Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2018síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 21. februar 2018 · Nr. 22 TØKK Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá ið kæri maður mín, pápi,verpápi og abbi okkara. Jonhard Jensen f. 29.04.37- d. 07.12.17 andaðist og var jarðaður. Tøkk til Jónsvein Bech prest fyri vøkur orð í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar,sangarar og gravara. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk til øll tykkum , ið bakaðu til ervi. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu Jonhard til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Fía, Fríði og Margretha Tøkk Niels Pauli Hammer (Palli) f 23.08.1966 - d 06.05.2017 Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara høgt elskaði maður, pápi, verpápi og abbi, brádliga bleiv tikin frá okkum. Takk til tykkum øll, sum vitjaðu, ringdu, sendu heilsanir og góvu okkum eina hjálpandi hond. Takk fyri vøkur og troystarrík orð í kapellinum, í Vitninum og á grøvini. Takk tit, sum sungu, spældu, og hjálptu til við jarðarferðini. Takk til gravarar og berarar. Takk øll tit, ið stóðu fyri, hjálptu og bakaðu til ervið. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til børnini. Hjartaliga takka vit øllum, sum fylgdu Palla til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi Anngerð, Ronni, Jákup og Heidi Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Poul í Homrum 16. Februar 1941-16. August 2017 Andaðist og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólkini á B6 á Landssjúkrahúsinum og á umlatingarheiminum, fyri góða røkt. Eg takki hjartaliga heimahjálpini og heimasjúkrasystrunum á sambýlinum í Kollafirði, uttan tykkum kundi Poul ikki ligið heima tí seinastu tíðina. Tøkk til Bergtórur H. Bjarkhamar, prest, og Mariannu í kapellinum fyri góð orð. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til missiónshúsið. Ein hjartans tøkk til tykkum sum skipaðu fyri ervinum. Eg vil takka mínum góða bindiklubba fyri teirra stuðul. Takk øll somul, sum vóru við til jarðarferðina. Familjuna vegna Dagmar í Homrum Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara elskaði maður, pápi, verpápi, abbi, langabbi og beiggi Regin Høgnesen f. 23. februar 1947 d. 20. november 2017 so brádliga andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Marius Jacobsen fyri góð orð í heiminum og til Torleif Johannesen fyri troystarrík orð í kirkjuni. Tøkk til Hanus á Gørðum fyri sera góða prædiku til jarðarferðina. Tøkk til “dreingirnar hjá Regini” fyri vakran sang. Tøkk til berarar, kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Tøkk fyri hjálp til jarðarferðina og ervið. Tøkk fyri forbønir, vitjanir, umsorgan og hjálpsemi hesa sváru tíð. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu Regini til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Palma John, Jonhard, Kartin, Ragnar, Janus og Magnus Pauli Tøkk Símun av Skarði 27.04.1945- 28.01.2018 Fyri samkenslu, blómur, gávur til Háskúlan og alla hjálp takka vit hjartaliga. Takk fyri góð orð og sang, og takk øll, sum mintust Símun og fylgdu elskaða manni mínum, pápa, verðfaðiri, abba og langabba. Súsan, Oyvindur og Jákup. Tøkk Stóra tøkk fyri sýnda samkenslu og virðing, tá elskaði bróðir, mammubeiggi og svágur okkara, Rudolf Arne Poulsen f. 25.08.1954 d. 12.02.2018 andaðist og varð jarðaður. Vit takka Sverra Steinhólm, presti, fyri góð orð, berarum fyri beinasemi, og fyri allar hjálpandi hendur, ið lættu um á ymsan hátt. Tøkk fyri heilsanir, uppringingar, gávur, blómur og kransar. Tøkk øll, ið fylgdu honum til sín síðsta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi Magnus, Maiken, Joanna og Leif DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á