týsdagur 20. februar 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. februar 2018 · Nr. 22
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Arnstein Niclasen
Eg hitti Tórð fyrstu ferð
í 1960. Tríggir ungir “væl
angandi” studentar komu á
gátt hjá okkum ein sunnu
morgun. Mamma tók blíð
ímóti teimum. Tórður gekk
fremstur og heilsaði fólka
liga: “Gott kvøld” (!).
Næstu ferð var inni í
Husumgade 8 á Nørrebro,
har ið teir mætastu frama
menninir falsaðu og heftu
tað “rætthugsandi” tíðarritið
”Framin” til útgávu. Eg haldi
ikki, at Tórður gjørdi nakað
til nyttu tá, hann gekk í
hvítum
handskum,
men
minti skaldið Tummas N.
Djurhuus á, at hesin skyldaði
honum 50 krónur.
Tey sóu reytt
Táið eg viðhvørt kenni hug
til at lesa okkurt lættari
til skemtunar, so kann eg
taka
fram
bókina
“TEY
SÓU REYTT – víðgongdi
vinstravongurin í Føroyum
1962-1990” eftir Páll Holm
Johannesen.
Ein sera skemtilig bók,
sum ikki fær nakra umrøðu
i høsni-møsni bókmenta-
sendingunum í SvF. - í “S-h-
ortu-díkinum” (Óli B.).
Eitt nú fúnað evni um
stalinistiskar/maoistiskar
lesiringar og friðargongur
um lond. Um reyðar summar
legur í Múla og Norra - við
vápnavenjing til frama fyri
kommunistiskari yvirtøku
av føðilandinum. Um Pol Pot
og USS MCloy vitjan í Havn.
Har sum glansurin av teim
hægri skúlaðu ungmennum
landsins
dvaldi
í
søtum
rúsandi dreymum, um at
Paradísið ikki lá eysturi í
Eden, men beint eystan fyri
Berlin-múrin.
Og aðrir gjørdu jorsala
ferðir til Albaniu – heimsins
totalt gudleysa land – men
blivu við markið rakaðir
um skalla og kinn, tí at tann
lodna útsjóndin minti al
bansku vinir teirra um fyrr
verandi
kristnar
prestar,
sum nú sótu í fongsli.
Ikki tí, eg vanvirði als ikki
nakran av hesum ungu - tá so
sannførdir (sum eg havi fleiri
vinabond við í dag) - men eg
undrist bara á, hvussu tíðin
broytir, og hvussu hon fær
“so mangt at venda niður,
sum fyrr vendi upp!”.
Og í mínum stilla sinni
sammeti eg tá ta forfylging,
ið Olaf Halvorsen fekk fyri
lívið - fyri hansara ungu og
óvitandi bekl. Her er munur
á monnum.
Seinastu ferð eg hitti
Tórð, var táið hann sat væl
fyri á fremsta beinki í “Sali
num” ein sunnumorgun til
breyðbróting saman við ein
um skotskum vinmanni (!).
Tá hevði hann latið úr
hondum ein bók um Brøðra
samkomuna. Góð bók. Hóast
ikki nøkur nýggj relativitets-
teori, sum so – soleiðis at
skriva av eftir vini mínum
Peturi W. Háberg - umframt
at verða gratis fóðraður við
tilfari frá fittum (og kanska
góðtrúnum) fólkum úr sam
komuni.
Ummæli Tórðar um
bókina “Herskin
herðindi”
Tveir dagar fyri føstuinn
gangin í ár hevur so Tórður
Jóansson, dr. í málfrøði og
dr. í gudfrøði og alra handa
sera kveikjandi viðmerkjari
á portalunum, úr Glasgow
skrivað eina heldur minni
rósandi grein um bók mína
“Herskin herðindi”, ið kom
út um ólavsøkuleitið í fjør og
fevnir um tað løgna lækna
stríðið í Klaksvík 1952-1956.
Og hetta takki eg vituliga
fyri, at ein so væl útborin og
útbúgvin maður síðani ólav
søku hevur tikið sær tíð til at
nærlesa bókina, sum hann
nevnir so sigandi: “Lítils
verdar hugleiðingar”.
Og hóast myndin av Tórði,
sum Sosialurin borðreiðir
við á ovasta bredda á fyrstu
síðu, ikki júst ber boð um, at
nakað gott lag er á garpinum,
so setti eg meg við áhuga at
lesa hesa ritgerð doktarans.
Og eg varð als ikki svikin.
