mánadagur 19. februar 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. februar 2018 · Nr. 21
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kyndil steypavinnari:
6
JAN PAULI TOFT
JOHANNESEN
Stóð sterkur í myndini í málinum. Tók fleiri
góðar bóltar og átti stóran lut í sigrinum
5
HØGNI KLEIN OLSEN
Sást lítið til landsliðsvongin, sum tó
greiddi sína uppgávu eftir umstøðunum
7
TUMMAS PAULI
HANUSARSON (DAGSINS
SPÆLARI)
Ger tað ótrúliga gott í miðverjuni saman
við Róki og fær nøkur avgerandi mál í
álopsstøðu. Fekk mest avgerandi málið í
dystinum, tá hann fangaði bóltin í verjustøðu
og skoraði uppá mótálop
6
HJALTI MOHR JACOBSEN
Spældi væl í seinna hálvleiki, har
royndirnar og góða skilið fyri spælinum
kemur teimum grønu til góðar. Er ikki so
eyðsýndur í fyrra hálvleiki
7
EIRIKUR SIMONSEN
Stríðist væl allan dystin. Vinnur sínar
tvídystir bæði í verju og í álopi. Skorar ikki so
nógv mál, men ger pláss til hinar.
7
BARTAL KLEIN OLSEN
Toppskjútti í steypafinaluni við seks
málum. Var ikki tann mest eyðsýndi í
sjálvum spælinum, men ungi maðurin var
ísakaldur, tá hann slapp at skjóta brotskøst,
og tá hann fekk møguleikan av høgra vongi.
5
DAVID EDVARDSEN
Fekk ikki so stóran leiklut í dystinum,
men dugdi væl at verða ein partur av
spælinum og greiddi sín leiklut.
5
ÓLAVUR AV FLØTUM
MITTÚN
Fekk nakað av spælitíð á vonginum, men
hesa ferð bleiv til ikki til mál í álopsstøðu,
men eins og restin av liðnum, so greiddi
hann sín setning
6
RÓGVI DAL CHRISTIANSEN
Stríddist væl á strikuni, har hann bæði
fekk mál og brotskøst. Er ein týdningarmikil
partur av spælinum.
7
RÓKUR AKRALÍÐ
Strídist somuleiðis væl og bleiv í høllini
valdur til dagsins spælara. Hevði góða
ávirkan á bæði álopsspælið og verjuspælið.
4
RANI ELLINGSGAARD
Plagar at hoppa inn við einum máli
ella tveimum, men hesa ferð vildi bólturin
ikki inn
7
JULIAN JOHANSEN
Snildur og útspekuleraður bæði áðrenn og
undir dystinum. Sveinaroyndin er nú staðin
hjá unga venjaranum. Eitt satt meistaraverk!
SPÆLARAMETING KYNDIL
1 til 10
Tróndur Arge – Høllin á Hálsi
Í umbygdu høllini á Hálsi eru tað
teir grønu, sum eru omaná. Tað
eru fleiri støður í leypi av steypa
finaluni, ið geva ábendingar um, at
hetta verður ein góður dagur fyri
Kyndil. Ungi Bartal Klein Olsen
umsetur fleiri brotskøst til mál,
uppspæl til strikurnar riggar væl,
tá bæði Rókur Akralíð og Rógvi Dal
Christiansen eru inni.
Tað eru eisini støður, har H71
hevur trupult við at koma til skot,
meðan tey skotini, ið koma, verða
brend. Í hinum endanum eru bæði
flúgvarar og hegnislig mál til teir
grønu. Tá klokkan ýlir í høllini fyri
seinastu ferð, hevur Kyndil vunnið
uppiborið
Kyndilsspælið riggar
Undan finaluni var mett, at H71
mundi hava munin. Serliga er tað
teir tríggir Peter Krogh, Mark
Marcher og Hilmar Leon Jacob
sen, sum kunnu hótta frá bakketu
ni, men kyndilsverjan stóð væl.
