og í dag spurdi eg
hana um hon vildi giftast við
mær. Hon segði nei báðar ferðir
Hví skal man aldrin keypa hús
frà einum telvara?
Tí teir eru so seinir at flyta
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av útsynningi, 10 til 15 m/s,
sum út á dagin makar í andøvsgul
upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til
13 m/s. Um náttina makar hann
vindin uppaftur meiri. Samdrigið og
ælaveður, lutvíst við vátaslettingi.
Hitin millum 2 og 6 stig.
Gul til stívt andøvsgul av
útsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á
dagin snarar í landsynning og eitt
skifti makar í lot til andøvsgul, 2
til 7 m/s. Um náttina øtlar hann
aftur vindin í stívt andøvsgul, 10
m/s. Mest skýggjað og okkurt
æl, um kvøldið og náttina fyri
tað mesta skýggjað og regn av
útsynningi. Hitin millum 4 og 8 stig.
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5
til 10 m/s, sum eitt skifti snarar
í útsynning og øtlar í andøvsgul
upp í ein strúk í vindi, 8 til 13
m/s. Um kvøldið og náttina gul
til stívt andøvsgul av útsynningi,
5 til 10 m/s. Samdrigið og
ælaveður, lutvíst við vátaslettingi.
Hitin millum 2 og 6 stig.
10-15m/s
5-10 m/s
5-10 m/s
Visti tú?
at HKH Heindrikkur
prinsur var 83 ára
gamal tá hann
doyði?
Sum partur av altjóða samfelagnum
sleppa vit ikki undan, at onnur blanda seg
í føroysk viðurskifti, heldur ikki í spurn
inginum um fosturtøku.
Tað heldur Poul Michelsen, lands
stýrismaður í uttanlandsmálum. Jógvan
á Lakjuni hevur spurt hann, hvussu tað
ber til at sjálvt nevndir undir ST hevur
lagt seg út í fosturtøkulógina í Før
oyum. Mannarættindanevndin undir
ST hevur nevniliga meiri enn eina ferð
átalað, at kvinnur í Føroyum ikki hava
fría fosturtøkum akkurát sum kvinnur í
Danmark og Grønlandi, hava.
Annars staðfestur landsstýrismaðurin,
at rætturin til fría fosturtøku er ikki stað
festur í nøkrum sáttmála um manna
rættindi. Hinvegin meta fleiri manna
rættindafelagsskapir, og eisini ST-nevndir,
at talan er um brot á mannarættindini
at nokta kvinnum fosturtøku, serliga
í førum, har kvinnan hevur verið fyri
neyðtøku ella blóðskemd, har fostrið ber
álvarslig brek og tí ikki fer at liva, ella um
fysiska ella sálarliga heilsan hjá kvinnuni
er í vanda, orsakað av barnsburði.
ST-nevndirnar eru tó bert ráðgevandi,
og limalondini eru tí ikki bundin at fylgja
tilmælunum, leggur hann afturat.
Spurningurin um, hvørji atlit viga
tyngst, rætturin hjá fostrinum ella rætt
urin hjá kvinnuni, er ein torførur spurn
ingur, sum semja ikki er um, sigur Poul
Michelsen.
Hann sigur, at tað er kortini greitt, at
bæði hjá mannarættindadómstólinum í
Evropa, og soleiðis sum altjóða sáttmálar
verða tulkaðir, verður fosturtøka í alt
størri mun mett sum ein mannarættur í
teimum førum, kvinnan hevur verið fyri
neyðtøku ella blóðskemd, har fostrið ber
álvarslig brek og tí ikki fer at liva, ella um
fysiska ella sálarliga heilsan hjá kvinnuni
er í vanda.
Hinvegin eru tað felagsskapir sum vísa
á rættin til lív, sum verður staðfestur í
grein trý í Heimsyvirlýsingini hjá ST, har
tað stendur at »Ein og hvør hevur rætt
til lív, frælsi og persónliga trygd«. Hesir
felagsskapir tulka tað soleiðis, at hetta er
galdandi frá teirri løtu, eggið er gitið.
–Lond, ið hava avmarkingar í fostur
tøkulógini, eru undir politiskum trýsti,
ikki bert innanlands, men eisini frá altjóða
felagsskapum sum ST og Evroparáðnum,
sigur Poul Michelsen
Føroyar eru partur av heimssamfelag
num, og tí slepst neyvan undan, at altjóða
felagsskapir, og stovnar, hava áhuga í
føroysku fosturtøkulógini, sum er frá 1956
og víkir munandi frá tí norðurlendsku lóg
gávuni, leggur hann afturat.
–Sum partur av altjóða samfelagnum
sleppa vit ikki undan, at onnur blanda seg
í føroysk viðurskifti. Vit hava sjálvi gjørt
av at taka undir við ST-sáttmálunum á
mannarættindaøkinum og sostatt hava
vit bundið okkum til at samskifta við ST
um hesi viðurskifti, sigur Poul Michelsen.
Poul Michelsen staðfestur kortini, at
tað skal kortini eingin ivi vera um, at tað
er í Føroyum, at avgerðirnar verða tiknar
um, hvussu vit skipa okkara samfelag
– Og soleiðis skal tað framhaldandi
vera, leggur hann afturat.
–Eg haldi tó ikki, at tað ger nakað, at
vit lurta eftir øðrum. Vit mugu ganga út
frá, at serfrøðinganevndirnar hjá ST eru
væl skikkaðar, og at tilmælini eru fakliga
grundað, sigur Poul Michelsen.
Tilmælini hóska tó ikki altíð til føroysk
viðurskifti, og tað er heldur ikki altíð
undirtøka fyri teimum, og ein orsøk til
tað, er, at tey síggja ikki málini í einum
samanhangi, sigur Poul Michelsen.
– Eg veit tó, at fleiri av tilmælunum
á barna- og brekøkinum hava verið nýtt
sum grundarlag fyri at menna hesi øki í
Føroyum, so okkurt gott fáa vit burtur úr
samskiftinum við serfrøðinganevndirnar
hjá ST, sigur Poul Michelsen.
Vit sleppa ikki undan
at onnur blanda seg
upp í fosturtøku
í Føroyum