Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2018síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 28. februar 2018 · Nr. 25 Fakligur stjóri til Familjufyrisitingina HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Á Ólavsøku 2018 verður málsøkið persóns-, húsfólka- og arvarættur yvirtikið og umsitingin av familjumálum, sum í dag er á Ríkisumboðnum, verður løgd til landið og skipað undir Familjufyrisitingini. Søkt verður í hesum sambandi eftir einum fakligum stjóra til Familjufyrisitingina at byrja 1. apríl 2018 ella eftir nærri avtalu. Starvið Fakligi stjórin fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini av Familjufyrisitingini. Familjufyrisitingin verður myndugleiki fyri eini røð av málum á familjurættarliga økinum. Millum annað mál viðvíkjandi samveru, hjúnarskilnaði, ættleiðing, barnagjaldi og verjumál. Fakligi stjórin fyri Familjufyrisitingina hevur evstu ábyrgd mótvegis Heilsu- og innlendismálaráðnum. Fyrsta uppgávan hjá fakliga stjóranum verður at byggja upp føroysku Familjufyrisitingina, harundir at tryggja eina smidliga flyting av starvsfólkum frá Ríkisumboðnum til Familjufyrisitingina og leggja ætlanir fyri arbeiðið hjá stovninum. Ein týðandi uppgáva verður eisini at tryggja eina framhaldandi talgilda og nýmótans umsiting av økinum. Førleikakrøv Vit sóknast eftir einum fakligum stjóra, sum dugir at leggja dent á munagóðan rakstur av uppgávunum hjá Familjufyrisitingini, at tryggja ein høga dygd í uppgávuloysnum og veita eina góða tænastu. Vit vænta, at tú hevur holla fakliga vitan, ert útbúgvin løgfrøðingur og gjarna við royndum innan familjurættarliga økið. Eisini verður dentur lagdur á • Ein motiverandi, sjónligan og mennandi leiðsluhátt. • Royndir at stýra stórum málsgongdum, har tú klárar at skapa sjónlig og góð úrslit. • Kunnleika til fíggjarstýring. • Evni at seta í verk fyriskipanir. • Góð samskiftisevnir – bæði í skrift og talu. • Góð samstarvsevnir og evnir at byggja upp eitt netverk. • At tú professionelt og effektivt kanst røkja relatiónir til eksternar samstarvspartar viðvíkjandi tínum ábyrgdarøkjum. Løn- og setanartreytir Starvið sum fakligur stjóri fyri Familjufyrisitingina verður sett sambært lønarflokki 37.1 í sáttmálanum við Felag Tænastumanna Landsins. Tann, ið settur verður, skal tola møguligar broytingar í starvinum. Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: Heilsu- og innlendismálaráðið Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn ella umvegis teldupost á himr@himr.fo Umsóknarfreist Umsóknir við C.V. og avriti av neyðugum skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. mars, kl. 12:00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Turid Arge, aðalstjóra tlf. 304050 ella umvegis teldupost til turid.arge@himr.fo Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur heilsumál, orkumál, kommunumál, umhvørvismál og familjurættarlig mál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Dreymastarvið finnur tú á in.fo