týsdagur 27. mars 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. mars 2017 · Nr. 37
mikudagsblaðið
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Ymiskt er, hvat skal til fyri at slíta
eina samgongu – og nú ber tað eisini
til at slíta eina samgongu, sjálvt um
tú ikki ert partur av samgonguni.
Kári P. Højgaard hevur gjørt løg
manni greitt, at hann tekur stuðul
sín aftur bæði til pensjónsnýskipan
og til fíggjarlóg, um ætlanin um at
flyta nøkur almenn størv úr Gøtu til
Klaksvíkar stendur við.
Hetta fær okkum at hugsa um,
hvussu nógv ella lítið skal til, fyri at
ein tingmaður høggur beinini undan
eini samgongu.
Í 1980 var tað ferðaætlanin hjá
Smyrli sum gjørdi, at Fólkaflokk
urin ikki tímdi meira og sleit sam
gonguna millum Javnaðarflokkin,
Tjóðvelisflokkin og Fólkaflokkin.
Ósemja var um, hvørt Smyril skuldi
halda fram við uttanlandssiglingini
ella ikki. Hon hevði verið á privatum
hondum í nógv ár, men datt niðurfyri,
tá Skipafelagið steðgaði siglingini við
Tjaldrinum í 1967. Í 1975 varð Smyril
settur í uttanlandssigling,
Í 1989 slitnaði samgonga millum
Fólkaflokkin,
Tjóðveldisflokkin,
Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólka
flokkin, tí at Studentaskúlin var flutt
ur úr Gøtudali á Kambsdal. Hesum
fann Lasse Klein seg ikki í.
Árið eftir slitnaði aftur ein sam
gonga millum Fólkaflokkin, Tjóðveld
isflokkin og Sambandsflokkin – sum
vóru rúkandi ósamdir um næstan alt.
Í 1993 slitnaði samgongan mill
um Javnaðarflokkin og Fólkaflokk
in, tí teir vóru so grundleggjandi
ósamdir, at Marita Petersen gav
Fólkaflokkinum durafjórðingin. Í
1994 slitnaði samgongan millum
Janaðarflokkin,
Tjóðveldisflokkin
og Sjálvstýrisflokkin, tí Lasse Klein
og Helena Dam á Neystabø kland
raðust. Í 1996 slitnaði samgonga
millum Sambandsflokkin, Javnað
arflokkin,
Verkamannafylkingina
og Sjálvstýrisflokkin, tí Javnaðar
flokkurin ikki stólaði upp á Edmund
Joensen sum løgmann.
Í 2003 slitnaði ein samgonga mill
um Fólkaflokkin, Tjóðveldi, Sjálv
stýrisflokkin og Miðflokkin, tí ein
bók varð skrivað, sum setti Anfinn
Kallsberg, løgmann, í ringt ljós.
Í 2008 slitnaði ein samgonga mill
um Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og
Miðflokkin, tí Jóannes Eidesgaard og
Høgni Hoydal klandraðust um eitt
lyklarhol.
Í 2015 slitnaði ein samgonga mill
um Sambandsflokkin, Fólkaflokkin
og Miðflokkin, tí at Hans Gammeltoft
Hasnen, kanningarstjóri, kom til
ta niðurstøðu, at Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmaður, hevði givið
løgtinginum »urigtige oplysninger«
um tunnilsmálið.
So hví ikki slíta eina samgongu í
dag, tí eitt lítið alment arbeiðspláss
flytur úr Gøtu til Klakvíkar?
Staðfestast kann, at tað eru smá
mál, sum slíta samgongur í Føroyum
– so hví ikki hetta málið hjá andstøð
umanninum Kári P. Højgaard eisini?
Tað eru smámál, sum slíta
samgongur í Føroyum
minni enn so kann slíta
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Tað var við stórari sorg, at okur
í Arbeiðskvinnufelagnum Drós
uni frættu, at forkvinna okra,
Hildebjørg Brattalíð, var farin.