Í álopsstøðu hevur til tíðir ging
ið strilti hjá teimum grønu, men
soleiðis var ikki í nýggju umstøðu
num á Hálsi.
Spælarar sum Bartal Klein Ol
sen, Tummas Pauli Hanusarson
og Rókur Akralíð gjørdu mun.
Ungi Bartal Klein Olsen skorar
upp á brotskøstini, Tummas Pauli
Hanusarson bæði átti lut í upp
spælinum
og
skotum,
meðan
samanspælið millum Rók Akralíð
og Rógva Dal Christiansen riggar
væl.
Kyndil er á odda 12-9 í hálv
leikinum og tað merkist á grønu
áskoðarafjøldini. Teir verja við
sjálvsáliti og eru snildir í álops
støðu. Hinvegin, so blíva hoyvík
ingar argir um eitt nú dømingina
og tykjast ikki í javnstøðu í pørtum
av fyrra hálvleiki.
Einki aftursvar úr Hoyvík
H71 byrjaði seinna hálvleik við
“a-ketuni”, har Peter Krogh, Mark
Marcher og Hilmar Leon Jakobsen
byrjaðu inni, men aftursvarið kom
ongantíð. Peter Krogh fekk sínað
aðru útvísting og so sóu vit ikki
A-ketuna aftur í seinna hálvleiki.
Mark Marcher helt H71 í dystinum,
men Hilmar Leon Jakobsen bleiv
væl dekkaður, meðan Peter Krogh
tóktist taka skeivar avgerðir í
álopsstøðu.
Hóast munurin er lítil til tíðir, so
tykjast hoyvíkingar heldur mátt
leysir. Bæði á og uttanfyri vøllin.
Tá so Kyndil heldur fram at fáa
neyðugu málini, er bara ein vinnari.
-Eg havi ongantíð verið so glaður
fyrr. Hetta var ótrúliga strævið,
men eg eri glaður. Vit vinna í dag, tí
vit eru góðir og spæla, sum vit hava
spælt teir seinastu fimm dystirnar.
Vit tosaðu undan dystinum um
tekniskar feilir. Vit gera næstan
ongar í dag og tað er munurin, sigur
Julian Johansen, venjari Kyndli, og
leggur afturat:
-Vit gera onkrar brølarar og fáa
onkra býtta útvísing, men annað
enn tað hava vit tamarhald á støðu
ni, sigur Julian Johansen.
Venjarin hjá H71, Sonni Larsen,
viðgekk eftir dystin, at hann hevði
tapt móti eini betri mótstøðu
-Kyndil hevur tyngstu verjuna í
deildini og tað gevur okkum trupul
leikar. Vit fáa skapt nakar góðar
málmøguleikar, men vit fáa ikki
skotið bóltin í málið. Vit skuldu
havt avgreitt skotini betri. Kyndil
vinnur uppiborið – tíverri, sigur
Sonni Larsen.
Hoyvíkingar tóktust ein stóran
part av dystinum, at finnast døm
ingini, men venjari heldur ikki, at
dømingin er munurin.
-Tað fyllur altíð eitt sindur,
men døming er ikki mítt borð. Teir
leggja eina linju og halda hana, men
hon kundi verið nakað øðrvísi. Vit
fáa nakrar útvístingar tíðliga í
dystinum, sum síggja ógvusligar
út, men kanska ikki eru tað. Vit fáa
innrættað okkum eftir linjuni til
seinna hálvleik, sigur Sonni Larsen.
trondur@sosialurin.fo
GRØNA
ÆTLANIN
HELT
Við eini framúr liðavrikið er Kyndil steypavinnari hjá monnum.
Lykilin til gullið liggur í einum framúr liðavriki, har verjan megnaði
at temja stóru spælararnar hjá H71. Kyndil vinnur finaluna 24-17
Verjan er sterk í dag
og saman við Jan
Paula í málinum, so
er tað avgerandi.
Álopsspælið er
rutinerað og vit
eru bara glaðir