Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. februar 2018 · Nr. 22 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen – Løgmaður hevur lovað okk­ um, at hetta skal einki kosta okkum. Men málið gong­ur sína gongd, og enn vita vit púra einki. Dennis Holm, formaður Kommunufelagnum, sigur, at enn er greiða ikki fingin á, hvussu støðan verður hjá kommunum, eftir at Lands­ stýrið hevur lagt tvey upp­ skot fyri Løgtingið, sum fara at fáa álvarsligar avleið­ing­ar fyri inntøkurnar hjá kom­ mun­unum. Nakað síðani legði Lands­stýrið uppskot fyri Løg­tingið um at geva fyri­ tíðar­pensjónistum ein skatta­lætta, so at teir fingu 1000 krónur meiri at liva fyri um mánaðin. Tá góvu kommunurnar ilt av sær tí at hetta fór at kosta kommununum kring land­ið yvir 25 milliónir í mist­um inntøkum av skatti. Tað vildu kommunurnar ikki góðtaka, men kravdu, at vildi Landsstýrið lætta um hjá fyritíðarpensjónistum, skul­ di tað ikki senda kom­mun­ un­um rokningna. Tað lovaði løgmaður og síðani hevur talan verið at kommunurnar skuldi fáa ein part av veiðigjaldinum í endurgjaldi, so at tær ikki fóru at missa nakað. Síðani hevur landsstýrið eisini lagt uppskot fyri Løg­tingið um at limir í fak­ feløgum skulu sleppa at draga limagjaldið til fak­ felag­ið hjá sær, frá í skatti. Eisini tað kann verða ein dýr søga hjá kommununum. Fyrst varð mett, at tað fór at kosta tilsamans sjey milliónir í mistum skattainntøkum, men síðani vísa metingar, at tað kann fara at kosta minst 40 milliónir. –  Í roynd og veru veit eing­in, hvat tað fer at kosta, stað­festir Dennis Holm. Hann vísir eisini á, at upp­skot­ið um skattalætta til fyritíðarpensjónistar, er sam­tykt, men lógin um veiði­ gjald­ið, sum skuldi vera end­ ur­gjaldið hjá kom­mun­un­um, er ikki samtykt. Og tað er heldur eingin, sum veit, hvørja lagnu tað fær, tí tað gongur strilti hjá samgonguni at av­greiða tað. Tað hevur nú lig­ið í Vinnu­ nevndini hjá Løg­tingi­num í tveir mánaðir, men eftir eftir forskriftunum hjá Løg­ tingi­num, skuldi tað verðið av­greitt fyri einum mánað síðani. Orsøkin til, at málið ikki er avgreitt enn, er, at semja er ikki í samgonguni um, hvussu veiðigjaldið skal skip­ast. Og uppskotið um at draga fakfelagsgjaldið frá í skatti, er heldur ikki avgreitt, tí eisini tað er eitt mál, sum ósemja er um, serliga tí at ongin veit, hvat tað í roynd og veru kostar, og, hvussu fíggi­ngin skal finnast. Tað er ikki nøktandi Sostatt vita kommunurnar ikki, hvar tær flóta í øllum hesum, og Dennis Holm held­ ur ikki, at tað er nøktandi. –  Hóast vit hava fingið lyfti um nakað annað, er einki avgjørt enn, og sum tað liggur í løtuni, eru tað fram­vegis kommunurnar, sum koma at missa rættiliga fitt av skattainntøku, leggur hann afturat. Somuleiðis heldur hann held­ur ikki, at tað er ikki nøktandi, at uppskot verður lagt fyri Løgtingið sum fá stórar avleiðingar fyri kom­ munur­nar, uttan at kom­ mun­ur­nar frætta hvørki orð ella eið um tað framman undan. – Tað kemur javnan fyri, at landsstýrið leggur upp­ skot fyri Løgtingið, sum fáa fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar, uttan at kommunurnar vita av tí framman undan, og tað er ikki nøktandi mannagongd, sigur formaðurin í Kom­mu­ nu­felagnum. Hann heldur eisini, at tað elvir til óneyðugt stríð, at kommunurnar einki fáa at vita frammanundan, og at Landsstýrið heldur kom­mu­ n­urnar uttanfyri, tí av­leið­ ing­in av tí er, at fyri at verja síni áhugamál, mugu kom­ munurnar so í hernað aftan á at málini eru løgd fram. Mugu fáa betri samstarv Dennis Holm sigur, at tískil hev­ur Kommunufelagið bið­ ið løgmann og landsstýrið um fund um viðurskiftini. Hann sigur, at endamálið er at fáa betri samskifti ímill­ um landsstýrið og kom­mun­ urnar um tey mál, lands­stýr­ ið arbeiðir við, og sum ávirka kommunurnar. –  Tað er ikki nøktandi at Landsstýrið ferð eftir ferð ger inntriv í fíggjar­ligu viður­skiftini hjá kom­mun­ un­um, uttan at ko­m­mun­ur­ nar so frægt sum sleppa at sita við borðið, tá ið tey verða løgd til rættis, og tað er ein stór­ur trupulleiki. –  Tí vilja vit hava fund við Landsstýrið um tey mál, sum nú liggja í Løgtinginum, nevni­liga skattalættin til fyri­tíðarpensjónistar og rættin til at draga limagjald til fakfeløg frá í skatti. –  Men vit vilja eisini fáa eina avtalu við Landsstýrið um at hava regluligir fundir ímillu­m Landsstýrið og kom­mun­urnar um tey mál, Lands­stýrið arbeiðir við, og sum ávirka kommunurnar. Dennis Holm sigur, fæst eitt slíkt samstarv í lag ímill­um kommunurnar og Lands­stýrið, slepst undan, at uppskot, sum ávirka kom­ mun­urnar, verða løgd fyri Løgtingið, uttan at kom­mun­ ur­nar vita av tí, og uttan at lands­stýrið veit, hvørja áskoð­an, kommunurnar hava á tey. Og samstundis fáa kom­ mun­u­rnar sjálvsagt høvi til at ávirka tey uppskot, sum verða løgd fram fyri at sleppa undan óneyðugum stríði. – Løgting, Landsstýrið og kom­munurnar tæna sama borga­ra og tí er tað harmiligt, at vit ikki samstarva meiri um tann politikk, sum skal førast, tí tað hevði gagn­ að øllum pørtum, og hevði forðað fyri nógvum ósemj­ um, sigur Dennis Holm. VIL VIÐ TIL BORÐS – Tað er ikki nøktandi, at Landsstýrið javnan leggur uppskot fyri Løgtingið, sum fáa stórar avleiðingar fyri kommunurnar, uttan at vit so mikið sum sleppa at sita við til borðs, tá ið málini verða løgd til rættis, sigur Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum ENN VITA VIT PÚRA EINKI SAKNAR SAMSTARV Landsstýrið hevur lovað okkum, at tað skal einki kosta okkum, men eingin avgerð er tikin og nú hava vit biðið um fund fyri at fáa eitt betri samstarv, sigur formaðurin í Kommunufelagnum Tí er tað harmiligt, at vit ikki samstarva meiri Sum tað liggur í løtuni, eru tað framvegis kommunur­ nar, sum koma at missa rættiliga fitt av skatta­ inntøku