Hildebjørg var bert 73 ár, tá hon
3. desember í fjør legði eyguni
saman fyri seinastu ferð, men
avrikini vóru mong.
Hildebjørg var ein av teimum, ið
tók stig til at seta á stovn Arbeiðs
kvinnufelagið Drósuna hin 1. juni 1978,
og varð hon vald til fyrstu forkvinnu
í
nýggja
arbeiðskvinnufelagnum.
Vaskifólk í Tvøroyrar kommunu
hildu, tað var neyðugt við einum
fakfelagi, ið legði seg meira eftir at
tryggja viðurskiftini hjá vaskifólkum,
og tí varð Drósan stovnað. Fiskep
igernes Fagforening var ikki lima
felag í Føroya Arbeiðarafelag, men
tað gjørdist Drósan mest sum bein
anvegin, og Hildebjørg hevur øll árini
síðani stovnanina verið ein av teim
um berandi kreftunum í felagnum.
Heilt síðan 1979 hevur FA havt ein
árligan kjakfund, har kjakast verður
um leyst og fast. Tað var eitt uppskot,
ið kom frá Drósuni, meðan Hildebjørg
var formaður, ið førdi til hesa góðu
siðvenju, har nevndarlimir úr øllum
landinum fáa høvið at seta nevndini
spurningar og annars kjakast um alt,
ið hevur við fakfelagsarbeiði at gera.
Tá Drósan varð stovnað, varð tørv
ur á at útbúgva nýggju nevndarlimir
nar í fakfelagsarbeiði, og longu í 1979
fóru forkvinnan og næstforkvinnan
í Drósuni, Hildebjørg og Elisabeth
Matras Olsen, saman við øðrum
føroyingum á sonevnda Arbeiðara
háskúlan í Esbjerg á skeið. Undirvíst
varð tá í øllum møguligum, ið hevði
við fakfelagsviðurskifti at gera. Í 1982
tók Hildebjørg stakskeið í maskin
skriving, og hetta kom væl við í fak
felagsarbeiðinum.
Miðskeiðis í 1980’unum varð mett,
at føroyska arbeiðararørslan hevði
tørv á betri upplýsing, og tí varð í 1985
skipað fyri einum sonevndum skeiði
fyri lesiring-leiðarar. Undirvísarar
vóru Ingeborg Vinther, forkvinna í FA,
og Hendrik Hansen úr Arbejdernes
Oplysningsforbund, og saman við
Elisabeth Matras Olsen, sum tá var
forkvinna í Drósuni, luttók Hildebjørg
eisini á hesum skeiðinum, hvørs end
amál var at kunna um og menna ar
beiðararørsluna.
Hildebjørg var í fakfelagsarbeiði
num so virkisfús og dugnalig, at hon
á aðalfundi í FA í apríl 1986 varð vald
í nevndina. Hendan álitissessin røkti
hon væl og virðiliga heilt fram til aðal
fundin í 1998, tá hon bar seg undan
afturvali.
Eisini var Hildebjørg í 1988 við á
kvinnuráðstevnu í Oslo í 1988 sum
umboð fyri FA. Ingeborg Vinther var
við sum limur í javnstøðunevndini, og
í bløðunum greiddu tær báðar frá, at
tað var ótrúliga áhugavert og hjarta
nemandi at hitta kvinnur úr øllum
heiminum, ið av politiskum og øðrum
ávum vóru noyddar at liva í útlegd.
Tað, at Hildebjørg fleiri ferðir var
við á skeiðum og ráðstevnum, með
an hon var nevndarlimur í Føroya
Arbeiðarafelag, fingu okur ágóðan
av í lokalfelagnum í Drósuni, har
Hildebjørg við síni drívmegi legði gott
í okum aðrar.
Hildebjørg hevði alla sína tíð stór
an áhuga fyri fakfelagsarbeiði og í
politikki, og hon stillaði fleiri ferðir
upp til býráðsval. Hildebjørg stillaði
m.a. upp fyri Froðbiar Sóknar Javn
aðarfelag í 1984, tá hon somuleiðis
var
næstforkvinna
í
Føroya
Javnaðarflokki, í 1988 stillaði hon upp
á Samgongulistanum, meðan hon í
1992 stillaði upp á Javnaðarlistanum.
