týsdagur 27. februar 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. februar 2018 · Nr. 25
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MINNINGARORÐ
Minningarorð um Siggu Ketty Olsen, Miðvági
Fødd 24. januar 1932, deyð 25. januar 2017
Ketty var ein sera fryntlig og
blíð kona at koma inn til. Hon
var altíð so fitt og dámlig at vitja.
Eg plagdi at vitja Ketty og báðar
beiggjarnar, Kem og Petur Jacob, í
heimi teirra við Kirkjar í Miðvági.
Vit vóru eisini í familju. Ketty og
beiggjarnir høvdu handil í bygdini,
og plagdu vit at koma saman til
prát og hugnaliga samveru. Har
komu eisini mong úr bygdini
saman, tá ið tey skuldu keypa
eitthvørt í handlinum. Alt angaði
av sátt og semju, og hugaligt var at
koma saman og sanskifta við Ketty,
beiggjarnar og onnur í bygdini.
Tosað varð um grindarakstur,
fiskiskap og onnur evni. Alt var
við tað gamla, broytingarnar vóru
ikki so stórar. Ketty plagdi at leggja
uppí prátið á sín serstaka hátt. Hon
hevði búð í Danmark, so hon visti
altíð okkurt at tosa um.
Ketty giftist sum eldri við
Jákupi Olsen, hýruvognsførara,
úr Miðvági. Og høvdu tey eitt
lukkuligt lív saman her við Kirkjar.
Jákup og Ketty plagdu at koyra
túr í oynni, men tey fóru eisini til
Havnar og til Klaksvíkar, har Ketty
hevði tvær systrar giftar. Hon hevði
eisini eina systur gifta í Havn og
eina í Sørvági. Ketty var familjukær
og vitjaði hon eisini systrarnar, og
henni dámdi at koma saman við
vinum og kenningum. Hon hevði
ein sosialan hugburð. Familjan
plagdi eisini at savnast í heiminum
við Kirkjar, har kendu øll seg
heima. Blíðskapurin var óførur, og
eg kendi meg heima millum tey, ið
plagdu at savnast í heiminum. Eg
dugnaði teimum eisini við at koyra
Petur Jacob niðan á trøðna, og eg
hjálpti teimum eisini á annan hátt.
Ketty var ein lívsglað kvinna, og
hon var aloftast í góðum lag. Jákup
og Ketty dámdu hugna, prát og
góða samveru. Tey dámdu at vera
saman við fólki til føðingardagar,
konfirmatiónir og onnur høvi.
Ketty búði á Sýnini tey seinastu
árini, og hóast henni dámdi best
heima, so fall hon til og treivst betri,
sum tíðin gekk á Ellisheiminum.
Hon doyði ein stillisligan deyða
og sovnaði burtur. Eg vil minnast
Ketty við Kirkjar við tøkk og
virðing. Hon var ein bygdarmynd
her í Miðvági.
Ærað veri minnið um Ketty!
Finnbjørn
Gud signi Føroyar - ein ráki í einum roki
Arnstein
Niclasen
Jú, tað er væl skiljandi, at Sjúrður
Skaale (evnaligur sjónleikari og
politikari) tekur at “rygg-svimja”
av aftur “offurs-helluni”, sum hann
bleiv skolaður upp á av “klippi-
pjøssi-seansuni” undir autoriteru
rannsakan SvFs í átrúnaði v. m.
Eg eri sjálvur hart “uppdrigin”
í tílíkum trúar-dystum – so meg
skakar einki longur.
Lýsingar
Ó-lýsingar av kristiligum fólkum
eru eitt rættiliga fortugt evni í
bókmentum og filmum. Eg havi
lisið mangt um hetta fyribrigdið -
bæði fyri og ímóti –frá ungum av.
Eg las Williamsa “Den sorte gryde”
sum hálvvaksin, og nú á búnum
aldri kom Carl Jóhan við sínum
“Ó-søgum” – har ið eg nærum fekk
heming – av orðafloyminum (!).
Hinvegin
hevur
høvuðsper
sónurin í tí gomlu, svørtu bókini
vituliga hugtikið og órógvað mong
menniskjur um lond í tíð og tíma.
Og um Móðir Teresa skilti meiri
um lívið og læruna hjá tí “Ein
sama Nazarearanum”, enn eitt nú
teir samtíðar so kendu og mest
sum genialu heimspekingarnir og
Nobelprís-vinnararnir (og skyld
menn, forrestin) Albert Schweitzer
í frumskóginum í Lambaréné,
Gabon og Jean-Paul Sartre á Café
de Flore í París - ella trællurin -
neyðars Klávus - í “Feðgar á ferð”
- tað kunnu vit bara meta um.
Børn
Jú, tað er vituliga skeivt at ræða
børn og ung. Uttan undantak. Tó
hendir hetta. Hvønn dag. Og blað
fólk og journalistar eru als ikki
undantikin. Tíverri.
Og so undrast tú hinvegin mang
an yvir barnanna serstøku evnir -
at sálda millum “fupp og fakta”. Tak
t.d. tey makabru/ræðuligu spølini,
sum børn nú um stund hugna sær
við til svøvnloysis. Ella “Fjøru-
-trøllið” í SvF: Á sinni táið mamm
urnar mestsum svímaðu frá hond,
ommurnar fingu kamfurdroparnar
fram, meðan børnini rá-hugnaðu
sær (?). Varð sagt.
Sjónvarpsfólk eru eisini menn
iskju, og eru sum vit onnur befongd
við fáfongd. Og tey vilja fegin av
dúka sínar fortreffiligheitir. Og
summi hava lættari við at koma
fram at í ljósmálan í miðlunum
enn onnur. Og hevur redaktørurin
tá av óvart ella av gáloysni jordað
sína (einu?) talent - so kann úrslitið
verða hareftir.
Tí eingin flokkur, felagsskapur,
heim ella land eiga at verða dømd
- bara út frá tí mest ekstrema lut
takaranum.
Innihald
Maðurin av Skála í fyrru sendingini
var greiður (mundi helst ána, at
hetta ikki kom at rigga i longdini?).
Tí frásagt varð uttan beiskleika.
Kortini hugsaðu helst tey flestu
framman fyri gluggan, meðan
leikur fór, meiri um familjuna -
børn hansara, sum skuldu í skúla
morgunin eftir – í henda happing
ar “hel-heim” - fyri mangar minni
lutar...?
Og mamman í seinnu sendingini
fekk gjølla sagt frá síni og sonarins
kvølum. Eingin ivi um tað.
Men journalistiskt tað veikasta
liðið í báðum sendingunum higartil
var tó myndavalið í seinnu sending
og tann stemningsløddi tónleikurin
afturvið - yvirhøvur.
Hvat nú?
Boðabrot kunnu vera ymisk, og
tað triðja er ofta tað størsta. So nú
fáa vit at síggja.
Og vit hava helst eisini øll tørv
á - við høvi - at lesa ta rannsakandi
taluna, sum finst í 5. kapitli hjá
Matteusi.
Og hvat er nú at taka til - í kyrr
indum?
Jú, kanska ber eitt nú til at
leggja fløguna við Ingálvi av Reyni
á fløguspælaran. Ingálvur var fyri
mong eitt ásýniligt og lítillátið
menniskja, sum tó skaraði væl
framúr sum teknari, listamálari og
sangari - og sum sunnudagsskúla
lærari eisini.
KJAK