Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 21. februar 2018 · Nr. 22 TÍÐINDI Síðani prinsurin doyði týskvøldið í farnu viku hevur danska tjóðin verið merkt av hendingini. Mong hava latið blómur og heilsanir annars uttanfyri tey ymisku slottini hjá regentparinum. Túsundavís hava eisini staðið í kø fyri at sleppa inn í Christiansborgs Slotskirkju, har kistan hjá Heindriki prinsi hevur verið atkomilig seinastu dagarnar, so at almenningurin kundi sleppa inn at siga eitt seinasta farvæl FAKTA UM HEINDRIK PRINS: Heindrikur prinsur varð borin í heim tann 11. juni 1934 í Fraklandi. Heindrikur prinsur varð trúlovaður við donsku krúnprinsessuna - seinni Drotning Margretu av Danmark - í september í 1966. Árið eftir, 10 juni í 1967, vórðu tey gift í Holmens Kirke í Keypmannahavn. Við vígsluna fekk Heindrikur heitið Hans Kongaliga Hátign Heindrikur Prinsur av Danmark. Saman fingu tey tvey børn. Á nýggjársaftan 2015 segði Margreta Drotning frá, at Heindrikur prinsur fór at taka seg aftur frá almenninginum og bert fór at luttaka í fáum almennum tiltøkum. Tann 14. apríl 2016 frásegði Heindrikur sær heitið sum prinsgemalur, og vildi framyvir kallast fyri Heindrikur prinsur. Hetta sambært kongshúsinum tí, at heitið hóskaði seg betur til hansara nýggju tilveru sum pensjónistur. Prinsgemalur Tá ið Heindrikur varð giftur við Margretu, var Danmark í einari nýggjari støðu, tí ongantíð áður hevði man havt ein mannligan maka til ein kvinnuligan regent, og tí var eingin natúrligur háttur at svara spurninginum um heitið hjá Heindriki. Heindrikur varð ávaraður av pápa sínum um at fáa eina avkláring upp á sína komandi støðu, áðrenn hann varð giftur við Margretu. Tað hendi tó ikki. Prinsurin fekk tí kontór á Amalienborg við egnum sekreteri, tó at hann ongar formligar uppgávur hevði ella fíggjarliga játtan. - ”Ein flákrandi skuggi í skugganum hjá Drotningini. Ein generalur uttan ein her”, hevur hann síðani sagt um støðuna tá. Í 1969 byrjaði prinsurin at arbeiða fyri danska Reyða Kross og altjóða Reyða Kross. Seinni byrjaði hann eisini at arbeiða sum ambassadørur fyri danskt vinnulív. Harvið helt hann fram við siðvenjuni um, at kongaligir makar skulu átaka sær samfelagsligar uppgávur og geva teimum tað viðurkenning og virðing, sum fylgir við einum kongaligum heiti. Tó so vóru trupulleikarnir ikki loystir. Prinsurin gjørdi fleiri ferðir greitt, at hann var ónøgdir við støðuna og heitið. Eftir 15 ár í Danmark gjørdi hann varugt við, at hann fekk lummapengar frá konu síni. Tað varð tá broytt soleiðis, at tað varð greitt tilskilað í fíggjarlógini, hvussu stórur partur av játtanini hjá Drotningini skuldi víðari til prinsin. Eftir tá var spurningurin um heitið hjá Heindriki. Tá ið Drotningin ikki luttók í einum almennum tiltakið í 2002 orsaka av sjúku, var tað krúnprinsurin, sum stóð sum vertur. Heindrikur prinsur mótmælti hesum – at hann nú var degraderaður frá at vera nummar tvey til at vera nummar trý. Eftir hetta mótmælti hann eisini alment, og hansara heitið varð broytt frá ”prinsur” til ”prinsgemalur”. Síðani hevur Heindrikur eisini gjørt vart við alment, at hann hevði eitt ynski um at blíva kongur, hóast hann ongantíð bleiv tað. Fleiri miðlar hava tó umrøtt Heindrik sum ”Kong” eftir at hann gjørdi greitt, at tað var tað heitið hann ynskti sær. Í kirkjuni vóru fleiri kór, sum sungu fyri prinsinum. Tað var týðiligt, at kongafamiljan var rørd av syrgiligu støðuni. Eftir kirkjugongdina fór líkið hjá Heindriki prinsi í líkbilin, borið av 12 offiserum. Eftir hetta var eitt privat ervi á skránni, har 60 innboðin luttóku. Heindrikur Prinsur var 83 ár til Heindrik Prins