Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. februar 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. februar 2017 · Nr. 21 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi síða 8 Fjar­ nám bjóð­ ar kunning Tíðind síða 9 Sverri 61 ár á skipsdekki Er tað hol í høvdið at fara und­ir tunl­ar­nar norður um Fjall eftir tí leisti, sum níggju and­støðu­ting­fólk skjóta upp? Tað er so spurningurin. Tí jú, vit vita væl, at hetta landsstýrið eins og und­an­farna landsstýrið gjørdi eina raðfesting, sum sigur, at tunl­ ar­nir á Borðoynni skulu bíða nakað enn. Og ja vit vita eisini væl, at um viljin hjá andstøðuni var har, tá and­støðan var samgonga, so kundu tunl­ar­nir longu verið komnir. Men soleiðis er politikkur. Góðu hug­skotini sita leysari, tá tingfólk eru í andstøðu – og brisklið til tey ráð­andi er tilsvarandi harðari. Men uppskotið hjá teimum níggju and­støðutingfólkum er tó mik­ið áhugavert. Eitt er kreativa loysn­in at lata partafelagið Norð­ oy­a­tunn­il­in standa fyri ætlanini. Hetta verður gjørt til tess, at bygg­ ing­in kann liggja í einum part­a­fel­ ag, og harvið kann játtanin til verk­ ætl­an­ina drýggj­ast longur, enn tey árini, verkætlaini verður framd. Fyri ta næsta er tað áhugavert, at níggju tingfólk úr andstøðuni – fýra úr Fólkaflokkinum – mæla til eina slíka samhaldsfasta verk­ ætl­an. Um hetta verður samtykt, so hava vit fyrsta part av eini sam­ halds­fast­ari loysn á, hvussu vit kunnu byggja tunlar – og fyri tað sam­ferðsl­una sum heild – í Før­oy­ um við samhaldsføstum brúk­ar­a­ gjøld­um. Tað er í sjálvum sær áhugavert. Summir politikarar duga betur tak­tikk enn aðrir. Ein teirra var An­ finn Kallsberg, fyrrverandi for­mað­ ur Fólkafloksins. Tað var als ikki av tilvild, at hann strídd­ist fyri, at Viðareiðistunnilin varð gjørdur, áðrenn tunlarnir norð­ur um Fjall, sum annars hevði ver­ið nógv logiskari. Men Anfinn Kallsberg visti væl, at komu tunlarnir norður um Fjall áðrenn Viðareiðistunnilin, so kundi hann skjóta ein hvítan píl eftir Við­ ar­eið­is­tunli­num. Men við at gera hann fyrst, so fór trýstið at standa við – og økjast – fyri at fáa tunn­ ils­verk­æt­l­an­ina norður um Fjall framda. Tað er hetta trýstið, sum vís­ir seg nú. Eingin sigur nakran ringan fyri at brokka seg um gomlu tunlarnar norð um Fjall. Tí teir eru bara ikki tíð­ar­hósk­andi, hóast teir vóru eitt fant­ast­iskt frambrot, tá teir vóru bygdir fyri hálvari øld síðani. Spurningurin er, um vit hava ráð, um vit kunnu loyva okkum at hita búskapin meira, ella um vit skulu um­rað­festa. Fíggingarleisturin er í øllum før­ um á­hug­averdur. samhaldsføst loysn í eygsjón? Tey vera umleið 60 fólk, sum verða til kórsetingina hjá Heind­r­iki prinsi. Tað skrivar kongs­húsið í fráboðan. Jarðarferðin – ella kór­set­ ing­in – verður í morgin úr Christ­i­ans­borg Slotskirke. Margreta drotning, kongs­fam­ilj­an, um­boð fyri fronsku fam­ilj­una hjá Heind­ r­iki prinsi, um­boð fyri al­ menna Dan­mark og um­boð fyri hóv­ið verða við til kór­ set­ing­ina. Hvørjir gestirnir eru, verð­ur ikki upplýst. Pia Kjærs­gaard, folka­tings­for­ kvinna, og Lars Løkke Ras­ mus­sen, forsætisráðharri, hava sagt, at tey eru boðin við. Í morgin klokkan 10:30 danska tíð koma gestirnir til Christ­i­ans­borgs Slotskirke, og eitt korter seinni kemur kongs­familjan. Hátíðarløtan varir frá klokk­an 11:00 til 11:45. Gest­ir­ nir fara úr kirkjuni klokkan 12. Fríggadagin var kistan við prins­i­num koyrd av Fred­ens­ borg Slotti til Christiansbog Slots­kirke. Kistan var borin inn í kirk­j­una av tíggju offiserum frá Den Kongelige Livgarde. Í slotskirkjuni var eitt lít­ið hátíðarhald. Umleið 25 fólk vóru við, og tað vardi ein slak­an hálvan tíma. Í kirkjuni liggur prinsurin á castr­um doloris. Tað er ein pall­ur, har afturlætna kist­ an stendur, og har al­menn­ ing­urin kann koma at síggja hana. Í gjár vóru tilsaman 8441 fólk inni í kirkjuni, har aft­ ur­lætna fagg­breidda kistan stóð á lítla pallinum, og leygardagin nýttu 5081 fólk høvið. /ritzau/ 60 sleppa at fylgja Heindriki Áhugavert at andstøðan kem­ur við samhaldsfastari loysn asdasd Trúgvandi baptistar og ad­vent­istar eru tryggari í ferðsl­uni enn ikki-trúgv­ andi. Tað er ein av nið­ur­støð­ u­num hjá Niels Christian Hvidt, professara í teologi frá Syd­dansk Universitet, nú hann hevur funnið fram til nýggj úrslit í 10 ára gaml­ ari kanning. Tað skrivar Tv2 í dag. Kanningin vísir, at tað er 92 prosent minni vandi fyri, at trúgvandi kvinnur enda í ferðsluóhappi, enn ikki trúgv­andi kvinnur. Fyri menn er váðin 97 prosent minni. Niels Christian Hvide sig­ur við Tv2, at tað kunnu vera fleiri orsøkir til úrslitið. – Vit vænta, at tað hevur nak­að við tað at gera, at tey trúgv­andi drekka minni rús­ drekka, ansa betri eftir øðr­ um í ferðsluni orsaka av boð­ num um næstra­kærleika, og at tey hava eitt róligari sinn, sum gevur róligari ferðslu, sig­ur hann. Kanningin vísir eisini, at trúgv­andi hava munandi minni kjans fyri at fáa krabb­ a­mein og diabetis. Hinvegin vís­ir kanningin, at sjúk­an Parkinsons sæst oft­ari hjá trúgvandi enn hjá ikki-trúgvandi. Trúgvandi eru tryggari í ferðsluni Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin