Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. februar 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 19. februar 2018 · Nr. 21 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... André Olsen Nýggja multihøllin á Hálsi – ið fyri stuttari tíð síðani er tikin í nýtslu - var um viku­ skiftið karmur um stóru finaludagarnar í hond­bólti­ num, har allar steypa­fin­ al­ur­nar hjá bæði teimum vaks­nu og teimum yngru vóru spældar yvir tveir dag­ ar. Nýggju karmarnir gera at pláss hevur verið fyri væl fleiri áskoðarum í ár enn undan­farin ár. Hava fingið góðar afturmeldingar Gunn Ellefsen, sum er for­ kvinna í Hond­bólts­sam­ bandi­num, er væl nøgd við nýggju umstøðurnar til at skipa finaludagarnar. -Vit í hond­bóls­sam­bandi­ num eru ótrúliga væl nøgd við, hvussu finalu­dag­ar­nir í ár hava hepnast. Um­støður­ nar til at halda finalur eru vorðnar væl betur við nýggju høllini, og sum heild eru vit eisini ótrúliga væl nøgd og hava fingið góðar aftur­meldingar frá fólki um finalu­tiltakið í ár, sigur Gunn Ellef­sen. Kundu hugsað sær at fingið fleiri við Í mun til áður var høllin skip­ að eitt sindur øðrvísi í ár, har til bar at uppliva annað enn bert hondbóltsdystir. Millum annað høvdu fleiri feløg básar í høllini, umframt at ein­stakir stuðlar eisini høvdu tað. Gunn Ellefsen kundi tonkt sær at fingið uppaftur fleiri við til komandi ár – bæði feløg og stuðlar. -Nú hava vit ikki tosað saml­að við feløgini enn, men vit høvdu leypandi samskifti við tey flestu gjøgnum viku­ skiftið. Tey vóru sum heild jalig um hvussu finalu­dagar­ nir vóru skipaðir. Vit í hond­ bólts­sambandinum kundu tó hugsa okkum, at fingið øll feløgini við og onkrar bás­ar afturat. Vit hugsa at finalu­dagarnir skulu vera skip­aðar, sum eitt sindur av einum tivolidegi, har fólk kunnu stuttleika sær í høll­ ini, hóast sítt egna lið ikki spælir. Millum annað høvdu tveir stuðlar eisini básar í høllini í ár, har tey bjóð­aðu tilboð ókeypis. Til kom­andi ár kundu vit eisini hugsa okkum, at tað vóru aðrar fyritøkur sum høvdu líkn­ andi ókeypis básar, sigur Gunn Ellefsen. Fullsett til báðar tær stóru finalurnar Í nýggju multihøllini á Hálsi er pláss fyri 1500 sitandi áskoðarum, og Gunn Ellefsen sig­ur, at fullsett var til bæði kvinnu og mansfinaluna, um­framt at nógvir áskoðarar eisini vóru til finalurnar hjá teim­um. -Í mun til hvussu nógvir áskoðarar tað eru pláss fyri, var tað nærum full­sett til bæði kvinnu og mans­finalu­ na. Vit halda kanska at tað vóru eitt vet fleiri áskoðar­ ar til mansfinaluna enn til kvinnufinaluna, men tað kemst serliga av at fleiri áskoðarar frá fyrru finalu­ ni vóru sitandi til sein­nu finaluna, umframt at eitt nýtt lið eisini gjørdist part­ur av finaluni. Til báðar final­ ur­nar var tó so gott sum full­sett, og tí hava tað verið um­leið 1500 áskoðarar til tær báðar finalurnar. Hjá teim­ um yngru vóru eisini nógvir áskoðarar til allar finalur­ nar, so samanumtikið hevur talan verið um gott hond­ bóltsvikuskiftið, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í hond­ bólts­sambandinum. andre@sosialurin.fo t Ein høll, sum lýsir okkara avbjóðingar Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, er væl nøgd við stóru finaludagarnar í hondbóltinum í ár FORKVINNAN ER VÆL NØGD VIÐ NÝGGJU UMSTØÐURNAR Um vikuskiftið hevur nýggja stórhøllin á Hálsi havt sína sveinaroynd. Steypafinalurnar í hondbólti hava verið allan leygardagin og sunnudagin. Nógvar betringar eru at hóma og forkvinnan í Hondbóltssambandinum er eisini væl nøgd – tað skal skal hon kanska eisini verða, tí nú vendist ikki aftur. Hugsa vit fyribils bara um ovaru hæddina, har hondbóltsfinalurnar blivu spældar, so er høllin nú tvífalt so lang. Áskoðarapláss eru sett upp fyri endarnar og tey tóku seg væl út. Vestursíðan, sum er oman móti Tórsvølli er sær sjálvum lík, tó at vindeygu eru komin í nú. Størsta broytingin er at áskoðaraplássini á eystursíðuni eru vekk. Tað er her áskoðararnir vanliga hava sitið. Umframt tað, so halda fjølmiðlar eisini til her. Tað er greitt, at høllin er ikki útgjørt til at hýsa fjølmiðlum – enn. Neyðloysnir blivu gjørdar, sum loystu uppgávuna, men tú situr eftir við kensluni, at fyrilit eru ikki tikin fyri allar partar, men helst er tað á veg. Eg havi møtt ymiskum meiningum um høllina. Hon er heilt vist blvin væl betri. Fyriskiparnir brúktu plássið í høllini handan áskoðaraplássini øðrum megin, til at hava undirhald av ymiskum slag. Skeg, frálíkt og hugnaligt. Tað eru tó tey, sum síggja størru myndina. Avbjóðingin er, at høllin er ov smøl til eitt nú altjóða hondbóltskrøvini. Tí er trupulleikin ikki loystur við at gera hann longri. Høllin er nú umvæld fyri nógvar milliónir krónur, men eg loyvi mær at ivast, um nakar hevði bygt hann eins – um byrjað varð av nýggjum Tað eru nú áskoðarar fyri báðum endum, men hóast stemningurin var góður í høllini, so sita flestu áskoðararnir nógv væl longri vekk. Tað hevur tó eisini sínar fyrimunir, serliga tá talan er um trygdarkrøv. Tað var nýtt áskoðaramet í høllini, har mett varð at um 1.500 áskoðarar vóru til finalurnar. Eg kann tó ikki lata vera við at halda, at vit gjørt enn eina lappaloysn. Tað er ikki hendan setan, ella nakar ávísur, ið beinleiðis hevur skyldina. Tað hava vit øll. Stuttskygdni, ábøtur, ósamanhangur og ikki minst pínligur politikkur hevur í nógv ár verið ein avbjóðing hjá okkum, tá tað kemur til ítróttarumstøður. Tíbetur sær út til, at Tórvøllur ikki fær somu lagnu. Tjóðarleikvøllurin tekur seg væl út, og sum eg skilji tað, so verður ikki spart við vestursíðuni. Hon skal standa í nógv ár afturat. At spara og lappa er í slíkum førum sum at pissa buks. trondur@sosialurin.fo