Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-22, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2018síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum 12 februar 2018 23 Manglandi rættindi í fiskivinnuni hevur gjørt tað neyðugt at seta sparitiltøk í verk hjá Thor í Hósvík Árni Gregersen Stóra sjóvinnufyritøkan Thor í Hós­ vík hevur havt tað rættuliga hart í eina tíð. Fyritøkan arbeiðir á tveimum økj­ um – bæði við fiskivinnu, men eisini í frá­landavinnuni. Niðurgongdin í oljuvinnuni rakti frá­landa­partin hart, men júst nú eru øll skip­ini í vinnu. Tey hava sáttmálar og ar­beiða hvønn dag. – Men sjálvandi merkist niður­ gongd­in í oljuvinnuni, so gjaldið fyri tær tæn­astur, sum vit veita er ikki tað sama í dag, sum tað var, sigur Hans And­rias Kelduberg, stjóri. Hann sær munandi størri trup­ul­ leikar fyri fiskivinnupartin hjá fyr­i­tøk­ uni. Nýggja fiskivinnuskipanin gevur ikki fel­agnum størri møguleikar, og tann part­urin sum verður seldur um upp­boðs­sølu, verður á ongan hátt lætt at­kom­u­ligur hjá fyritøkuni. Tað vísa royndirnar við upp­boðs­ sølu, sum higartil eru gjørdar. Seinasta afturstigið er, at tær roynd­irnar, sum felagið hevur gjørt eftir hørpuskel og sjópylsu í norsk­ um sjógvi við Svalbard, eftir nátt eru steðg­aðar. – Undir seinastu samráðingunum mill­um Noreg og Føroyar sleptu Før­oyar av einari ella aðrari orsøk rætt­ind­unum at fiska skel, sum vit ann­ars høvdu, sigur Hans Andrias Keldu­berg. Felagið hevur gjørt royndir eftir hørp­u­skel í norskum sjógvi. Kappin er nýtt­ur til fiskiskapin. Royndirnar eru gjørdar har á leið, sum til dømis Fame og Ango royndu eftir hørp­u­skel í áttati-árunum – altso fyri 30 árum síðani. Tað vísti seg, at væl ber til at fiska skelina, men tað vísti seg eisini, at Kappin megn­aði ikki serliga væl at hagreiða hana umborð. – Vit brúktu rækjukókarar um­ borð, men tað vísti seg, at teir ikki hildu til skelina. Tí tóku vit meira av sjó­pylsu við heim og so hava vit sett aðrar kókarar umborð og hava til­lagað nøkur onnur ting, men skip­ ið sleppur ikki aftur til hendan fiski­ skap­in, sigur stjórin í Thor. Hann sigur eisini, at teir gjørdu royndir við Norðheim á somu leiðum í 2015. Fyrst og femst fyri at vita um tað loysti seg at royna eftir hørpu­ skel og sjópylsu. Hesin fiskiskapurin loysir seg ikki við dýrum skipum, men tað vísti seg, at hvør togtími gaav nóg mikið og so var far­ið undir at gera Kappan kláran til veið­una. Marknaðurin Hørpuskelin verður brúkt til matna, men tað finst eisini ein marknaður fyri sjópylsu. – Tað vísir seg, at tað finnast mong sløg av sjópylsu. Pylsan verður brúkt í tildømis heilivágsídnaðinum og aðr­a­staðni, men sjálvandi tekur tað tíð hjá okkum at sleppa inn á markn­að­in, men tað mesta er selt, sig­ur Hans Andrias Kelduberg. Hann sigur, at ein stórur partur - bæði av skelini og sjópylsuni – verð­ ur seldur eystureftir. ­Thor hevur eisini roynt eftir krabba við Svalbard, men heldur ikki tað ber til longur. – Sum á øllum øðrum markn­að­ um, so er tað avgerandi, at kunna lev­era, tá ið marknaðurin spyr eftir vør­uni, so hetta við, at vit mistu rætt­ ind­ini at sleppa at royna eftir hørpu­ skel og sjópylsu, kemur sera illa við. Hann sigur, at tá ið Kappin var seinna túrin við Svalbard, høvdu teir vitj­an av norska eftirlitinum umborð. Teir fil­m­aðu alla arbeiðsgongdina og tá ið so túrurin var liðugur, vísti tað seg, at norð­menn í samráðingunum við Føroyar, steðgaðu veiðuni. Virkið á Oyri Tað eru eftirhondini mong ár síðani Thor yvirtók skeljavirkið hjá O.C. Jo­ en­sen á Oyri og alla fyritøkuna. Virkið hevur arbeitt skeljar, sum fyrst og fremst Norðheim hevur dreggj­að eftir undir Føroyum. Eftirspurningurin eftir jákup­ skel­ini er stórur, men prísirinir hava sveiggj­að rættuliga nógv, alt eftir hvussu nógv er til á marknaðinum. Jákupsskelin verður fyrst og fremst brúkt í matvinnuni. Ják­up­ skel­in verður seld í Skandinavia, Fraklandi og USA. – Umleið 20 prosent hjá okkum Repa seglini í fi – offshore skipi Hjá frálandaskipunum hjá Thor sær betur út, tí tey eru øll í vinnnu. Her er tað frálandaskipið Thor Magni