Eg fekk eina dýrabara
nøgd
av
navnorðum
og
lýsingarorðum um bókina
og um meg, mín penn og mín
rygg, sum bæði málsliga og
gudfrøðiliga helst daga upp
um ta higartil kendu littereru
tromina av ummælum – ella
eisini avdúkar hetta bara,
at doktarin onkursvegna
treingir til onkra hjálp:
Tað er ein “Tvætlibók
og Skendsilsbók.”, skrivar
smædni mál- og gudfrøð
ingurin fleiri ferðir. Og at
eg, sum høvundur, eri bæði:
“Býttur, reypari, hevur naz
istiskar devlahógvar, mein
fýsin, forrendur, óndur, búr
hundur,
eiturspræningur,
søguklombur, rangsnúgvari,
skendskur, frekur og óreinur
apukattur,
forherðingur,
skjarrligur, ónæriligur, varg
ur, hunddálkari, havi ein
jaligan hugburð fyri tí eks
trema, nationalistiska og
høgrarákinum, ið facisman/
nazisman er - og at øll bókin
er sprottin úr dramblæti,
illsinni
og
fanansskapi”.
Fleyrar tað fjálgt frá ser
frøðinginum í superlativum,
Tórða Jóanssyni.
So mong og góð vóru
orð og ummæli fleirfalda
doktarans. Tað er landsogn í
manninum. Ja, kanska vit nú
kunnu vænta okkum okkara
fyrsta doktara í illbønum? So
deiligt, ha? Og tað kann ikki
taka langa tíð - fyri Tórð!
Eg
fati
eisini
millum
reglurnar, at eg onkursvegna
havi stoytt upp undir hvítu
mansjettirnar hjá faðirliga
upphavi stílmeistarans, og
sum eisini var doktari, skal
eg í sannleikans áhuga eisini
tignarliga viðmerkja her.
Og
fyri
hetta
-
fyri
læknasonarins so særandi
- áhaldsið frá mær, harmist
eg vituliga um. Tað var ikki
endiliga meiningin; men táið
ein rættiliga ótespilig søgu
gongd verður skrivað, so
kann onkur koma at smakka
koyrilin í meira lagi. Tað
hendir.
Mál- og gudfrøðidoktarin
endar drúgvu grein sína við
einum sitati eftir vísmannin
Sokrates: “Tað einasta, ið eg
veit, er, at eg einki veit!”
Og
her
má
eg
geva
doktaranum rætt, hóast eg
ikki kenni meg sjálvan rætti
liga aftur í hansara djúpt
kvalitativu
lýsingarorðum
um meg og bókina omanfyri.
Tí, tað er tann eksakti
munurin millum hann og
meg (forrestin Líggjas og
Christoffer við), at eg VAR
HAR á staðnum. Meðan
doktarin
VAR
IKKI
har.
Og har í liggur ónoktiliga
hundurin grivin. Og tí veit
hann einki, fatar heldur einki
og heldur ikki tað, at bókin er
mín og skrivað av mær – og
ikki av honum!
Maktin og ábyrgdin
Kjarnin í læknastríðnum er,
at talan er um tveir bólkar.
Annar hevði maktina - og
tí eiga vit at krevja mest av
hesum bólkinum. Og í hesum
bólki eru fyrst og fremst teir
donsku
embætismenninir,
ríkisumboðsmaðurin
og
landslæknin, sum avgerandi
persónar á vágskálini. Og
aftan fyri teir - tað beiska,
danska læknafelagið.
Í hinum bólkinum eru
fyrst teir sjey menninir, sum
í maktarloysi skipaðu fyri
einari adressu til frama fyri
ta
áralongu,
miseydnaðu
heilsurøktina í Norðuroyum.
Hesir vóru: Jóan Pauli Stein
berg, Georg Nolsøe, Jens
Sofus Isaksen, Viggo Joen
sen, Óla Jákup Jacobsen, Páll
Róland Poulsen (sum enn er
á lívi) og Fischer Heinesen,
sum bleiv valdur til fram
søgumann teirra.
Sama maktarloysi kendu
teir, táið teir seinni demo
kratiskt blivu valdir til at
leiða
kommunustýrið
í
Klaksvík: Richard Jacobsen,
formaður, Viggo Joensen,
Óla Jákup Jacobsen, Pól
Skarðenni og Poul Jacob Ol
sen – og tað sama máttloysi
kendist, hóast at ein teirra,
Richard
Jacobsen,
bleiv
valdur í løgtingið. So framúr
skiparar fleiri og álitismenn
allir samlir.
Við eitt lítið vet av pro
portiónssansi og situatións
fornemilsi frá myndugleik
anna síðu – hevði als einki
læknastríð komið fyri. Men
skilið var bara ikki til staðar.
Og at hesir omanfyri
nevndu menn verða niður
gjørdir til uppreistrarmenn
ella rumbulsmenn, soleiðis
sum
Tórður
Jóansson,
doktari og landslæknasonur,
nevnir teir. Tað gangi hvørki
eg og mong við mær ikki við
til. Soleiðis er tað.
At onkur onkuntíð fór um
mark, tað er ein onnur søga.