Undir kreppuni var stór ónøgd
við førda politikkin, og saman við
nógvum øðrum fakfelagsfólkum fór
Hildebjørg upp í nýggju Verkamann
afylkingina, tá hendan varð stovnað.
Sum eitt av trimum valevnum úr Suð
uroynni, stillaði hon upp fyri Verka
mannafylkingina saman við Hjalmari
Thomsen úr Sumba og Ingeborg
Vinther úr Vági til løgtingsvalið í
1994. Hildebjørg og Ingeborg kendu
sjálvandi hvørja aðra frammanundan,
m. a. úr nevndararbeiðinum í Føroya
Arbeiðarafelag og úr starvsnevndini í
Javnaðarflokkinum.
Upp
undir
valið
var
hon
fleiri ferðir í miðlunum, kanska
serliga í FF Blaðnum, har hon við
lesarabrøvum og blaðgreinum vísti
á, hvussu arbeiðs- og livilíkindini hjá
verkafjøldini kundu betrast. Serliga
var tað teimum, sum orsakað av
kreppuni høvdu mist arbeiði, ið Hilde
bjørg ynskti at arbeiða fyri. Verka
mannafylkingin fekk trý umboð vald
á Løgting, og Ingeborg Vinther varð
umdømisvald í Suðuroynni. Inge
borg bað tó um styttri farloyvi, og
hóast tað ikki lá fyri hjá Hildebjørg at
royna seg sum varafólk á Løgtingi, tá
Ingeborg á fyrsta sinni fór í farloyvi
– Hjalmar Thomsen tók tá sætið – lá
betri fyri á øðrum sinni. Sostatt hev
ur Hildebjørg eisini umboðað Verka
mannafylkingina á Føroya Løgtingi.
Eisini á aðrar mátar gjørdi sosiala
medvitið hjá Hildebjørg seg galdandi,
og hevur hon m.a. roynt seg sum
røðara á altjóða arbeiðaradegnum,
og í fleiri ár var hon tiltakslimur í
Keypsamtøkuni, tá "Brúksan" royndi
at fáa fótafesti í Suðuroynni.
Seinni gjørdist Hildebjørg aftur
ein partur av Javnaðarflokkinum,
og sat hon sum nevndarlimur í
Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag,
sum felagið nú eitur, tá hon legði
árarnar inn. Tað, at aðalfundirnir í
teimum feløgunum, har Hildebjørg
hevur verið virkin í stórum parti av
lívi sínum, Føroya Arbeiðarafelag og
Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag,
hava minst hana við virðiligari tøgn,
prógvar, at navn og íkast hennara í
hesum báðum felagsskapunum ikki
verður gloymt í bræði.
Tað, ið til allar tíðir eyðkendi
Hildebjørg, var hennara drívmegi,
sum hjálpti henni í strembanini eftir
at vinna øllum tí arbeiðandi fólkinum
í Føroyum betri kor. Hildebjørg var
eitt fakfelagsfólk av tí góða, gamla
slagnum, og hesi gerast færri og færri.
Hóast okur í Drósuni høvdu vónað, at
okur kundu lært frá Hildebjørg í mong
ár aftrat, er tað vón okra, at okur fara
at megna at føra tað arbeiðið víðari, ið
Hildebjørg var við til at byrja, og sum
hon fyrimyndarliga arbeiddi fyri til
sín doyggjandi dag.
Okur í nevndini í Arbeiðskvinn
ufelagnum Drósuni vilja hervið lýsa
frið yvir minnið um kæru vinkonu
og
felaga
okra,
stríðskvinnuna
Hildebjørg Brattalíð.
Arbeiðskvinnufelagið Drósan
Minningarorð um fakfelagskvinnuna Hildebjørg Brattalíð