Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 23 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Týsdagin fór Heindrikur, prinsur, til gravar. Leygardagin vann Kyndil mansfinaluna í hondbólti. Mánadagin boðaði venjarin hjá Kyndli frá, at hann gevst eftir kappingarárið. VÍF gjørdist leygardagin steypavinnari hjá kvinnum. Bakkafrost lat 513 milliónir krónur í vinningsbýti Orðið hesa vikuna Keldukritikkur Hósdagin var fyrsti partur av sendingini Gud Signi Føroyar, sum Heini í Skorini hevur gjørt fyri Kringvarp Føroya. Evnið í fyrsta parti var samkoman Keldan í Skálafirði. Nógv rok hevur verið um sendingina síðani, nøkur gleðast um at trúarlívið fær kritiska viðgerð, meðan onnur harmast um tað, tey kalla einsíðugar atfinningar. Onkur hevur hildið fyri, at hetta gevur orðinum keldukritikkur nýtt innihald. Átrúnaður MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Bakkafrost hevði 511 milliónir krónur í yvirskoti í fjør 511 Nógv kjak hevur tikið seg upp, síðani fyrsti partur í sendirøðini Gud Signi Føroyar varð sýndur í farnu viku Um orðið sigur Sprotin: átrúnaðurk12 tað at trúgva á (e-n el. e-t), trúgv, átrúni, treytaleysur átrúnaður á kirkjuna Nógv kjak hevur verði um hvat ein upphongd mamma er. Tað er td. eitt turka ær´s krov. Hann lækkar í ein sunnan og øtlar veðrið í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Fyrst skýggjað og stundum regn, men seinni turt og sólglottar. Hitin millum 3 og 7 stig. Lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Turt og fyri tað mesta skýggjað, men stundum sólglottar. Hitin um 5 stig, um náttina millum 2 og 5 stig. Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, sum spakuliga makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Um náttina sum frá líður lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Mest turt og skýggjað og hitin millum 5 og 7 stig. Um náttina klárar í og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig. 8-13m/s 3-8 m/s 8-13 m/s Visti tú? SÍ er í 9 av 10 finalum í ungdómsdeildunum í flogbólti um vikuskiftið POUL JÓHAN DJURHUUS   Um middagsleitið í dag, 21. februar, bórust tíðindini, at heimskendi evangelisturin Billy Graham er deyður. Billy Graham var 99 ára gamal nú hann andaðist í heimi sínum í Montreat í North Carolina. William Franklin Graham, vanliga róptur Billy Graham, vaks upp á einum bóndagarði við mjólkineytum í býnum Charlotte í North Carolina. Billy hevur mangan skemtiliga nevnt í sínum prædikum, at hann sum smádrongur heima hjá foreldrunum slapp ikki undan at arbeiða, tí hann var noyddur at hjálpa til á garðinum, og skuldi mjólka neytunum áðrenn hann fór í skúla um morgunin. Men sum hann sjálvur hevur sagt tað, at hetta lærdi seg disiplin. Bæði foreldrini vóru trúgvandi fólk, men her var tað serliga mamman, sum við áminning síni royndi at beina Billy inn á Guds leið. Billy var ein lívsglaður unglingi, sum ynskti at fáa sum mest av stuttleika burtur úr lívinum, og tað at vera prestur ella evangelist, var nakað, sum lá langt frá hansara hugsan.   Kemur til trúgv Hann kom til trúgv sum 16 ára gamal eftir at hava staði evangellinum ímóti. Men saman við einum vinmanni fór hann á eitt evangeliskt teltmøti. Ætlanin var at gera látur burtur úr talaranum, men Heilagi Andin virkaði so kraftmikið á Billy, at hann gav seg yvir til Harran, tá evangelisturin bjóðaði fram.   Allurin heimurin hansara sókn Billy gjørdist skjótt greiður yvir, at hann hevði eitt kall at tala evangeliið, og hann byrjaði sum ferðandi evangelist innan Youth For Christ, og tað var rættuliga skjótt, at USA tók Billy til sín, sum ein av Gudi salvaður Evangelistur. Billy Graham hevur ferðast við evangeliinum um allan heim í umleið 70 ár, og saman við honum stóðu heimskendi sangarin George Beverly Shea og kór- og møtileiðarin Cliff Barrows. Hendan trioin stóð óvikiliga saman í evangeliska virkinum, væl vitandi hvussu arbeiðsuppgávurnar lógu teirra millum. Eitt søguligt og fyrimyndarligt samarbeiði. George Beverly Shea gjørdist 104 ára gamal, Cliff Barrows var 93 , tá hann andaðist í 2016, og í dag, Billy Graham, tann seinasti av hesum trimum troyttur og mettur av døgum 99 ára gamal. Saman hava hesir tríggir nátt hundraðtals milliónum av menniskjum við evangeliinum um frelsu við trúgv á Jesus, bæði ígjøgnum talu, sang og tað skrivaða orði. BBC skrivar á síni heimasíðu í dag, at tað verður mett, at Billy Graham hevur talað persónliga fyri 210 milliónum menniskjum í 185 londum, og hevur nátt hundraðtals milliónum ígjøgnm radio og sjónvarp.   Sonurin í føroyum Vit høvdu tað gleði í Føroyum at hava vitjan av soni Billy Graham, Franklin Graham, fyri trimum árum síðani, har hann talaði í Høllini á Nabb. Nakrar royndir vóru gjørdar fyri fleiri árum síðani at fáa Billy Graham til Føroyar, men tað eydnaðist ikki.   Rødd tagnað Nú er kenda evangeliska røddin tagnað, sum so ótroyttiliga prædikaði eina fría frelsu við trúgv á Jesus Kristus. Kristiliga Tíðindasendingin ynskir frið yvir minni eftir Billy Graham, og Guds signing yvir tær mongu milliónirnar, sum hava hoyrt evangeliið av munni hansara. Ein Gospel-rødd er tagnað Visti tú? At H71 vann allar ungdóms­finalurnar, sum felagið luttók í um vikuskiftið? H71 vann 8 av 10 finalum