Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. februar 2018 · Nr. 25 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi BankNordik letur væl at úrslitinum í 2017 og metir útlitini fyri 2018 at vera góða við framhaldandi vøkstri í eftirspurningi Eirikur Lindenskov – 2017 hilnaðist væl hjá Bank­ Nordik-samtakinum, sum hóast avbjóðandi markn­að­ ar­um­støður hevur styrkt sína støðu. Rakstrarúrslitið gjørd­ist 233 mió. kr., og hetta er 42 mió. kr. meira enn í 2016. Bank­in metir útlitini fyri 2018 vera góð og væntar ein fram­haldandi vøkstur í eft­ ir­spurningi frá bæði hús­ar­ hald­um og fyritøkum. Soleiðis skrivar bankin í tíð­inda­skrivi í sambandi við, at árs­roknskapurin er klárar. Og Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, heldur fram: – 2017 var eitt gott ár fyri sam­takið, ið hevði framgongd á øll­um marknaðum. Økta virk­semið í føroyska sam­fe­ la­g­n­um sæst aftur í hóv­liga út­lánsvøkstrinum og nið­ur­ skriv­ing­ar­nar eru á einum lágum støði. Samanumtikið er rokn­skapurin í samsvari við vænt­anirnar fyri árið, og tað eru vit væl nøgd við. Góða gongdin heldur fram Greitt verðr víðari frá, at fíggj­ar­støðan hjá sam­taki­ num er styrkt munandi, og í árs­rokn­skap­i­num sæst, at gongd­in er góð á bæði privat- og vinnu­økinum. Lágu nið­ ur­skriv­ing­ar­nar bera boð um, at fíggjarstøðan eisini er batn­að hjá kundum bankans sein­asta árið. Nógv ferð er á før­oyska búskapinum, eft­ir­ spurn­ing­urin eftir bústøðum er stór­ur og sethúsaprísirnir høgir. Alt bendir á, at hendan gongd­in fer at halda fram, og leiðsla bankans væntar, at 2018 eis­ini fer at roynast væl. Gongur væl uttanlands Umframt góðu gongdina á før­oyska marknaðinum hev­ur útlendska virksemið hjá BankNordik stóran týdn­ing fyri samlaða úrs­ litið hjá samtakinum. So­ statt stavar umleið helvt­in av ársúrslitinum áðr­enn skatt - 119 mió. kr. - frá bankavirkseminum í Dan­ mark og Grønlandi. – Hóast vit virka á trimum ym­isk­um marknaðum, hava vit seinastu árini mið­savn­ að nógvar uppgávur í Før­ oyum og stovnað nýggj størv her á landi. Tað vil siga, at ein stórur part­ur av okkara dugnaligu før­oysku starvsfólkum loysir upp­ gáv­ur, ið viðvíkja danska og grøn­lendska virkseminum. Henda skipanin hevur eydn­ ast sera væl, og væntandi fer før­oyski starvsfólkahópurin at vaksa eitt sindur afturat í 2018, sigur Árni Ellefsen. 40 milliónir í vinningsbýti BankNordik fer frameftir at rinda 20-40% av úrslitinum í vinningsbýti. Sostatt verða sam­an­lagt 40 mió. kr. eftir ætl­an goldnar íleggjarunum í vinn­ings­býti fyri 2017. Hetta svarar til 4 kr. fyri hvørt part­ ab­rævið. Ársroknskapurin 2017 í stuttum • Rakstrarúrslitið er 233 mió. kr. samanborið við 191 mió. kr. í 2016. • Bankin førdi aftur niðurskrivingar fyri 60 mió. kr. samanborið við 12 mió. kr. í 2016. • Rakstrarúrslitið áðrenn niðurskrivingar er 173 mió. kr. samanborið við 179 mió. kr. í 2016. • Útlán bankans eru hækkað við 0,4 mia. kr. til 9,5 mia. kr. • Innlán bankans eru lækkað úr 12,7 mió. kr. í 2016 til 12,6 mia. kr í 2017. • Solvensur bankans er hækkaður úr 18,3% í 2016 til 19,7% í 2017. • Leiðslan væntar, at rakstrarúrslitið fyri 2018 verður 160-200 mió. kr. áðrenn niðurskrivingar. Rakstrarúrslitið var 233 milliónir Í sambandi við komandi bók­ina »Skibe på stribe« hjá Bjarna Åkesson Fil­ holm, ið er um tíggju út­vald skip, sum hann sjálv­ur hevur ferðast við, sókn­ast hann eftir mynd­ um. Eitt kapittul er um farm­a­skip­ið Lóm­u­r hjá Skipa­fel­ag­num Føroyar, sum bleiv bygt á Skála Skipa­smiðju í 1970. Um tað er onkur lesari, sum kann hjálpa til við at koma við myndum ella øðr­um tilfari, eru tey væl­ komin at venda sær til Bjarni Åkesson Filholm. Adre­ssan er: Virkelyst 45, 9800-Hjørring. Hann hev­ur telefon: 5363 0418 og mail­adr­essan er: bjarnifilholm@gmail.com Sóknast eftir tilfari um farmaskipið Lóm Lómur fór av bakkastokki á Skála Skipasmiðju 9. mai 1970 Trygd seldi 189 ognir Virksemið hjá dótt­ur­fel­ øg­um hjá BankNordik roynd­ist eisini væl í 2017. Trygd – húsa­mekl­a­r­ a­fel­ag bankans – hevði eitt gott ár við hækk­ andi inn­tøk­um og lut­ fals­liga fá­um trygg­ing­ ar­skað­um sam­an­borið við 2016. Stóri eftir­spurn­ing­ ur­in eftir bústøðum sæst eisini aftur í rokn­ skap­i­num hjá Skyn, sum seldi 189 ognir í 2017 sam­an­borið við 182 í 2016. Í sambandi við reglu­liga eftirlitið hjá Fíggj­ar­eft­ir­ lit­i­num í fjør heyst fekk Bank­Nordik boð um at nið­ ur­skriva høvuðssætið í Tórs­ havn. Tískil er høvuðssætið í dag bókað til 62 mió. kr. í rokn­skap­i­num – eitt virði, sum er væl lægri enn tað, sum ban­kin metir seg kunna fáa fyri bygningin, um hann verð­ur seldur. BankNordik hevur tí í hyggju at selja bygningin, um ein nøktandi prísur fæst. Ein treyt fyri søluni er tó, at bankin sleppur at gera eina langtíðar leiguavtalu við keyp­aran, so bygningurin fram­hal­d­andi kann verða brúkt­ur sum høvuðssæti hjá sam­tak­i­num. Á tann hátt fær ein møg­ u­lig søla onga ávirkan á dag­ liga virksemið hjá bank­a­ num, og einki verður broytt fyri starvsfólk ella kundar. Fara at selja høvuðssæti bankans