Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. februar 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. februar 2018 · Nr. 21 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hilmar Jan Hansen – Tá tú hevur eina so góða verju framm­an fyri teg, sum eg hevði í dag, er tað hugaligt at standa í máli­num. Og eg kann takka góðu verju­ni fyri, at tað bara fóru hesi 19 mál­ini inn. Skalt tú standa væl sum mál­verji, noyðist tú at fáa hjálp frá verju­ni, og tað fekk eg so sanniliga eisini í dag. Tað staðfesti VÍF-málverjin, Kris­tina Griksaite, tá vit hittu hana eina løtu eftir lokna dystin, og hon strál­aði av gleði við gullmerkinum um hálsin. Undan steypafinaluni høvdu fleiri tosað um, at Maja Drago­ljub­o­ vic í málinum hjá Kyndli kundi ger­ ast spælarin, ið var avgerandi fyri, um Kyndil vann. Og so skal sigast beinan­vegin, at hon eisini stóð ein fínan dyst, men bara ikki hevði ta somu hjálpina sum Kristina, ið tí eisini uppiborið kundi lata seg kjósa til besta spælara í finaluni. Hon vardi VÍF-málið allan dyst­ in og læt seg bara avloysa tvær ferð­ir, tá Kyndil hevði brotskast, so tá sluppu Ragnhild á Heygum og Fríða Petersen líka inn at royna seg, áðrenn tær beinanvegin lótu mál­ ið aftur upp í tryggu hendurnar á Kris­tinu. Brosandi tol Eingin ivi var um, at leikluturin hjá Kristinu Griksaite var stórur í finalu­ni, tí í fleiri avgerandi førum, har Kyndil hevði møguleikan at koma innaftur í dystin við einum ella tveimum málum, var Kristina klár og annaðhvørt bjargaði ella megn­aði at verja so mikið væl fyri, at Kyndilsspælararnir skutu upp­ um ella við síðuna av. Samanumtikið var tað annars eitt sterkt liðavrik hjá VÍF, ið gjørdi av­ger­andi munin, so tað eydnaðist at fáa Faxe Kondi-steypið við sær heim­aftur til Vestmannar. Ikki minst var ein stórur munur eisini, at VÍF frá byrjan til enda arbeiddi eftir eini ætlan, meðan tað var tor­ført at fáa eyga á, hvat Kyndil í grund­ini ætlaði sær. – Eg skal ikki siga, at alt gekk 100 prosent, sum eg hevði ætlað mær í dag, men eg kann tó siga, at tað so avgjørt gekk eftir vild, segði VÍF-venjarin, Ingi Olsen. Hann var øgiliga róligur, tá liðini høvdu steðg­ir til at tosa um tingini, og tann friðurin sást onkursvegna eisini aftur á vøllinum. VÍF-kvinnurnar høvdu aloftast gott tol til at spæla sítt spæl, og allan vegin ígjøgnum høvdu tær nógv meira yvirskot og orku enn tær í Kyndli, og so hvørt sum dysti­ num leið, vóru tað fleiri av teimum, ið spældu brosandi fyri tað nógva, tí tær tóktust sannførdar um, at tað gekk rætta vegin. Eingin Turið Kyndil hevði í sínum lagi einki aftur­svar til tað, VÍF spældi út við, og serliga merkisvert var at síggja, at Turið Arge Samuelsen, sum vanliga stendur sera sterk í mynd­ ini og ofta kann gera lívið súrt hjá mótstøðuliðunum við sín­um skjótleika og avgjørda stíli, mest­ sum var púra burtur allan dystin. Ein stór orsøk til tað var Heidi Maria Akselsen, sum úti á høgra vongi hjá VÍF hevði fullkomuliga takið á Turið, ið púrt einki fekk burtur­úr, samstundis sum Heidi Maria hevði yvirskot