mánadagur 19. februar 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. februar 2018 · Nr. 21
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KOMMUNULÆKNAR
LÆKNANEYÐ Í HAVN heyst gjørdu myndugleikarnir nógv
burtur úr, at nú skuldi umstøðurnar hjá havnarfólki at sleppa
til lækna, fáast í rættlag. Men tey turru tølini vísa okkum,
at síðani er støðan bara versnað – og tað nógv eisini
Áki Bertholdsen
Í løtuni eru tað yvir 500 fólk í Havn,
sum ongan kommunulækna hava.
Tað vísa tey nýggjastu tølini hjá
Heilsutrygd.
Í heyst varð nógv gjørt burtur
úr, at kommunulæknaviðurskiftini
hjá havnarfólki vóru so vánalig, at
tað kann ikki góðtakast.
Tá høvdu yvir 6000 fólk ongan
fastan kommunulækna, tí so nógv
ar viðtalur vóru mannaðar við skift-
andi avloysarum.
Men harafturat vóru tað 225
fólk, sum ongan lækna høvdu yvir
høvur.
Orsøkin til vánaligu støðuna
var, at kommunulæknar trivust
ikki í Havnini, tí arbeiðsbyrðan var
ov stór.
Læknarnir sjálvir førdu fram,
at teir hava so nógvar sjúklingar
í part, at teir føldu, at trygdin ikki
var í hásæti longur, og tí aftraðu
teir seg við at taka ábyrgdina fyri
sjúklingunum.
Samstundis vóru summi av við
taluhølunum ótíðarhóskandi, og
hesi bæði viðurskiftini fingu lækn
ar at stinga í sekkin, og tað fekk eis
ini læknar at aftra seg við at søkja
starv í Havn.
Støðan er munandi versnað
Tá ið alt hetta var frammi í heyst,
gjørdu myndugleikarnir nógv burt
ur úr at sissa fólk og at boða frá, at
viðurskiftini skuldu fáast í rættlag,
og tað skuldi vera nú.
Heilsumálaráðið skuldi útvega
fígging so at fleiri kommunulækn
ar kundu setast í fast starv og Tórs
havnar Kommuna skuldi útvega
tíðarhóskandi viðtaluhøli.
Men nú tríggir mánaðir eru
farnir, vísa tey turru tølini, at einki
ítøkiligt er hent. Tvørtur ímóti er
støðan munandi versnað.
– Í løtuni eru tað nevniliga 502
fólk í Havn, sum ongan kommunu
lækna hava yvirhøvur. Tað er meiri
enn tvær ferðir so nógv fólk, sum
tað vóru í heyst, staðfestur Heilsu
trygd.
Og tað merkir so eisini, at øll tey,
sum flyta til Havnar í hesum døg
um, fáa ongan lækna.
Samstundis eru tað yvir 7700
fólk, sum ongan fastan lækna hava
í dag, tí viðtaluhølini eru mannað
við skiftandi avloysarum. Tað eru
1300 fólk fleiri enn í heyst.
Ein lítil glotti er tó, at fyrsta
mars kemur ein lækni aftur úr far
loyvi, og tá fáa sløk 1600 fólk aftur
at ein fastan lækna. Men tá verða
tað framvegis 6100 fólk, sum ongan
fastan lækna hava, og tað áleið tað
sama talið sum í heyst.
Tá ið hesin læknin er komin
aftur úr farloyvi, eru átta læknar í
føstum starvi í Havn og sostatt eru
fýra viðtalur mannaðar við skift
andi avloysarum.
Egil á Bø kann tó ikki veita
vissu fyri, at tað hendir seg, at við
talurnar, sum eru mannaðar við
avloysarum, standa ómannaðar
onkrar vikur tí at tað ikki eydnast
at fáa avloysarar.
Hava sett striku í sandin
Eftir sáttmálanum við myndugleik
arnar, kunnu kommunulæknar við
1600 sjúklingum, sýta fyri at taka
fleiri sjúklingar.
– Tað hava allir læknarnir í Havn
nú, og sostatt hava teir allir boðað
frá, at teir viljað ikki átaka sær fleiri
sjúklingar, sigur Egil á Bø, stjóri í
Heilsutrygd.
Tað er orsøkin til, at tey 502
fólkini í Havn ongan lækna fáa.
Men tað er kortini er kortini ikki
so, at tey eru heilt slept upp á fjall.
Heilsutrygd hevur nevniliga eina
NÚ HAVA 500 F
HAVN ONGAN L
LÆKNANEYÐ Í HAVN Tórshavnar Býráð samráðist í løtuni
um at fáa eitt fáa eitt stórt hús, miðskeiðis í Havn, til
læknahøli og har kunnu fleiri kommunulæknar vera
Áki Bertholdsen
– Vit ætla at fáa alt hetta avgreitt í
næsta mánað.
Annika Olsen, borgarstjóri í
Havn, sigur, at síðani kikarin varð
settur á trotið á kommunulæknum í
Havn, hevur Tórshavnar býráð lagt
nógva orku í at útvega hóskandi
høli til fleiri kommunulæknar.
Tað er Landið, sum rindar lønir
nar til kommunulæknarnar, men
tað er ábyrgdin hjá kommununum
at útvega hølini til læknarnar.
– Vit mugu ásanna, at kommun
an hevur ikki røkt hesa uppgávu
nóg væl, segði Annika Olsen síðst í
november.
Hon sipar bæði til tað, at tað
mangla høli til kommunulæknar,
og til tað, at summi av verandi við
taluhølum eru ikki brúkilig longur,
so nýggj høli mugu eisini útvegast
fyri tey.
Og ein orsøk til læknatrotið í
Havn hevur nettupp verið, at ongi
høli hava verið til taks, men tað
hevur býráðið arbeitt við í eina tíð.
Ein loysn í eygsjón
Borgarstjórin væntaði at hava eina
loysn um hálvan desember, men
tað eydnaðist ikki. Men Annika Ol
sen sigur nú, at ein loysn er í eyg
sjón.
Hon sigur, at í hesum sambandi
eru tey í býráðnum nú í samráð
ingum við Betri Samtakið um at
leiga gróthúsið á Smyrilsvegi 20,
har Brunatryggingin, og Almanna
verkið, áður hava hildið til.
Hon sigur, at í allarnærmastu
framtíð verður fundur aftur við
Betri Samtakið, sum eigur húsið, og
hon vónar, at leigumálið er avgreitt
í næsta mánað.
Tórshavnar Býráð hevur fingið tilsøgn um at fáa hetta húsið á Smyrilsvegi til leigu til læknahús og Annika
Olsen, borgarstjóri, sigur, at tað hevði loyst ein stóran part av trupulleikanum – kanska allan trupulleikan
Umstøðurnar hjá fólki í Havn at sleppa til lækna, bara versna og í dag eru tað meiri
nógv fólk, sum ongan lækna hava yvirhøvur, enna tað vóru fyri trimum mánaðum s
Vilja hava hetta húsið til kommun