Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-27, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2018síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 28. februar 2018 · Nr. 25 Føroya Astma/Allergifelag Temadagur um astma Hin 15. mars 2018 kemur Vibeke Backer, astmalækni og professari, til Føroya at halda temadag um astmu (Astma Skúla). Vibeke Backer hevur holla vitan og royndir um astma og undirvísir og ráðgevir innan økið. Temadagurin er almennur og er fyri øll áhugað. Tiltakið verður hildið hóskvøldið hin 15. mars 2018 kl. 18.00 í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, í J.H. Schrøtersgøtu 9, Tórshavn. Borðreitt verður við smyrjibreyði, te og kaffi. Tey, ið ætla sær at luttaka, mugu boða frá luttøku í seinasta lagi hin 7. mars á facebook: Astma/Allergi Føroyar ella á tlfnr. 312378, 361435 ella 228079 MIÐSTOVUGARÐUR Á SANDI Tlf. 220203 Vit vera í Vágsbotni leygardagin 3. marts frá kl 9.30 við Grønmeti (glaskál-grønkál-gularót-eplum, og øðrum góðum úr bóndans garði. Ring og bílegg á tlf 220203 GRØNMETI Áheitan til fyritøkur, ið skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya sbrt. hvítvaskløgtingslógini Við hesum verður kunnað um, at niðanfyristandandi persónar og fyritøkur skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya: - persónar og fyritøkur, sum vinnuliga útinna virksemi viðvíkjandi gjaldoyraveksling (gjaldoyravekslarafyritøkur) - persónar og fyritøkur, sum vinnuliga útinna virksemi viðvíkjandi flutningi av peningi og virði (peningaflutningsfyritøkur), og - útbjóðarar av tænastuveitingum til fyritøkur Skráseting er treyt fyri, at nevndu persónar og fyritøkur kunnu útinna teirra virksemi. Fráboðan og nærri upplýsingar Til ber at venda sær til Skráseting Føroya fyri at fáa nærri upplýsingar. Fráboðanarskjal og vegleiðing um skráseting í skránni v.m., eru annars at finna á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya, www.skraseting.fo. Fráboðanir skulu sendast til: Skráseting Føroya Sigmundargøta 13 Postrúm 264 110 Tórshavn Skráseting Føroya · Sigmundargøta 13 · Boks 264 110 Tórshavn Tlf.: +298356010 · Fax: +298356015 · E-mail: skr@skraseting.fo Hoyvíksvegur 53 · FO-100 Tórshavn Tórshavn 351220 · lm@lm.fo · www.lm.fo Søkt verður eftir lærlingum m/k, at byrja skjótast gjørligt. LM Electric er Føroya størsti el- innleggjari. Tú kemur at arbeiða í eini fyritøku við nógvum ymiskum uppgávum. Hetta gevur tær eina fjølbroytta og áhugaverda útbúgving sum elektrikari. Vit hava umleið 60 fólk í starvi, og uppgávurnar eru bæði mennandi og sera fjølbroyttar. Hjá LM Electric er góðska og dygdargott handverk altíð ein sjálvfylgja. Sum lærlingur lærir tú týdningin av hesum, og tú fært góðan stuðul frá leiðslu og nógvum royndum starvsfeløgum. Vit vænta At tú hevur áhuga fyri økinum og ert hugagóður til hetta arbeiði. Hevur tú praktiskar royndir frá handaligum arbeiði, er tað ein fyrimunur. Annars vænta vit at tú: • Ert álítandi og tekur ábyrgd av tínum arbeiði. • Hevur góð samstarvsevnir. • Ert arbeiðssamur, røkin og fyrikomandi. Vit bjóða Vit kunnu bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss í alsamari menning, og sum saman við undirvísing á Tekniska skúla gevur ein haldgóða útbúgving. Vit hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika fyri at seta títt persónliga merki á arbeiðið. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hjalgrím á Heygum (hjalgrim@lm.fo) á telefon 291236 ella Paula Hofgaard (ph@ lm.fo) á telefon 291235. Umsókn saman við avritum av próvskjølum og upplýsingum um arbeiðsroyndir, útbúgving v.m. (CV) skulu sendast til lm@lm.fo. Umsóknarfreistin er 10. mars 2018. ELEKTRIKARALÆRLINGAR