hósdagur 15. februar 2018síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 20
32
Refleksjón um reflex
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
T
á eg var ungur,
tað var í hinari
øldini, søgdu
vit, ja, søgdu
øll, reflex ella refleks
um tað, sum nú eitur
endurskin. Endur
skin er eitt gott og
sigandi, væl lýsandi,
orð.
Tá skuldu øll hava endurskin, so
tey sóust í myrkri, tá bilar lýstu á
tey, og tey noyddust at ganga úti
á vegnum, tí kavin varð ikki rudd
aður av gongubreytunum tá. Hann
varð skumpaður av vegnum upp á
gongubreytina.
Nú hava øll bil. Teir eru føddir
við endurskinum.
Tá fingust reflex at krøkja í
klæðini. Tú festi tey við trygdarnál,
og so hingu tey har alla ta myrku
tíðina. Fóru ongan veg og bjargaðu
lívi og heilsu.
Tey riggaðu, tey reflexini, rigg
aðu væl, so tey fáast sjálvandi
ikki longur. Alt, sum riggar og
er einfalt, hvørvur.
Nú eru endurskinini so
háttað, at tey skulu setast
uttan um armin. Tey detta
av, hvørja ferð, tú fert í
frakkan, og hvørja ferð,
tú fert úr honum. Snilt,
uttan iva, design. Men eg
tími ikki at brúka tey longur. So
heldur ansa sær. Sum tey søgdu
við okkum fyrr, viðhvørt í øllum
førum, men ikki í øllum førum,
ansa eftir bilunum, góði.
Tað var heilt skjótt, at
fyritøkur og feløg sóu
reklamuvirðið í re
fleksunum, tí øll
gingu við teim
um, seinni eis
ini hundar
og seyður.
Ókeypis reklama um alt, sum
enntá sæst í myrkri.
Summi vildu ikki og vilja
framvegis ikki brúka endurskin,
tí tey eru so kiksað og ytttt. Tey
oyðileggja heildarmyndina.
Eg tími ikki at brúka tey, tí
eg tími ikki at taka tey upp av
gólvinum tvær, fýra, seks ferðir
um dagin. Ellin nívir, so hetta at
boyggja seg er ikki tað sama sum
tað var - í hinari øldini, teirri tjúg
undu.
Hetta, at okkurt sæst í myrkri,
hevur altíð hugtikið. Minnist sum
smádrongur, aftur eru vit í hinari
øldini, tá eg sá eina klokku við
sjálvlýsandi tølum. Tað var stórt.
Ella eyguni í einari kettu. Tey vóru
sjálvlýsandi í myrkri.
Endurskin eru til fyri at vit
skulu síggjast. Bjarga okkum und
an at verða koyrd niður, okkum fáa,
sum ganga, og teimum nógvu, sum
hava sovorðnan skund altíð, at tey
renna.
Eg eri so lítillátin, at eg vil ikki
síggjast. Og eg eri givin at fyrigykla
mær tað, at onkur tímir at hoyra
meg.
Endurskin eru ókeypis. Tað ber
kanska til at keypa tey, men tað er
óneyðugt. Tey liggja frammi til at
taka. Sum sagt, ókeypis reklama.
Djór skulu verjast móti okkum
djórum ovast í onkrari ketu.
Tað er gamalt. Men tey skulu
ikki verjast móti vælferðarsjúkum.
Tey skulu fáa vælferð, tey skulu
bera vælferð. Seyður skal hava
enduskin, tann, sum ikki longu
hevur tey. So verður seyður ikki
ákoyrdir á vegunum, tí teir síggj
ast. Teir verða eisini ákoyrdir um
summarið.
So kann seyðurin trygt fara út á
vegin ella hugna sær fram við hon
um, tí har trívist hann best. Einki
er at eta í haganum.
Og hví skal hann hava endurskin
í haganum? Har reikar bara onkur
lyktamaður, um nakar slíkur er
eftir í okkara upplýstu tíð. Upplýst
við endurskini. Vit hava so nógv
ljós, at tað kastast aftur, afturskin.
Vit eru upplýst. Halda vit.
Men sumt, ella rættiliga nógv,
trívist best í myrkri. Skal helst ikki
síggjast.
Míni endurskin liggja á skáps
dúrkinum. Tey duttu av, tá eg tók
frakkan út úr skápinum í morgun.
Tími ikki eftir teimum aftur hesa
ferð. Lat liggja.
Má fara at leita, um eg ikki eigi
onkur av tí góða gamla slagnum, tí
slagnum, sum riggaði. Endurskin
við lásnál, so tey hanga alt heystið
og allan veturin út á várið.
Annars má eg bara ansa mær,
tá eg gangi úti í myrkri. Tað ber
eisini til.
Høgni
Djurhuus
15.000 fleiri
gistingar í Føroyum
BARBARA HOLM
175.000 gistingar vórðu skrásettar
hjá føroysku gistingarhúsunum,
ból og bita, íbúðum/húsum og
kamping í fjør. Tað eru 15.000 fleiri
enn áríð fyri, skrivar Hagstovan.
Á gistingarhúsunum vóru
62.000 gistingar, sum svarar til
7.400 fleiri enn í 2016, ein vøkstur
uppá 14%.
Kømurini á gistingarhúsunum
blivu leigaði út 91.800 nætur í fjør,
ein øking upp á 8.600 í mun til 2016,
ella ein 10% vøkstur.
Persónsgistinæturnar
á
gistingarhúsunum vóru útivið
143.00 í 2017, einar 15.300 fleiri enn
í 2016, svarandi til ein vøkstur upp
á 12%.
Frásæð eina afturgongd í
innskrivingunum í 2014, so hevur
vøkstur sum heild verið í tølunum
fyri gistingarhúsini øll árini síðan
2013.
Gistingarhúsvinnan er sera
árstíðarbundin. Virksemið slaku
vetrarmánaðirnir er bert er ein
sætting av virkseminum í juli
mánaða, har flestu gistingarstøð
eru fullsett. Í 2017 er ongin
størri broyting í myndini í so
máta, men sæð í mun til 2016 er
innskrivingarnar tó hægri allar
mánaðir, sigur Hagstovan.
Talið á útlendskum gestum
er vaksandi og tað sæst aftur í
lutfallinum millum føroyingar og
útlendingar, sum gista. Vanliga
standa føroyingar fyri triðinginum
av innskrivingunum, men í fjør
kom luturin hjá útlendingum upp
á 70%
Viðvíkjandi uppgerðarháttinum,
so verður ein ”persónsgistinátt”
(ella gisting) tald sum hvør
einstøk nátt, ið ein persónur gistir
á gistingarstaði, ið skrásetir og
letur Hagstovuni upplýsingar um
gistingar. Í hagtølunum eru eisini
”innskrivingar”, t.e. tal av fólki, sum
skriva seg inn og ”kamarsnætur”,
sum er talið á nætrum, eitt kamar
er útleigað.
Gistingarstøðini verða flokkaði
í gistingarhús, íbúð og hús, ból og
bita ella kamping.
Tað ber ikki til hjá Hagstovuna
at fáa upplýsingar um gistingar
umvegis ‘Airbnb’ ella aðrar
líknandi tænastur, heldur ikki
ábendingar um, hvussu nógv
hesin gistingarháttur vindur
uppá seg og skeiklar myndina av
gistingarvinnuni í Føroyum. Tí eru
gistingar í Airbnb ikki við í hesum
hagtølunum.