Tí aftur í hesum føri kendu
hesir fyrr nevndu hampa- og
álitismenn til maktarloysi.
Dómsvaldið
Fischer
Heinesen
bleiv
dømdur í fongsul í 18 mán
aðir fyri uppreistur. Hann
sum sissaði fjøldina við
sjúkrahúsið (politiið gjørdi
einki), og hann gekk sum
havnarmeistari undan teim
burturvístu,
heilt
norður
til norðastu havnina tá - á
Kósini, fyri at einki ilt skuldi
henda teimum fremmandu
tann 21. apríl 1955.
Og sama sinnalag vísti
Fischer við at loðsa teir
kringsettu
embætismenn
inar inn í lívd á havnarskriv
stovuni tann 27. september
1955.
Viggo
Joensen,
sum
fungerandi kommunustýris
formaður, bleiv dømdur í
fongsul í 6 mánaðir. Eisini
fyri sín kyrrandi atburð.
Í báðum førum - uttan
skugga av haldi í ákærunum
- blivu teir dømdir. Ja,
soleiðis sum Sigurð Joensen,
landsrættarsakførarin, tók
til í rættinum:
“Eingin skuldseting og
prógv av týdningi eru í
vitnisfrágreiðingunum, sum
her eru førdar fram - bara
av persónum, ið sjálvir vóru
djúpt innvavdir í málið – og
bara frá hinari síðuni!”.
Fútans eftirmeting
Johannes Feilberg-Jørgen
sen, fútin undir læknastríð
num, minnist í viðtali mong
ár seinni frá Rolf Krage
degnum, tann 1. oktober 1955,
og hann ber her fram eina so
avdúkandi frágreiðing um
valdsins agenda:
“Politifolkene fik besked
på, at de bare skulle slå.
Færdig med det. Og det fik de
(klaksvíkingarnir). Både med
stavene og med hundene!
Vi brugte et skib til fæng
sel. Der blev de puttet ned i
– under ret dårlige forhold.
Der blev efterhånden samlet
en snes stykker. Det var
svært at finde ud af, hvor
meget ansvar de forskellige
skulle have, når der var flere
hundrede, der havde været
involveret.
Men det er ikke af
gørende, hvor mange, der
blev straffet, men at der er
NOGEN, der blev straffet.
DET ER JEG TILFREDS
MED!”.
Hesi vóru orðini hjá mær
á hesum sinni. Og eg taki
einki orð aftur. Og so má
heldur svíða, sum tað svøllur.
Tí
valdið
og
ábyrgdina
av
læknastríðnum
áttu
myndugleikarnir.
Tórður Jóansson – vendir alt øvut hjá honum?
Hallgerð Akurstein,
Hvannasund
Fíggjarnevndarforkvinnan,
Ruth Vang, er ørkymlað um,
at man ynskir at samtykkja
uppskot um tunlar norður
fjall. Hon vil hyggja at heild
ini. So eg vildi fegin frætt
frá henni, hvat tað er, sum
ørkymlar hana viðvíkjandi
hesum.
Uppskotið, sum liggur í
tinginum, leggur upp til, at
Norðoyatunnilin fær møgu
leika
at
fíggja
tunlarnar
norður um fjall. Í samferðslu
ætlanini eru 70 mió. kr settar
av til tunlar norður um fjall
2021-2024. Og í løguætlanini
hjá landsstýrinum fyri 2018-
2022 verða nakað yvir 50 mió
kr settar av um árið árini 2021-
2024 til tunlar norður um fjall,
tilsamans 205 mió kr(2 mió kr
meir enn til Hvalbiartunnilin,
so eg vænti tit skilja, at hetta
eru ikki báðir tunlarnir, tit
tosa um her. Altso koma eini
75 mió kr í 2025 samsvarandi
við samferðsluætlanina.) Hes
ir pengar kunnu sostatt brúk
ast til at gjalda aftur til Norð
oyatunnilin 2021-2024/5 eins
og uppskotið leggur upp til.
Hvat er tað so, sum Ruth
Vang er bangin fyri ikki fer at
hanga saman á botnlinjuni?
Eg vildi fegin hoyrt Ruth
Vang farið meir í smálutir við
hennara ótta.
Harafturat
kundi
hon
kanska svarað mær, hvar
pengarnir skulu brúkast, sum
í samferðsluætlanini og í løgu
ætlanini í fíggjarlógini fyri
2018 eru oyramerktir til tunlar
norður um fjall 2021-2024?
Um teir skulu brúkast
til tunlar, so skuldi onki
verið til hindurs fyri, at at
samgongan og restin av
løgtinginum
tekur
undir
við
uppskotinum,
sum
Hvannasunds og Viðareiðis
kommunur
hava
sent
tinginum.
Lat okkum so hyggja at heildini...