týsdagur 27. mars 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. mars 2018 · Nr. 37
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Árni Gregersen
At nøkur almenn arbeiðs
pláss verða flutt í Eystur
oynna.
Tað var ein partur av tí av
talu, sum Kári P. Højgaard og
Sjálvstýrisflokkurin gjørdu
við samgonguna í sambandi
við fíggjarlógina og nýggju
pensjónsskipanina.
-Tað er klárt, at talan er
um eina avtalu, sum vendir
báðar vegir, sigur Kári P. Høj
gaard.
Men hann heldur ikki,
at samgongan heldur ta av
taluna, sum gjørd er. Tað sum
fær tingmannin at reagera
er, at stovnurin Gloym
meg ei, sum hevur hidið til
á Gøtubrá í Norðagøtu, nú
verður fluttur til ein bygning
í Klaksvík.
10 starvspláss flyta tí úr
Eysturoynni til Klaksvíkar.
-Hetta
gongur
beint
ímóti tí, sum vit annars
hava avtalað, sigur Kári P.
Højgaard.
Skrivar til løgmann
Kári P. Højgaard hevur tikið
málið í egnar hendur og
hevur sent løgmanni skriv,
har hann vil hava at vita,
hvat løgmaður ætlar at gera
við, at arbeiðspláss hvørva
úr Eysturoynni, heldur enn
at tey flyta til Eysturoynna.
-Eg havi sagt við løgmann,
at tann avtalan vit hava
gjørt má ganga báðar vegir.
Annars má eg av álvara um
hugsa mína støðu í mun til
avtalurnar, sum vit hava
gjørt sigur Kári P. Højgaard.
Aksel V. Johannesen, løg
maður, váttar, at hann hevur
fingið eitt skriv frá Kára P.
Højgaard um málið.
Hann ger tó greitt, at her
er als ikki talan um nakra
politiska avgerð.
Talan er um eitt tilboð frá
Almannaverkinum til fólk í
Eysturoynni og Norðoyggj
um, so sjálv staðsetingin er
ikki heilt avgerandi.
Jóhan
Christiansen,
borgarstjóri í Eystur kommu
nu, sigur, at hetta tilboðið
hevur verið í Gøtubrá, men
at Eysturkommunan segði
teimum upp har fyri umleið
tveimum árum síðani.
-Freistin er longd eina
ferð, men tað er ikki eydnast
teimum at finna hølir í
Eysturoynni, sum stovnurin
kundi góðtaka, sigur Jóhan
Christiansen.
Nú hevur stovnurin so
funnið ein bygning í Klaksvík,
sum tey halda er hóskandi og
Klaksvíkar kommuna hevur
tikið væl ímóti at tey flyta til
Klaksvíkar við virkseminum.
-Sjálvur havi eg ikki verið
uppí málinum, men tá ið
tað vísti seg, at vit hava ein
bygning til endamálið, so at
kvøði eg sjalvandi fyri, sigur
Jógvan Skorheim, borgar
stjóri í Klaksvík.
Tað
sær
út
sum,
at
Sjálvstýri ikki heilt er samt
í hesum málinum og Kári P.
Højgaard dylur ikki fyri, at
hetta er eitt mál, sum hann
sjálvur hevur reist.
-Eg má fyrihalda meg til
ta avtalu sum eg havi gjørt
og um hon verður hildin av
hinum partinum, sigur hann.
Jógvan Skorheim vil onki
siga um málið, fyrr enn hann
hevur tosað við Kára P. Høj
gaard um málið.
Løgmaður hevur heldur
ikki gjørt nakað við málið
enn.
-Eg havi fingið stuttu
boðini frá Kára P. Højgaard,
men eg fái ikki gjørt nakað
við málið fyrr enn eg havi
tosað við tingmannin. Eg
kann bara staðfesta, at vit
hava hildið allar avtalur,
sum vit hava gjørt við Sjálv
stýri -flytingin úr Gøtu til
Klaksvíkar er gjørd av teim
um, sum dagliga arbeiða við
stovninum, sigur Aksel V.
Johannesen.
Kári P. Højgaard leggur
afturat, at hann eisini bíðar
eftir at fáa eina afturmelding
frá løgmanni um málið, áðr
enn hann tekur støðu til
hvørjar avleiðingar hetta fer
at fáa fyri samstarvið millum
hann og samgonguna.
KÁRI P. KREVUR AT FLEIRI
ALMENN ARBEIÐSPLÁSS
KOMA Í EYSTUROY
Tingmaðurin fyri Sjálvstýri sigur, at talan er um eina avtalu við samgonguna, sum gongur báðar vegir
Kári P. Højgard, Sjálvstýri, vil hava, at nøkur almenn arbeiðspláss verða flutt í Eysturoynna
Løgmaður váttar, at hann hevur fingið eitt skriv frá Kára
P. Højgaard, men hevur onki gjørt við tað enn
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eystur
kommunu, sigur, at kommunan hevur sagt Gloym
meg ei upp fyri tveimum árum síðani