Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2018síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM desember 2017 2 8 Vilmund Jacobsen Hin 1. februar í ár byrjaði Kristian Dahl, sum í nógv ár hevur starvast sum løgreglumaður, í starvi hjá Smyril Line sum HSEQ-manager - ella HTU-leiðari, sum starvsheitið verður rópt á føroyskum. Í bókstavunum HTU liggur, at starvsøkið hjá Kristiani Dahl í breiðum høpi fevnir um heilsu, trygd og umhvørvi. Eitt nýtt starv Hetta er eitt nýtt starv hjá Smyril Line, sum í fyrsta lagi fevnir um ferðafólka- og flutningssíðuna á landi, bæði í Føroyum og útlandinum. Kristian Dahl er, umframt at vera útbúgvin løgreglumaður, eisini útbúgvin maskinmeistari. Hann hevur starvast hjá løgregluni seinastu 29 árini, og har hevur hann eisini havt ymisk leiðandi størv. Vilmund Jacobsen Smyril Line hevur sett Jóhan av Reyni í starv sum nýggjur maritimur leiðari hjá felagnum, har hann kemur at taka sær av øllum skipunum hjá felagnum. Jóhan av Reyni hevur verið í starvi hjá Smyril Line síðani 2005. Hann hevur verið umborð á Norrønu, har hann byrjaði sum stýrimaður og endaði sum yvirstýrimaður. Seinnu árini hevur hann verið skipari á Eystnesi og seinast við Mykinesi. Farloyvi sum skipari Jóhan av Reyni kemur í fyrstu atløgu at taka farloyvi úr skiparastarvinum hetta árið út, meðan hann røkir starvið sum maritimur leiðari hjá felagnum. Pauli Steinberg, ið hevur avloyst sum skipari nakrar túrar, tekur við sum fastur skipari hjá Smyril Line restina av hesum árinum. Vilmund Jacobsen Rúni Olsen, sum hevur verið maritimur leiðari hjá Smyril Line, men sum nú er avloystur av Jóhan av Reyni, er settur í starv hjá alirisanum, Bakkafrost. Hjá Bakkafrost er Rúni Olsen settur sum leiðari fyri allari smolt­ framleiðslu hjá felagnum. Í Vinnu, sum er í Sosialinum í dag, sigur Rúni Olsen, at støddin á støðini, sum felagið byggir á Strond, slett ikki kann samanberast við tað, sum Bakkafrost áður hevur arbeitt við. - Smærru smoltstøðirnar, sum felagið hevur í dag, eru so nógv minni enn støðin á Strond, at tær høvdu passað í tvey av kørunum á nýggju støðini. Rúni Olsen sigur, at gólvvíddin á støðini á Strond er á tilsamans 21.000 fermetrar - og sumt er bygt í meira enn einari hædd. Kristian Dal er nú HTU-leiðari hjá Smyril Line Jóhan av Reyni maritimur leiðari Rúni leiðari fyri smolt- framleiðslu LØGREGLUMAÐURIN OG MASKINMEISTARIN SKAL NÚ TAKA SÆR AV HEILSU, TRYGD OG UMHVØRVI HJÁ SMYRIL LINE HANN KEMUR Í FYRSTA LAGI AT TAKA FARLOYVI ÚR SKIPARASTARVINUM HETTA ÁRIÐ ÚT, MEÐAN HANN RØKIR STARVIÐ SUM MARITIMUR LEIÐARI RÚNI OLSEN FER ÚR STARVI SUM MARITIMUR LEIÐARI HJÁ SMYRIL LINE OG Í STARV HJÁ BAKKAFROST VIÐ ÁBYRGD AV ALLARI SMOLTALING HJÁ FELAGNUM