Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-20, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. februar 2018 · Nr. 22 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hann setti gongd á sálarliga spælið rundanum steypafinaluna hjá monn­um, tá hann í samrøðu við Rás2 eftir seinnu hálvfinaluna kunn­gjørdi, at H71 var stór­favoritt­ ur at vinna. Tað ljóðaði næstan so, at kyndilsmenn skuldi bara verða glaðir fyri, at teir sluppu at luttaka í finaluni. Tað skal vera ósagt, um hetta átti nakran lut í, at Kyndil endaði við vinna steypafinaluna. Men tað er eitt tekin um, at talan er um ein venjara við eini ætlan. Sum bara 27 ára gamal hevur Julian Johansen brúk fyri einum steðgi sum hondbóltsvenjari. Or­ søk­ir­nar eru fleiri. Trý ár er nokk Julian Johansen boðaði mánadagin al­ment frá, at hann gevst sum venjari hjá besta mansliðnum hjá Kyndli, eftir hetta kappingarárið. Hann ynskir ein steðg frá hond­ bólts­venjing og heldur, at trý ár í sama felagið við somu manning er nokk – hóast liðið júst hevur vunn­ ið steypakappingina. Trý ár er nokk, tí talan er um nógvar av teimum somu spælar­ un­um. Tað hevði verið ein onnur søga, um tað var stór útskifting á vølli­num. Eg boðaði leiðsluni frá tí í januar, men hetta er alt í sátt og semju við Kyndil, sigur Julian Johan­sen Hann er bara 27 ára gamal og tað er ungt fyri ein venjara í bestu deildini. Tað merkir eisini, at summ­ir av spælarunum eru vinir, kenning­ar og fyrrverandi liðfelagir. Tað merkist til tíðir. Til tíðir hevur tað verið verið torført. Millum annað eri eg venjari hjá spælarum, sum eru vinmenn og fyrrverandi viðspælarar. Slíkir kampar taka hart upp á, so nú er tíðin komin fyri at teir sleppa at royna okkurt nýtt. Eg hevði eisini verið svakur av at hoyrt upp á meg sjálvan í trý ár, sigur ein moyrur Julian Johansen, eftir at Kyndil leygar­dagin vann steypafinaluna. Kyndil vinnur steypafinlauna við einum væl skipanum liðið, ið verjur væl. H71 fær bara 17 mál og tað annan dystin upp í slag, at kyndilsverjan megnar at taka broddin av álopsspælinum hjá hoy­vík­ingum. Í landskappingini um ársskiftið fekk H71 bara 14 mál. So heilt troyttir eru kyndilsmenn ikki av at hoyra upp á unga elek­ trik­aran, Julian Johansen. Hetta er ein steðgur Hann hevur verið venjari í fýra ár upp í slag nú. Eitt hjá kvinnuliðnum hjá Neistanum og trý ár sum venjari hjá mansliðnum hjá Kyndli, har hann spældi áðrenn. Tí held­ur hann fyri, at ein steðgur er kær­ komin, nú familjan eisini økist í næst­um, men hann hevur ikki verið venjari á seinasta sinni. - Eg havi verið venjari í fýra ár upp í slag og spælt frammanundan. Nú ger einki, um eg fái frí í eitt ár. Eg taki venjaraútbúgvin í løtuni og hetta er bara ein steðgur. Vónandi er hetta ikki seinastu ferð, at eg eri venjari hjá besta mansliðnum hjá Kyndli, men tað verður ikki fyrr enn aðrar generatiónir taka við á vølli­num, sigur Julian Johansen. Upprunaliga hevur hann verið venjari í longri tíð, enn ætlað. - Meiningin var, at tað skuldi bara verða tvey ár, men vit tóku av­ gerð um at leingja samstarvið, tí tað sá so spennandi út. Tað er alt í sátt og semju. Eg boðaði teimum frá í januar, at eg helt ikki fram, sigur 27 ára gamli elektrikarin úr Havn. Martin Lellek møguliga nýggjur venjari Kyndil hevði Martin Lellek á vitj­an til steypafinalurnar. Sum skilst, so er tað tí felagið og ven­jar­in skulu tosa saman um eitt fram­ tíðar­samstarv. 28 ára gamli Martin Lellek mátti sum ungur gevast at spæla hondbólt, tá hann meiðslaði sær knæið. Undir skurð­við­ gerðini kom fram, at tað var okkurt galið við hjarta­ num hjá honum. Eftir­fylg j­a­ndi funnu lækn­ar­ nir útav, at hann hev­ur hjarta­ feil og kann ikki gera ítrótt meir. Í sam­røðu við heima­ síðuna hjá barn­dóms­ felag­num, Fredericia Hånd­bold, segði hann at hann var klaður fyri, at hann meiðsl­aði sær knæið. Tí annars høvdu tey ikki funnið út­ av, at hann hevði hjartafeil. trondur@sos.fo Tað sigur 27 ára gamli Julian Johansen, sum eftir hetta kappingarárið gevst sum venjari hjá Kyndli. Fleiri av spælarum eru vinmenn og fyrrverandi liðfelagir. Eg hevði eisini verið svakur av at hoyrt upp á meg sjálvan í trý ár Julian Johansen gevst: TAÐ HEVUR TIL TÍÐIR VERIÐ TORFØRT