hósdagur 4. november 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 211 - 4. november 2004
Nr. 211 - 4. november 2004
33
Tónleikakappingin
Singer/ Songwriter á
Hotel Hafnia Lounge
fer aftur av bakka-
stokki leygarkvøldið.
Danskir tónleikaskót-
ar ætla at lurta eftir
finaluni í kappingini
SINGER/
SONGWRITER
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Leygarkvøldið fáa evnarík-
ir sangskrivarar og sangarar
aftur møguleika fyri at
framføra sín tónleik al-
ment.
Hotel
Hafnia
Lounge verður aftur í ár
karmur um tónleikakapp-
ingina, Singer/Songwriter,
sum fløguaktuelli, Kristleif
Zachariassen, vann í fjør.
Michael Jensen er ein av
fyriskiparunum av Singer/
Songwriter-kappingini, og
hann sigur, at kappingin
varð væl móttikin bæði av
áhoyrarum og tónleikarum
í fjør, og tí gjørdu fyrireik-
ararnir av at skipa fyri
kappingini aftur í ár.
– Loungin var full til
hvørt umfar í fjør, og eg
vænti tað sama í ár. Føroy-
ingar elska at hoyra nýggj-
an føroyskan tónleik, og
við hesum tiltaki eru vit við
til menna føroyskan tón-
leik, sigur Michael Jensen
Fimm luttakarar hava
higartil boðað frá luttøku í
ár, og tað er nakað minni
enn í fjør.
Tveir finalistar
Kappingin í ár verður skip-
að í tveimum undanumfør-
um og síðan einum finalu-
umfari. Tónleikarar spæla í
alt trý løg í part- tvey skulu
vera egin, men eitt lag
stendur teimum frítt at
syngja.
Luttakararnir verða síðan
vigaðir av trimum dómar-
um, sum gera av hvør
sleppur víðari í finaluum-
farið. Kappingin er skipað
so, at bert ein luttakari
sleppur víðari úr hvørjum
umfari.
Michael Jensen greiðir
frá, at tónleikarskótar úr
Danmark hava ætlanir um
at koma til Føroya at lurta
eftir finaluni í kappingini.
Vælumtókt sjangra
Uttanfyri Føroyar er Sing-
er/Songerwriter tónleika-
sjangran ógvuliga væl um-
tókt í løtuni. Tónleika-
sjangran er sprottin úrUSA
og til Evropa. Millum
kendu nøvnini innan Sing-
er/Songwriter
sjangruna
kunnu nevnast John Majer,
David Gray og okkara egni
Teitur Lassen
Sangskrivararnir
sleppa at syngja aftur
– Loungin var full til hvørt umfar í fjør, og eg vænti tað sama í ár. Føroyingar elska at hoyra
nýggjan føroyskan tónleik, og við hesum tiltaki eru vit við til menna føroyskan tónleik, sigur
Michael Jensen, ein av fyriskiparunum av Singer/Songwriter kappingini
Mynd: Jens Kr. Vang
Luttakararnir í 1. umfarí Singer/Songwriter-
kappingini:
Atli Joensen
Rókur J. Jákupsson
Jóan Petur av Stongunum
FAKTA
Felags avgerðir
– Felags ábyrgd
Almennur valfundur verður á Føroya læraraskúla
hóskvøldið 4. november kl. 19.00
Undir heitinum "Felags avgerðir - Felags ábyrgd" verður skipað fyri
politiskum valfundi á Føroya Læraraskúla. Tær, sum fáa høvi at taka
orðið hetta kvøldið, eru tey kvinnuligu valevnini, sum bjóða seg
fram at stýra Tórshavnar kommunu.
Tað eru løgtingskvinnurnar og umboð fyri flokkarnar á tingi, sum
ikki hava kvinnuliga umboðan, sum skipa fyri.
Fundurin byrjar stundisliga kl. 19.00 og endar umleið kl. 21.00.
Gjørt skal verða vart við at fundurin er almennur, og at øll eru
hjartaliga vælkomin.
Orðstýrari er Bjørt Samuelsen.
Vegna fyrireikararnar
Annita á Fríðriksmørk
Sosialurin
Sosialurin
Visti tú ikki tað?
Visti tú ikki tað?
C
M
Y
K
33
32
Í Býin