týsdagur 20. februar 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. februar 2018 · Nr. 22
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Vilmund Jacobsen
Tað var í Dimmalætting hin
3. februar í 1923, at Andreas
A. Arge við stuttorðaðari lýs
ing boðaði frá, at hann nú fór
at arbeiða sum ur-og instru
mentmakari í Havn.
Lýsing hansara í nevnda
blaði var soljóðandi:
“Jeg tillader mig herved
at meddele, at jeg har nedsat
mig som ur-og instrument
mager i Thorshavn, og anbe
faler jeg mig til ærede publik
um med alt til faget hørende
arbejde...”
Heidi og Dagfinn
Maðurin, vit umrøða og
sum byrjaði sítt virksemi í
Havn fyri 95 árum síðan, var
pápi kenda Pussa Skilling -
ella Jákup Andreas Arge av
navni.
Tað var Jákup Andreas
Arge, sum í nógv ár var
ímyndin av Skilling Optik,
og hann var eisini kendur frá
vakra Myndakalendaranum,
sum hann gav út á hvørjum
ári í mong ár.
Jákup Andreas gavst í
fyritøkuni fyri nøkrum árum
síðan og tey, sum í dag leiða
handilin, sum hevur húsast
í SMS síðan 1983, eru dóttir
Jákup Andreas Arge, Heidi
Arge Poulsen og pápabeiggi
hennara, Dagfinn Arge.
Knýtt at fyritøkuni í dag,
sum selur brillur og linsur
og veitir allar optiktænastur
í SMS, eru eini 5-6 fólk til
samans.
Samanlegging í 2010
Í nýggjari tíð var talan í
fleiri ár um tveir handlar,
har handilin, sum var í
Bøkjarabrekku, í 1990 flutti
úr brekkuni og oman í Niels
Finsensgøtu 23.
Árini fram til samanlegg
ingina millum handlarnar
báðar, sum var hin 1. mars
í 2010, var annar handilin
í SMS og hin niðri í Niels
Finsensgøtu.
Síðan 2010 hevur Skilling
Optik bara havt snotiliga og
innbjóðandi handilin í SMS,
og sum árini eru gingin, hava
tey slept søluni av urum,
smúkkum og øðrum, sum tey
áður høvdu.
- Tað vísti seg, at optikara
uppgávurnar gjørdust fleiri
og fleiri, og skuldu vit kunna
veita eina holla tænastu á
hesum øki, máttu vit legg
ja okkum eftir optikara
tænastunum burtur av, siga
Heidi Arge Poulsen og Dag
finn Arge.
Dagfinn
Arge
gjørdi
annars sítt sveinastykkið sum
urmakari í Danmark í 1967,
men so hvørt, sum optikara
uppgávurnar vuksu, hevur
hann tikið nógv skeið í optikki
og nýtslu av linsu, og hann er
eisini góðkendur optikari.
Heidi gjørdist útbúgvin
optikari í 1984, og hon tók
sína útbúgving í Danmark.
Ein stórur dagur
Nú henda familjufyritøka,
sum Skilling Optik er, hevur
heili 95 ár á baki, ætla tey
bæði ikki, at dagur skal fara
aftur við uttan eina móttøku.
- Vit bjóða til móttøku í
handlinum í SMS fríggja
dagin 23. februar, sum er
fríggjadagin komandi, har øll
eru hjartaliga vælkomin inn
á gólvið til kaffi, kransakøku,
sider og ballónir í tímunum
frá klokkan 12 til 17.
Heidi Arge Poulsen og
Dagfinn Arge siga, at øll, sum
koma inn á gólvið henda
dagin og ta næstu vikuna,
verða við í einum lutakasti
um tríggjar vinningar.
- Vit hava gjørt tað soleið
is, at fyrsti vinningur verður
eitt gávukort á 5.000 krónur,
og síðan verða tveir vinn
ingar aftrat, sum eru gávu
kort á 1500 krónur hvør.
Drigið verður millum øll tey
vitjandi í nevnda tíðarskeiði
hin 2. mars, siga tey,
Skilling-navnið
Tað er ikki heilt greitt,
hvør søgan er aftan fyri, at
Andreas A. Arge varð róptur
Skilling.
Pápabeiggi
hansara
hevði í gamlari tíð ursmiðu í
Bringsnagøtu, og tað var hesa
smiðju, ið Skilling yvirtók í
1923, soleiðis sum vit nevndu
í byrjanini, tá hann fór í holt
við sítt virksemi.
Í
ursmiðjuni
umvældi
Skilling ur og klokkur, og
hann hevði eftirlit við eitt nú
kumpassum, kronometrum,
sekstantum
og
øðrum
navigatiónstólum til skip.
Almenna
navnið
á
fyritøkuni
upp
gjøgnum
árini var Andreas A. Arge,
men tá vanliga navnið, sum
fólk róptu, tá tey nevndu
fyritøkuna, var Skilling, fór
hann eisini at brúka Skilling-
navnið alment longu í 1950.
Skilling Optik er eitt gott
vørumerki og tey bæði, sum
reka
familjufyritøkuna
í
dag, Heidi Arge Poulsen og
Dagfinn Arge, leggja stóran
dent á at veita eina góða og
holla tænastu.
Skilling Optik hevur 95 ár
á baki sum familjufyritøka
- Vit bjóða til móttøku í handlinum í SMS fríggjadagin 23. februar, har øll eru hjartaliga vælkomin
til kaffi, kransakøku, sider og ballónir, siga Heidi Arge Poulsen og Dagfinn Arge
Heidi Arge Poulsen og Dagfinn Arge saman við nøkrum av sínum starvsfólkum í Skilling Optik í SMS
Mynd: Álvur Haraldsen
Gamlar myndir frá tíðini hjá Andreasi A. Arge (Skilling)