til bæði at skjóta trý mál sjálv, umframt at vin­na eitt brotskast. Í verjuni vóru tað eisini spælarar sum Durita Christophersen Jojic og Kathe Frederiksen, ið tóku stór tøk, um­framt at Marianna Holm Jacob­ sen og Liljan Djurhuus við seks mál­um í part munaðu øgiliga væl í álops­partinum. Men alt í alt var steypasigurin hjá VÍF fyrst og fremst eitt lið av­rik. Hóast Kyndil kanska skuldi havt tað betur samanspælda liðið, vóru tað royndirnar og evnini hjá teim­ um í VÍF, ið gjørdu munin, so steyp­ ið fór til Vestmannar, har tað ikki hevur verið síðani í 2002. Hjartaliga til­lukku við tí, VÍF! hilmarjan@sosialurin.fo Ikki vóru nógvir minuttir farnir av steypafinaluni hjá kvinnum, áðrenn fyrstu ábendingarnar komu um, at hetta fór at vera dagurin hjá VÍF, tí Kyndil snøgt sagt ikki megnaði at fylgja við. Tað broyttist ikki, og eitt skifti vóru heili sjey mál á muni HONDBÓLTUR VÍF Í STÓRUM STÍLI 8 KRISTINA GRIKSAITE Stóð at kalla allan dystin og var við góðum málverjaspæli ein tryggur aftasti skansi 7 AGNAS OLSEN Var sum vant kreativi spælfordeilarin, hóast hon onkuntíð hevur verið sjónskari 7 LILJAN DJURHUUS Bjóðaði dúgliga av og hóast alt ikki eydnaðist, helt hon Kyndils-verjuna upptikna 5 INGIBJØRG OLSEN Nøktandi innsatsur ta løtuna, hon var inni 8 MARIANNA HOLM JACOBSEN Gekk undan, var trygg í spælinum og stóð seg væl á fleiri plássum 8 DURITA CHRISTOPHERSEN JOJIC Legði nógv fyri allan dystin og royndist í bæði verju og álopi við stórum stríðsvilja 5 SARAH BANK BJERG Var stutt inni, men fall væl inn í spælið 5 KATHE FREDERIKSEN Stríddist væl á strikuni og í verjuni og dugdi at taka tað róligt, tá tað kravdist 8 HEIDI MARIA AKSELSEN Pilkaði størstu hóttanina hjá Kyndli fullkomuliga niður og var trygg í spælinum RANDI VIRGARSDÓTTIR Ov stutt inni til meting FRÍÐA PETERSEN Ov stutt inni til meting RAGNHILD Á HEYGUM Ov stutt inni til meting LÍV INGDORSDÓTTIR Kom ikki inn TÓRA SELOY Kom ikki inn JACKLIN DURHUUS Kom ikki inn JÓRUN GUDMUNDSEN Kom ikki inn 8 INGI OLSEN, VENJARI Hevði eina ætlan, sum hann fekk at rigga, so liðið virkaði væl sum ein sterk og vinnandi eind SPÆLARAMETING VÍF 1 til 10 KÓDNAÐUR KYNDIL Bara seks ferðir í ár hevur besta kvinnuliðið hjá Kyndli latið 23 ella fleiri mál farið ígjøgnum í øllum sínum tilsamans 22 landskappingar- og steypadystum undan finaluni, men tá vann Kyndil altso fimm av dystunum – og tann sætti var forrestin ímóti VÍF… Og bara eina ferð hetta kappingarárið hevur Kyndil skotið færri mál enn tey 19 í finaluni leygardagin, og tað var eisini ímóti VÍF, sum á Hálsi vann 21-15 í landskappingardysti fyri einum góðum mánaði síðani. FJÓRÐA FELAGIÐ Tá Kristina Griksaite leygardagin var við til at vinna steypafinaluna við VÍF, var tað fjórða felagið, hon umboðaði sum steypavinnari. Litaviski málverjin, sum upprunaliga kom til Sóljuna í september í 2000 og tvey ár seinni skifti til StÍF, hevur síðani við góðum úrsliti roynt seg í fleiri føroyskum feløgum, tí undan finaluni leygardagin hevði hon eisini vunnið steypakappingina við Stjørnuni, Neistanum og Kyndli.