Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. februar 2018 · Nr. 22 mikudagsblaðið Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov – Vi giver Dem herved til kende, at vi vil have Dem overdraget i Vort navn at bringe Folketinget bud­ska­bet om, at Vor højtelskede, kære æg­te­fæl­le Hans Kongelige Højhed Prins Hen­ rik stille er sovet ind den 13. feb­ruar 2018 klokken 23.18. – Vi bringer dette budskab i fuld for­vis­ning om Folketingets del­ta­g­ else i Vor og Vore Slægtninges tun­ge sorg. Soleiðis læs Lars Løkke Ras­mus­ sen upp fyri Fólkatinginum gjára­ morg­un­in í einum almennum brævi – ein­um sonevndum reskripti – frá Margr­etu drotning til Fólkatingið. Hansara Kongaliga Hátign Hend­ r­ikur krúnprinsur er nú far­in av fold­um, og í gjár var hann kór­sett­ur í Christ­ians­borgs Slotskirkju fyri síð­ ani at verða kremeraður. Við Heindriki prinsi er ein týð­ andi part­ur av kongshúsinum sein­ astu hálvu øldina farin í søguna. Hóast danir mangan hava verið held­ur speiskir við franskmannin, sum ong­an­tíð lærdi »ord­i­ligt danskt«, so er hann mikið róstur hesa vik­una, hann hevur staðið und­ir børu. Vit kenna jú øll prinsin, hvussu litfagur hann mangan var – og at hann ikki góðtók vant­and­andi vilj­ an til javnstøðu. Ikki bara í kongs­ hús­i­num, men eisini í Dan­mark sum heild. Ólíka lætt­ari hev­ur ver­ið hjá dønum at góðtikið verdøtur hans­ara í so máta, sum allar tríggj­ar so væl hava megnað at sjar­mer­að seg inn hjá danska fólkinum. Hóast deyði prinsins ikki broyt­ir valds­javnvágina ella trún­fylgj­una í kongs­hús­i­num, so minnir hann okk­um á, at drotningin nú er einkja – og hon er ein 77 ára gomul kona. Tað merkir uttan iva, at Fríð­rik­ur krúnprinsur nú fær al­samt fleiri av skyldunum, sum drotn­ing­in og prinsurin hava havt. Og nú pápin er farin, so nærkast eisini tíðin – í øllum førum í huga­ heimi­num – at Fríðrikur skal taka við krún­uni og gerast kongur Dan­ mark­ar. Tá fær Danmark aftur kong, sum landið ikki hevur havt síðani 1972. Fríðrikur megnar uttan iva ta uppgávuni eins væl og mamman. seinasta ferðin hjá heindriki Vendir alt øvugt hjá Tórði? Arnstein Niclasen Kjak síða 15 Lang­ hyl­ur kom­in í lang­drag Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Føroyska matstovan KOKS, sum í fjør gjørdist fyrsta før­ oyska matstovan, ið fekk eina Mich­elin-stjørnu, varðveitir stjørn­una í eitt ár aftrat. Tað varð stað­fest á há­tíð­ ar­haldi í Keypmannahavn í mána­dag­in, tá Michelin kunn­gjørdi hvørjar mat­stov­ ur fingu nýggjar stjørnur í ár. Sum siðvenja er, so vistu starvs­fólkini í KOKS ikki, um tey varð­veittu stjørnuna fyrr enn á há­tíð­ar­hald­inum, men høvuðskokkurin Poul Andrias Ziska væntaði kortini ikki, at tey mistu hana. – Hetta er øgiliga deiligt. Sjálv­andi vónaðu vit ikki at missa hana, men væntaðu held­ur ikki at fáa eina aftrat tað. So vit fingu tað, ið vit komu eftir, sigur Poul Andrias Ziska, ið er í Keypmannahavn í sam­band við handanina. Tað var kortini ikki heilt utt­an nervar, at Poul Andrias Ziska sat til handanina mána­ dag­in og fylgdi við, hvussu stjørn­u­rnar blivu handaðar. – Tað er altíð ein spenn­ing­ ur. Michelin dugir øgiliga væl at skapa hendan spenningin og skapa hesa óvissuna um hvør fer at missa og hvør fer at fáa. Teir eru serfrøðingar á tí øki­num, so sjálvandi hevði man onkrar nervar. Men eg royndi at hugsa so logiskt sum møgu­ligt, og helt ikki, at tað var grundarlag fyri at vit mistu stjørnuna, sigur Poul Andr­ias Ziska. Hóast høvuðskokkurin ikki hevði væntað, at KOKS fekk eina stjørnu aftrat í ár, so út­i­lokar hann ikki, at hon møgu­liga fer at koma seinni. – Tað hevði verið fan­tast­ iskt at fingið eina aftrat. Tað er vert at hava í huga, at nakrar av teim­um matstovunum, ið hava tvær stjørnur koyra sama stíl sum vit, hóast tað aldr­in verður heilt tað sama, tí vit koyra á tað føroyska. Men eins og vit hyggja tær burtur frá fín­um silvurborðbúnað og hvít­um dúkum, ið er tað, ið man hevur sett í samband við Mich­el­in. Tað eru fleiri, ið koyra tann óformella stílin, ið kort­ini arbeiða á høga pro­ fess­i­onellum støði, ið fáa tvær stjørn­ur. So tað er ikki ó­møg­u­ ligt hjá okkum, men tað tekur tíð, sigur Poul Andrias Ziska. Gekk sum vit høvdu væntað Hvørjir munnu hesir báðir vera? Tað vil Suni Joensen í Havn fegin hava at vita. Myndin er úr skótabókini »Spej­derminder«, sum er bók um skótarørsluna í Danmark. Suni Joensen sigur, at mynd­in er tikin í sambandi við eina skóta­jam­boree, sum varð hildin í Hollandi í 1937. – Altjóða skótarørslan skip­ar fyri jamboree 10. hvørt ár – tá árs­talið endar við 7, sig­ ur hann. Men hann veit ikki, hvørjir dreing­irnir á myndini eru. Teir eru í skótabúnað og í før­ oysk­ari húgvu. Um onkur lesari kennir dreing­ir­nar – og søguna um mynd­ina, so lat okkum endi­ liga frætta við at senda ein teldu­post til red@sos.fo Føroyingar á skóta­jamboree Karen Visth, víntænari, Johannes Jensen , stjóri, og Pól Andr­i­as Ziska, hvøuðskokkur á Koks, tá mat­stov­an í fjør, sum hin fyrsta føroyska, fekk Michellin stjørnu, sum hon endurvann hesa­ferð Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin (Foto: Henning Bagger/Scanpix 2018) Erling eidesgaard Kjak Síða 18