týsdagur 27. februar 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. februar 2018 · Nr. 25
mikudagsblaðið
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Í skrivandi stund er ikki greitt, um
Bjarni Hammer ger eftir boðunum
frá løgmanni og Javnaðarflokki
num og biður um farloyvi úr Løg
tinginum.
Tað sigur seg sjálvt, at Javnað
arflokkurin og fyri tað øll tann
politiska skipanin kann ikki liva
við teimum skuldsetingum, sum
vórðu settar fram ímóti tingmann
inum í Sosialinum mánadagin.
Sjálvandi er eingin sekur, fyrr
enn hann er dømdur, og tað er eis
ini galdandi fyri Bjarna Hammer.
Men tað skerst ikki burt, at tað
skaðar trúvirði, at ein persónur
í politisku skipanina umgongst
ólóglig narkotisk evni – og at ein
løgreglumaður »hevur ein góðan
vin«, sum smuglar hassj, og sum
altíð eigur hassj inni.
Hvussu kunnu vit stóla upp á
løgreglufólk, sum tosa soleiðis?
Kann ein løgreglumaður vita um
slíkt kriminelt virksemi og einki
gera við tað?
Løgmaður segði í gjár, at eingin
ivi skal vera um, at politikarar
hava eina hægri moralska skyldu,
enn vanlig fólk.
– Vit hava eina makt, sum onnur
ikki hava við at lóggeva og útinna
tær lógir, sum vit samtykkja, og
sum kunnu ávirka fólkið. Tí hava
vit eina hægri moralska skyldu
enn onnur, segði hann.
Og tað er júst tí, at ein persónur
undir slíkum ákærum, tá nakað
er í teimum, eigur at taka atlit til
politisku skipanina, til Løgtingið
og til sín egna politiska flokk
fyrst og fremst og leggja sítt pol
itiska mandat frá sær, til málið er
kannað, so støða kann takast til,
um hann kann koma aftur í Løg
tingið, ella um hetta álitisbrotið er
so mikið stórt, at hann leggur løg
tingssessin frá sær med alla.
Sosialurin hevur í eina tíð ar
beitt við hesum málinum um ting
mannin og løgreglumannin, sum
sigst fáast við ólógliga evnið hassj.
Tá vit á blaðnum hildu avdúk
ingarnar vera so tyngjandi, valdu
vit at lata løgregluni málið – og nú
at siga søguna eisini, eftir at Bjarni
Hammer sjálvur hevur úttalað seg
um málið til onkrar miðlar – sum
tó ikki høvdu rætta samanhangin
um søguna.
Hetta er eitt pínligt mál fyri
Javnaðarflokkin, og tí er tað skila
gott av løgmanni at spæla við opn
um kortum og heita á tingmannin
um at fara í faroyvi, til málið er
endaliga kannað.
Hevur Bjarni Hammer einki
gjørt, so verður hann ikki dømdur.
Men spurningurin um moralin
stendur eftir:
– Kanst tú vera sitandi sum
løgtingsmaður, býráðslimur og
løgreglumaður og hava slíkan
hugburð til smugling og nýtslu av
rúsevnum?
Hetta er ein álvarsamur
spurningurin um álit
rúsevni á politiska tindin
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
www.heilsuskulin.fo // Telefon 61 42 10
K R E A
HEILSUHJÁLPARA-
ÚTBÚGVING
HEVUR TÚ NÓGVAR ARBEIÐSROYNDIR VIÐ
ELDRARØKT?
TÚ KANST TÁ BLÍVA FRÍTIKIN FYRI EIN
STARVSVENJINGARPART
Uppbygnaðurin er tá soleiðis:
• skúli tríggjar mánaðir í Suðuroy
• frítøka fyri starvsvenjing tríggjar mánaðir
• skúli tríggjar mánaðir í Suðuroy
• starvsvenjing tríggjar mánaðir,
hendan kann vera kring landið
Endað verður við próvtøkum.
Ring ella skriva til Heilsuskúlan, og greið frá tínum
arbeiðsroyndum.
Um tú fært játtað frítøku fyri ein starvsvenjingarpart,
kanst tú velja at arbeiða tríggjar mánaðir, meðan hinir
næmingarnir eru í starvsvenjing.
Umsóknarfreist: 15. mars.