Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Og Jógvan og Jógvan, hví stendur tú har, meðan húsini rapa, og tú einki ger. Tá vendi sær Jógvan og segði við meg: »Eg havi traðkað á ein nagla, hvat rakar tað teg...« Maðurin sum í óðum verkum á heysti í 2004 klask­aði stovnarnar báðar, Sjónvarp Føroya, sum var á ørmundurhúsi, og væl rikna stovn­in Út­varp Føroya, saman í ein stovn, Kring­varp Føroya, angrar nú sína gerð. Jógvan á Lakjuni, ið sum menta­mála­ráð­ harri um­sat bæði almennu vørpini í 2004 – og sum sat við valdinum næstu 11 árini, hev­ur í vikuni lagt uppskot fyri Løgtingið um, at red­ak­ti­ón­ir­nar báðar í útvarpi og sjón­varpi nú skulu skiljast sunduraftur. Hetta er av sonnum at koma sum ketta úr høvda­trog. Sum mentamálaráðharri mót­ar­ beiddi Jógvan á Lakjuni privatu miðl­u­num. Kringvarpið skudi hava allan lýs­ing­ar­ markn­að­in tyktist vera endamálið. So kundi sekt­in liggja á privatu miðlunum. Enntá var ein »semja« gjørd mill­um ting­ fólk um, at lýsingar í al­mennu vørpunum skuldu nið­ur­lagast næstu 10 ár­ini soleiðis, at lýs­ingarmar vóru fyri privatar miðlar – og at Kring­varp Føroya ikki skuldi troytta fólk við lýs­ing­um. Men hetta helt ikki. Jógvan á Lakjuni koyrdi á, og Kringvarpið spenti seg rættiliga fyri soleiðis, at stovnurin helst skuldi hava all­ar lýsingarpengarnar heldur enn at hækka kringvarpsgjaldið. Helena Dam á Neystabø tók um end­an, har Jógvan slepti. Kringvarpið var frið­halg­að. Síðani kom, Bjørn Kalsø í Menta­mála­ráð­ið, men støðan var hin sama. Tá hendi absolutt einki. Tað var sum at sláa í eina dýnu at tosa um at taka lýsingarnar frá Kringvarpinum. Nú hevur Rigmor Dam framt broyt­ing­ar, sum Jógvan ella Helena ella Bjørn áttu at framt. Men nú er líka vítt sum sítt hjá priv­ at­um miðlum at kradda sær lýsingarnar frá Kring­varp­i­num. Tí tær eru ikki í Kring­varp­ i­num longur, men á Face­book, hjá Google og øðr­um (ið hava valdið á allari nýtsluatferð okkara á netinum) sum eisini Menta­mál­a­ ráð­ið og tess stovnar fegini brúka fram um før­oysk­ar miðlar. Samanleggingin varð gjørd í óðum verk­um. Kanska skulu redaktiónirnar skilj­ast aftur. Men ikki bara tí at onkur er for­nerm­aður inn á onkra sending. Tað er hugsjónarleysur politikkur. Eftir at hava gjørt ís í yvir 30 ár, flytir Fóm nú alla framleiðsluna til Íslands, boðar fyritøkan frá í eini fráboðan í dag. Tað verður íslendska ísvirkið, Kjørís, sum nú fer at at gera ísar fyri Fóm. Tey siga, at tíðin setur nýggj og størri krøv til maskinur og framleiðslutøkni, og 40 ára gomlu maskinurnar hjá Fóm hava nú tænt fyri seg. – Vit mugu ásanna, at tað ikki lønar seg at gera í­løg­ur í nýggjar maskinur, og tískil er avgerð tik­in um samstarvið við Kjørís, sigur Tummas Hanus Dam, stjóri á Fóm. Hann leggur afturat, at tað var Kjørís, sum læt upp­runa­ligu upp­ skrift­ir­nar til ís­ar­nar hjá Fóm. Hjá Fóm hava ar­beitt eini trý til fimm fólk, alt eftir árs­tíð­ini. Ein ketta úr høvdatrog í Fuglafirði Føroyskur ísur flytur til Íslands Lønar seg ikki í føroyum Les eisini blaðið á telefonini Kunnu ikki blint fylgja Bíbliuni Sjúrður Skaale Tíðargrein síða 18-19 Útbúgvingarøkið skal lang­tíð­ar­ raðfestast MFS síða 20-21 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Kringvarp Føroya kunngjørdi hósmorgunin, at skipað verður fyri alemnnari innsavning til frama fyri Vágaportalin – heimasíðuna vp.fo Tað var sligið stórt upp í morg­un­send­ ing­ini, hvussu fólk nú kunnu savna pengar so­leiðis, at Vágaportalurin kann løna fólki at skriva fyri síðuna. Tað var gott nokk nevnt, at talan er um inn­savn­ing til eitt privat partafelag, sum kallast »Sp/F 1. Oktober 1997« og fæst við ferða­vinnu í Vestmanna umframt at eiga Vága­portalin. Men felagið eigur eisini ein vinnubygning í Havn, sum felagið leigar út. Tað er gamli bygn­ingurin hjá P/F Jákup á Dul í Krosslíð við Grøn­lands­vegin í Havn. »Sp/F 1. Oktober 1997« keypti hendan bygn­ing­in 13. januar í 2016 fyri 4,1 millión krón­ur. Bygningurin er fíggjaður gjøgnum Menn­ingargrunn Útnorðurs, sum hevur veð í bygn­iginum upp á 3,5 milliónir krónur. Vit kenna tað, at peningur verður savn­að­ ur inn til eitt nú samkomur og felagsskapir. Krist­iliga útvarpsrásin Lindin savnar pengar á hend­an hátt, men tá er endamálið at boða krist­in­boð­skapin. Eitt sindur løgið at skipa fyri almennari inn­savnig til eitt privat partafelag sum fæst við ferðavinnu og húsaspekulatión – undir pá­skoti um at fíggja ein miðil. Og so ein miðil, sum fyri tað mesta ber tey tíðindi víð­ ari, sum onnur bera honum. At miðilin eisini hevur politiska slagsíðu sigur hann sjálvur. Í endamálsorðingini fyri vp.fo stendur so­leðis: »VP er frælsur miðil, óbundin av øllum politiskum og fíggjarligum áhugamálum. VP hev­ur onki tilknýti til politiskan flokk men virð­is­grundarlagið er merkt av borgarligum frí­lyndi sum kemur til sjóndar í oddagreinini "mítt tastatur". – Er tað borgarligt frílyndi at savna pengar inn til einstaklingar? Skulu lesarar gjalda húsalán fyri borgarligan portal? 23. februar 2018 Annika & Jógvan