hósdagur 22. februar 2018síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 20
32
Kvinna spøkir við skuplu
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
H
e l t
m e g
síggja okkurt
herfyri, sum
eg ikki átti at
síggja. Okkurt yvir
natúrligt, sum ikki
var har, men var har
kortini. Alljósur
dagur var, so stuttur
hann annars er.
Helt meg síggja eina kvinnu í
hamferð. Eitt spøkilsi, eina aftur
gongu, rætt og slætt.
Eg sá eina kvinna skumpa kava.
Eitt konufólk, sum gróv kava av
trappum. Tað kundi ikki vera frá
hesari ítøkiligu og keðiligu verð,
har sum einki slíkt ber til ella
hendir.
Men eg haldi tó, at eg sá rætt. Eg
sá ikki nakað, eg ikki átti at síggja.
Plagi heldur ikki at síggja tílíkt,
sum onnur ikki síggja. So hatta var
í lagi. Har var veruliga ein kvinna,
sum skumpaði kava.
So var aftur hatta mans
sjavinistiska prátið har. Hví
skulu kvinnur ikki kunna
skumpa kava? Tá menn
kunnu tað, so kunnu kvinn
ur eisini og so framvegis og
so framvegis.
Tað er bara tað, at
kvinnur skumpa ikki
kava. Eg havi onga sæð
gera tað uttan handan eina dagin,
eg nevndi.
Tað er tí, at hatta at skumpa
kava er líka høpisleyst sum at
vaska vindeygu. Tey eru skitin
dagin eftir, tú hevur vaskað
tey, og gravskitin tveir
dagar eftir, tú hevur
vaskað tey.
Tá tú skumpar
kava og ert
liðugur og
hevur
ilt
í rygginum og alt hatta har, so
kemur eitt grovt kavaæl. Og so
kanst tú byrja umaftur at skumpa
kava ella fara inn og skíta á kavan.
Kvinnur, sum siga seg vera so
skilagóðar í øllum, skumpa tí ikki
kava. Tí tað er skilaleyst.
Ætlaði at spyrja hana, sum
bardist við kavan, men tordi ikki.
Hví hon ikki fekk onkran mann
at skumpa fyri seg. Kanska hevði
hon ongan at heita á.
Men kvinnur kunnu annars
gera alt sum menn gera, so hví ikki?
Tað er ikki yvirnatúrligt at síggja
eina kvinnu skumpa kava.
Tøkkin er eitt grovt kavaæl, tá
hon er liðug. Har fáa tær somu løn
sum menn fyri sama arbeiði.
Eg plagdi ikki at síggja ov nógv,
síggja yvir meg, sum tey siga. So
hatta var ein verulig kvinna, sum
gróv veruligan kava.
Men eg havi hoyrt okkurt, sum
kanska ikki var har kortini.
Ein morgun tíðliga var eg farin
í Jákupsstovu, har hevði Norrøna
felagið skrivstovu tá, og eg var, tað
eg visti, ja, tað eg var sannførdur
um, einsamallur í húsinum. Hetta
var so tíðliga, at hini vóru ikki
komin enn.
Meðan eg siti á skrivstovuni,
hon er á ovastu hædd, hoyri eg
onkran ganga niður trappurnar
av ovastu hædd niður á ta mittastu.
Men har var eingin. Eg hoyrdi
ongan fara út, ella inn í okkurt
rúm. Og eg sá ongan heldur. Bara
hoyrdi. Niðurstøðan varð tó tann,
at trapputrinini, tey vóru gomul
úr viði, eru farin upp aftur í gomlu
leguna, eftir at eg sum tann fyrsti
tann dagin gekk á teimum. Eg havi
stigið tey niður, og nú bardu tey seg
uppaftur, ella...?
Hina ferðina var á hotellinum
Liselund á Møn, eitt lítið, gamalt
slott, sum nú er gistingarhús.
Har var eg eisini staddur ovast,
helt eg, men so hoyrdi eg onkran
koma oman einar trappur. Hoyrdi
tað týðiliga. Slapp mær av stað, tí
eg var ikki vísur í, um eg kundi vera
har. Hetta var ikki ein hædd fyri
gestir, bara fyri starvsfólk.
Seinni kom eg eftir, at eitt stórt
rúm, ein svita, var allarovast. Og
ivaleyst hevur onkur gingið eftir
gólvinum har uppi, tað, sum eg
helt vóru trappur. Onkur nýgift
hevur gingið aftur og fram í brúð
arsvituni.
