Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. februar 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. februar 2018 · Nr. 21 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Mildrið Jacobsen H71 gjørdist tann stóri vinnarin, tá finalurnar í steypakappingini hjá ungdómsdeildunum vórðu spældar í nýggju høllini á Hálsi um vikuskiftið. H71 vann allar finalurnar, sum felagið var partur av. Einastu aldursbólkarnir, har H71 ikki var umboðað í finalunum, vóru gentur 10 ár og dreingir 10 ár. Mest spennandi dystirnir vóru hjá gentum 16 og í yngstu aldursbólkunum hjá dreingjum og gentum. Finalan hjá gentum 16, sum var millum H71 og Neistan, varð ikki avgjørd fyrr enn í teimum allar seinastu sekundunum. Tá avtornaði, vunnu genturnar í Hoyvík tepran 16-15 sigur. Hjá gentum 10 vann VÍF eina málríka og spennandi finalu móti Kyndli. Endin var, at genturnar úr Vestmanna vunnu 13-12. Somu feløg vóru eisini í gentum 10 finaluni í fjør, og ta finaluna vann VÍF eisini. Hjá dreingjum 10 eydnaðist Neistanum at vinna steypafinaluna fyri fyrstu ferð í meira enn 20 ár. Neistadreingirnir vunnu 11-9 móti VÍF. Allar hinar finalurnar í ungdómsdeildunum vann H71 sannførandi. mildrid@sosialurin.fo H71 GJØRDI BART Hondbóltsfelagið í Hoyvík vann um vikuskiftið átta av tíggju finalum í Faxe Kondi steypakappingini hjá børnum og ungum. H71 vann allar finalurnar, sum felagið var partur av. Neistin gjørdist steypavinnari hjá dreingjum 10, og VÍF vann steypafinaluna hjá gentum 10 Dreingir 12 ár: H71 Uttast frá vinstru: Julian Frankiesson Knudsen, Høgni Heinason, Rói Seyer Hjaltason, Poul Símun í Garði, venjari, Aron Frankiesson Knudsen, Óli Mittún, Rúni Garðshorn, Djóni Gaard Joensen, venjari, John Djurhuus Thorsteinsson, Eiri Jógvansson Glerfoss, Karl Oddmar Rasmussen, venjari, Høgni Pætursson Johansen Dagsins leikari: Óli Mittún, H71 Gentur 16: H71 Aftast frá vinstru: Lea Rosendahl Rasmussen, Hanna Lamhauge ,Elisabeth Holm Simonsen, Helena Dahl Thomsen, Rebekka Hoydal Joensen, Karina Eysturtún Rubeksen, Lív Zachariassen, Guðrun Jakobsdóttir Dalsgarð, Sunniva Bogadóttir, Vár Zachariassen Fremst frá vinstru:, Jona Jónsdóttir, Tóra Teitsdóttir, Ingrid Klein Johansen, Bára Hansen, Jana Mittún, Fía Winther Poulsen, Elsa Egholm, Anna Lindenskov Schiller Dagsins leikari: Rúna J. Larsen, Neistin Gentur 18: H71 Aftast frá vinstru:, Petur Martin Johansen, venjari, Karin Ragnarsdóttir Dam, Annika Fríðheim Petersen, Durita Toftum Joensen,Silja Sámalsdóttir,Elisabeth Holm Simonsen,Anna Lindenskov Schiller, Karina Eysturtún Rubeksen,Sunniva Bogadóttir,Sonni D. V. Lansen, venjari Fremst frá vinstru: Eva Barba Arge, Karin Holm Simonsen, Maria Halsdóttir Weyhe, Anna á Steig, Katrin Vang Højsted, Sadie Niclasen Dagsins leikari: Annika Fríðheim Petersen, H71