týsdagur 27. mars 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. mars 2018 · Nr. 37
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Árni Gregersen
Sjáldan
hevur
politiskas
skipanin veirð so lammað,
sum hon er nú.
Ikki tí, landsstýrið og fyri
sitingin virka, men sjálv tann
lóggevandi forsamlingin, Løg
tingið, hevur í longri tíð ikki
tikið avgerðir í lógarmálum.
Samgongan hevur sit
ið við valdinum síðani 1.
september 2015, men longu
dagin eftir at samgongu
skjalið var almannakunn
gjørt, boðaði Sonja Jógvans
dóttir frá, at hon tók seg úr
Javnaðarflokkinum.
Hon boðaði tó samstundis
frá, at hon fór at stuðla sam
gonguni, so talan var upp
runaliga um eina minni
lutasamgongu,
sum
fekk
stuðul frá einum leysgangara
í tinginum.
Hendan skipan virkaði
tey fyrstu árini, men tá ið
nýskipanin av fiskivinnuni
kom á breddan, tyktist, sum
semjan innanhýsis í sam
gonguni ikki var so góð.
Men tá ið avgerðin skuldi
takast – tingfólk skuldu at
kvøða – vísti tað seg, at sam
gongan var intakt og uttan
flokka tingkvinnan atkvøddi
eisini fyri.
Nú stendur meira á
Gjøgnum alla tilgongdina
hevur nógv staðið á sam
gonguni, men hesa seinastu
tíðina heevur tað víst seg,
at tað eru fleiri sprekkur í
betonginum,
sum
heldur
samgonguni saman.
Kristin
Michelsen,
borgarstjóri
á
Tvøroyri
og tingmaður, heldur seg
ikki vera væl viðfarnan av
Javnaðarflokkinum og ser
liga ikki av lokalfelagnum á
Tvøroyri.
Har var kappingin um
valdið í kommununi ógvu
liga hørð og tað endaði
við, at fyrst gjørdi Kristin
Michelsen sína egna lista til
býráðsvalið, síðani gjørdi
hann samgongu, sum helt
Javnaðarlistan uttanfyri, til
so ein av meirlutanum leyp
yvirum og setti seg á meir
lutan saman við andstøðuni
í býráðnum har.
Nú eru allar nevndir
valdar av nýggjum og Kristin
Michelsen situr sum borgar
stjóri í minnluta.
Hesar
hendingarnar
á
Tvøroyri fingu borgarstjóran
har til at biðja floksfor
mannin, Aksel V. Johannsen
um at finna eina loysn í
felagnum á Tvøroyri.
Til tað var gjørt, segði
Kristin Michelsen, at hann
ikki kennir seg bundnan
at atkvøða tað sama sum
Javnaðarflokkurin
í
Løg
tinginum.
Hetta hevur álvarsligar
avleiðingar, tí í teimum
nevndum, har sum Kristin
Michelsen er 4.limurin hjá
samgonguni,
har
noktar
hann at skriva undir álit.
Tað hevur við sær, at álit
ikki sleppa úr nevndunum
og tað leggur í veruleikanum
tingið lamið.
Trýstið er tó størri enn so,
tí eitt uppskot liggur í nevnd,
sum Sonja Jógvansdóttir
hevur lagt fram. Tað snýr
seg um at sleppa at draga
limagjald til yrkisfeløg frá í
skatti,
Frá samgonguni hevur
hon fingið lovað, at sam
gongan fer at taka undir við
uppskotinum, men tað ger
samgongan ikki.
Framsókn hevur gjørt
púra greitt, at flokkurin
hevur ikki gjørt avtalu um
hetta málið og at flokkurin
heldur ikki fer at atkvøða tað
ígjøgnum í tinginum.
Hendan støðan kann fara
at verða tyngjandi fyri sam
gonguna, men kanska eru
tað onnur tyng, sum viga
meira.
Heðin
Mortensen
og
Kristin Michelsen úr Javn
aðarflokkinum hava báðir
lagt eitt uppskot fram saman
við andstøðuni um at gera
tunnil til Fámjin í samband
við Hvalbbiartunnilin.
Tað
at
samgonguting
menn gera slíkt, er ikki van
ligt og tað kann eisini fáa
avleiðingar.
Heldur samgongan?
Ein sera torførur spurningur
at svara uppá.
Eitt
av
stórmálunum,
sum
skuldi
avgreiðast
í
hesi tingsetuni, er stjórnar
skipanarlógin.
Eftir
øllum
at
døma
kemur hon ikki úr aftur
nevnd og so fellur hon burt
ur í hesi tingsetuni.
Tvey onnur mál eru. Pen
sjónsnýskipanin, sum eftir
øllum at døma er á trappuni,
men nú er ivasamt um Kári
P. Højgaard, Sjálvstýri, fer at
taka undir við málinum.
Eisini er tað ivasamt um
Sonja Jógvansdóttir tekur
undir við tí.
Hitt er veiðugjaldið, sum
skal ásetast í sambandi við
lógina um sjófeingi.
Men tað ber væl til at sita í
landsstýrinum uttan at hava
meirlutan í Løgtinginum.
Svarið frá samgonguni er,
at so leingi hon ikki hevur 17
atkvøður í tinginum ímóti
sær, so verður hon sitandi.
Spurningurin er so, hvat
er ein kabinetspurningur.
Ein kabinetspurningur er
eitt mál, sum er so avgerandi
fyri sitandi samgognu, men
ikki sleppur gjøgnum tingið.
Tá er samgongan fallin.
Um tað hendir áðrenn val
verður útskrivað til vanliga
tíð næsta ár – ella sam
gongan fellur í heyst.
Tað er 10.000 dollara
spurningurin.
VEIK SAMGONGA KEMPAR
FYRI AT SITA ALLA TÍÐINA ÚT
Løgtingið virkar ikki, tí har er ongin samlaður meirluti – landsstýrið og fyrisitingin virka
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, hevur boðað frá, at hann ikki
skrivar undir álit, fyrr enn løgmaður he vur "ruddað upp" á Tvøroyri
Heðin Mortensen hevur lagt uppskot fram saman við
andstøðuni. Enn ein sprekka í samgongusementinum
Spurningurin er um Sonja Jógvansdóttir stuðlar samgonguni,
fær hon ikki málið um yrkisfelagsgjald ígjgøgnum