Fór upp aftur á midnátt fyri at
vita, um har spøkti. Hevði kenning,
skal sigast, men har spøkti ikki.
Ikki ta náttina, ið hvussu so er.
Men hatta eru so dømi um, at
til ber at hoyra okkurt, sum ikki er
har kortini. Ein ítøkilig frágreiðing
er tó altíð.
Men at síggja ein kvinnu
skumpa kava er yvirnatúrligt, hó
ast tað er veruligt.
Høgni
Djurhuus
ÁRNI GREGERSEN
Stundum siga vit, at vit búga í
einum opnum samfelag, har øll
vita alt.
Aðrartíðir, so letur samfelagið
hurðarnar aftur, tí onkur spyr ov
nær.
Vit hava dømi um júst hetta
í hesi vikuni. Kringvarp Føroya
hevur gingið Heina í Skorðini at
gera nakrar sendingar umf øroyskt
trúarlív. Tá ið hetta verður skrivað
er bert ein av senedingunum send
– tað var tann um Kelduna í Skála
firði.
Eg kenni ikki allar fortreytirnar
fyri sendingini, men tá ið eg hugdi,
helt eg, at hetta var ein sending við
góðari javnvág í.
Sjálv casin – søgan í sendingini
– snúði seg um ein mann, sum
gavst at ganga í Kelduna eftir at
hann kom úr skápinum, sum sam
kyndur. Dugi ikki at síggja nakað
í hesum, sum ikki er vanligur
journalistikkur.
At samkomuleiðarin ikki vildi
gera viðmerkingar til málið –
hvørki casina sjálva ella generelt,
er eitt val, sum hann ger.
Meir er ikki í tí.
Eg haldi at bæði tey, sum vóru
við í sendingini og teir báðair Hini
í Skorðini og Hans Petur Hansen,
sluppu sum heild væl burturúr
henni.
Í gjárkvøldið var onnur send
ingin, sum eg ikki havi sæð, nú
eg skrivi. Hon er um Zarepta og
Leguhúsið í Nesvík.
Longu áðrenn hon er víst hoyri
eg nógv tosa um, at hetta fara fólk
at verða ill um.
Eg veit ikki hví. Sjálvandi skulu
okkara samkomur viðgerast journ
alistiskt við jøvnum millumbilum.
At einstaklingar hava meiningar
um tað, sum verður sagt og fortalt
er sjálvanddi í lagi, men samkom
urnar eiga væl at tola at kritiskir
spurningar verða settir.
Vónandi er tað soleiðis, at sam
komurnar sjálvar eisini seta sær
kritiskar spurningar sjálvar, um
hvussu tær boða boðskapin.
At okkara samfelag er opið eigur
at hava við sær, at tað ikki bert er í
slatri og á Facebook at hetta er so.
Tá ið miðlar - seriøsir miðlar –
arbeiða við málum, so skal tú, kæri
leari, kunna stóla uppá tað, sum
verður lagt fram.
Sum journalistar seta vit
kritiskar spurningar. Tað er ikki tí
vit eru fyri ella ímóti einum máli,
men tí vit vilja hava grundgeving
arnar fyri tær handlingar, sum
okkara makthavarar og leiðarar
gera.
Og lat meg bara leggja afturat:
hava somu ikki nóg góðar grund
gevingar, so eiga tey eisini at fáa
av at vita, til tey nóg vøl kunnui
greiða frá hvat liggur aftanfyri
teirra avgerðir.
Útvarpið tók eitt mál upp í gjár
um, at ein tingmaður er avhoyrdur
av donsku løgregluni um okkurt
narko.
Ongin tykist hava fingið málið
váttað, men kortini verður spunnið
um tað. Vit vita væl, at verður ein
tingmaður skuldsettur fyri lóg
arbrot so kemur tað fram. Har er
ongin orsøk til at bera tíðindi fram,
fáast tey ikki vátta.
Havi ein fyrrverandi starvsfel
aga, sum altíð segði, at hevur tú
eina góða søgu, sum heldur so sel
hana ordiligt. Set hava stórt upp.
Roynir tú hinvegin bert at
sníkja okkurt út millum reglurnar,
so vísir tað sum oftast, at málið ikki
er nóg væl kannað.
Men oftast er gjøgnumskygni
og opinleiki tað lættasta.
Ája – soleiðis er tað.
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!