Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-20, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2018síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 21. februar 2018 · Nr. 22 Hoyvíksvegur 53 · FO-100 Tórshavn Tórshavn 351220 · lm@lm.fo · www.lm.fo Søkt verður eftir lærlingum m/k, at byrja skjótast gjørligt. LM Electric er Føroya størsti el- innleggjari. Tú kemur at arbeiða í eini fyritøku við nógvum ymiskum uppgávum. Hetta gevur tær eina fjølbroytta og áhugaverda útbúgving sum elektrikari. Vit hava umleið 60 fólk í starvi, og uppgávurnar eru bæði mennandi og sera fjølbroyttar. Hjá LM Electric er góðska og dygdargott handverk altíð ein sjálvfylgja. Sum lærlingur lærir tú týdningin av hesum, og tú fært góðan stuðul frá leiðslu og nógvum royndum starvsfeløgum. Vit vænta At tú hevur áhuga fyri økinum og ert hugagóður til hetta arbeiði. Hevur tú praktiskar royndir frá handaligum arbeiði, er tað ein fyrimunur. Annars vænta vit at tú: • Ert álítandi og tekur ábyrgd av tínum arbeiði. • Hevur góð samstarvsevnir. • Ert arbeiðssamur, røkin og fyrikomandi. Vit bjóða Vit kunnu bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss í alsamari menning, og sum saman við undirvísing á Tekniska skúla gevur ein haldgóða útbúgving. Vit hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika fyri at seta títt persónliga merki á arbeiðið. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hjalgrím á Heygum (hjalgrim@lm.fo) á telefon 291236 ella Paula Hofgaard (ph@ lm.fo) á telefon 291235. Umsókn saman við avritum av próvskjølum og upplýsingum um arbeiðsroyndir, útbúgving v.m. (CV) skulu sendast til lm@lm.fo. Umsóknarfreistin er 10. mars 2018. ELEKTRIKARALÆRLINGAR Áheitan til fyritøkur, ið skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya sbrt. hvítvaskløgtingslógini Við hesum verður kunnað um, at niðanfyristandandi persónar og fyritøkur skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya: - persónar og fyritøkur, sum vinnuliga útinna virksemi viðvíkjandi gjaldoyraveksling (gjaldoyravekslarafyritøkur) - persónar og fyritøkur, sum vinnuliga útinna virksemi viðvíkjandi flutningi av peningi og virði (peningaflutningsfyritøkur), og - útbjóðarar av tænastuveitingum til fyritøkur Skráseting er treyt fyri, at nevndu persónar og fyritøkur kunnu útinna teirra virksemi. Fráboðan og nærri upplýsingar Til ber at venda sær til Skráseting Føroya fyri at fáa nærri upplýsingar. Fráboðanarskjal og vegleiðing um skráseting í skránni v.m., eru annars at finna á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya, www.skraseting.fo. Fráboðanir skulu sendast til: Skráseting Føroya Sigmundargøta 13 Postrúm 264 110 Tórshavn Skráseting Føroya · Sigmundargøta 13 · Boks 264 110 Tórshavn Tlf.: +298356010 · Fax: +298356015 · E-mail: skr@skraseting.fo Fakligur stjóri til Familjufyrisitingina HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Á Ólavsøku 2018 verður málsøkið persóns-, húsfólka- og arvarættur yvirtikið og umsitingin av familjumálum, sum í dag er á Ríkisumboðnum, verður løgd til landið og skipað undir Familjufyrisitingini. Søkt verður í hesum sambandi eftir einum fakligum stjóra til Familjufyrisitingina at byrja 1. apríl 2018 ella eftir nærri avtalu. Starvið Fakligi stjórin fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini av Familjufyrisitingini. Familjufyrisitingin verður myndugleiki fyri eini røð av málum á familjurættarliga økinum. Millum annað mál viðvíkjandi samveru, hjúnarskilnaði, ættleiðing, barnagjaldi og verjumál. Fakligi stjórin fyri Familjufyrisitingina hevur evstu ábyrgd mótvegis Heilsu- og innlendismálaráðnum. Fyrsta uppgávan hjá fakliga stjóranum verður at byggja upp føroysku Familjufyrisitingina, harundir at tryggja eina smidliga flyting av starvsfólkum frá Ríkisumboðnum til Familjufyrisitingina og leggja ætlanir fyri arbeiðið hjá stovninum. Ein týðandi uppgáva verður eisini at tryggja eina framhaldandi talgilda og nýmótans umsiting av økinum. Førleikakrøv Vit sóknast eftir einum fakligum stjóra, sum dugir at leggja dent á munagóðan rakstur av uppgávunum hjá Familjufyrisitingini, at tryggja ein høga dygd í uppgávuloysnum og veita eina góða tænastu. Vit vænta, at tú hevur holla fakliga vitan, ert útbúgvin løgfrøðingur og gjarna við royndum innan familjurættarliga økið. Eisini verður dentur lagdur á • Ein motiverandi, sjónligan og mennandi leiðsluhátt. • Royndir at stýra stórum málsgongdum, har tú klárar at skapa sjónlig og góð úrslit. • Kunnleika til fíggjarstýring. • Evni at seta í verk fyriskipanir. • Góð samskiftisevnir – bæði í skrift og talu. • Góð samstarvsevnir og evnir at byggja upp eitt netverk. • At tú professionelt og effektivt kanst røkja relatiónir til eksternar samstarvspartar viðvíkjandi tínum ábyrgdarøkjum. Løn- og setanartreytir Starvið sum fakligur stjóri fyri Familjufyrisitingina verður sett sambært lønarflokki 37.1 í sáttmálanum við Felag Tænastumanna Landsins. Tann, ið settur verður, skal tola møguligar broytingar í starvinum. Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: Heilsu- og innlendismálaráðið Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn ella umvegis teldupost á himr@himr.fo Umsóknarfreist Umsóknir við C.V. og avriti av neyðugum skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. mars, kl. 12:00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Turid Arge, aðalstjóra tlf. 304050 ella umvegis teldupost til turid.arge@himr.fo Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur heilsumál, orkumál, kommunumál, umhvørvismál og familjurættarlig mál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.