týsdagur 27. februar 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. februar 2018 · Nr. 25
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SlipGrip ringurin vinnari av
íverksetarakapping
Tær tríggjar av Skúlatrøð í Klaksvík vístu á trupulleikan, tá skeiðin ella sleivin dettur niður í grýtuna ella fatið.
Fyri at loysa henda trupulleika hava tær framleitt ein lítlan ring úr bleytum tilfari, sum tær kalla SlipGrip.
Ringurin kann setast á allar skeiðir og kann lættliga takast av aftur
Vilmund Jacobsen
Tað gjørdist ein bólkur av Skúlatrøð
í Klaksvík, sum seinasta fríggjadag
vann ársins íverksetarakapping
millum fólkaskúlanæmingar. Tey
vunnu kappingina við einari nýggj
ari og slóðbrótandi vøru til køkin.
Kappingin millum fólkaskúla
næmingarnar fór fram í fultsettum
sali í Salt á Drelnesi, og tað vóru
virkisfúsir næmingar, sum løgdu
fram sínar virkisætlanir.
Hetta var sjálv finalan og enda
bresturin millum skúlarnar, sum
hava arbeitt við íverksetan síðan
skúlaárið 2017/ 2018 byrjaði.
Tilsamans sjey bólkar vóru í
finaluni hesaferð. Øll hugskotini
vóru á høgum støði, eins og dóms
nevndin metti, at møguleiki var at
fara víðari við fleiri av hugskotun
um.
Eftir at framløgurnar vóru
lidnar, valdi dómsnevndin verk
ætlanina SlipGrip sum ta bestu
og næmingarnir, sum stóðu aft
an fyri hesa verkætlan, vóru 15
ára gomlu genturnar, Rakul Ró
Steinstórsdóttir, Natalia Joensen
og Maria Biskopstø, umboðandi
Skúlatrøð í Klaksvík.
Tær tríggjar vístu á trupulleik
an, tá skeiðin ella sleivin dettur
niður í grýtuna - ella, tá skeiðin
eitt nú dettur niður í fatið á køku
borðinum. Tískil fara tær tríggjar
undir at framleiða ein lítlan ring
úr bleytum tilfari, sum tær kalla
SlipGrip. Ringurin kann setast á
allar skeiðir og kann lættliga takast
av aftur.
Dómsnevndin legði dent á, at
hetta er ein vøra, sum lættliga kann
framleiðast uttan stóran kostna, og
at tær tríggjar gjølla hava kannað
málbólkin og hava ment vøruna
saman við kundunum.
Tær
tríggjar
av
Skúlatrøð
høvdu eisini brúkt sítt netverk væl
og høvdu eitt nú samstarvað við
stjóran í Look North, Árna Skaale
og stovnaran í Defined Energy,
Hera Schwartz Jacobsen, í menn
ingini av prototypuni.
Vinningurin til vinnandi bólkin
var umframt “gullfræið”, sum Ed
ward Fuglø hevur sniðgivið, ein
kekkur á 5.000 krónur, sum Betri
hevur
givið.
Harumframt
læt
Føroya Tele eitt gávukort á 1000
krónur til hvønn næming í vinnara
bólkinum.
Nummar tvey í kappingini
gjørdist ein bólkur úr Vestmanna
skúla við einari verkætlan um at
framleiða føroyskt havsalt, serliga
ætlað ferðafólkum.
Á triðja plássi gjørdist ein verk
ætlan, sum næmingar úr Tvøroyrar
skúla hava gjørt og sum snýr seg
um at endurnýta plast og framleiða
vørur úr enduvunna tilfarinum.
Tað var Varðin Pelagic, sum læt
gávukekk á ávikavist 1500 og 1000
krónur til nummar tvey og trý.
Í dómsnevndini sótu Jenny Lyd
ersen úr Mentamálaráðnum, John
Syderbø úr Føroya Tele, Dánial
Hoydal úr Betri og Rannvá Troest,
forkvinna í Íverksetarahúsinum.
Sjey bólkar vóru í finaluni hesaferð. Dómsnevndin sigur, at øll hugskotini vóru á so høgum støði, at møguleiki er at fara víðari við fleiri av teimum
Vinnandi bólkurin av Skúlatrøð í Klaksvík saman við landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam
ÍVERKSETARAKAPPING