týsdagur 27. mars 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. mars 2018 · Nr. 37
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Jógvan á Lakjuni,
løgtingsmaður
Tá ið hjúnabandslógin var
til viðgerðar, royndu eg og
fleiri við mær at føra fram,
at hetta, at devaluera hjúna
bandið og gera tað kyns
neutralt, er álvarsligasta mál,
sum nakrantíð er viðgjørt í
Føroyum.
Vit
royndu
eisini
at
ávara um, at hetta fór at fáa
álvarsamar og óyvirskoði
ligar avleiðingar fyri sam
felag okkara frameftir og
verða orsøk til eina radikala
umbroyting av allari fatan av
familju, hjúnalagi og samlívi.
Men sitandi samgonga
valdi kortini at avtaka hjúna
bandið sum stovn bara mill
um mann og konu og tók ta
vanæruligu avgerð at gera
hjúnabandið kynsneutralt.
Nú kann maður giftast man
ni og kvinna kvinnu.
Tað, at geva tveimum,
sum hava hug at liva saman,
nøkur borgarlig rættindi, er
bara ein lítil partur av hesum
og hevði als ikki tørva broyt
ing í hjúnabandslógini.
Nei, her lá nakað nógv
álvarsligari aftanfyri. Her
bleiv latið upp fyri einari
kynsneutralari
ideologi,
sum hevur til endamáls
at broyta alla siðvenju, og
sum verður orsøk til eina
mentanarkollvelting
og
eitt siðaskifti í Føroyum, ið
gongur beint ímóti tí kristnu
siðalæru,
sum
samfelag
okkara í øldir hevur bygt á.
Nú koma avleiðingarnar!
Ikki tí – avleiðingar sóust
beinanvegin. Vit minnast,
at bispur straks mátti geva
prestunum tænastuboð, tí
samgongan
blandaði
seg
beinleiðis upp í kirkjulig
viðurskifti, hóast alt tað
kirkjuliga landslagið mót
mælti.
Hetta var bara byrjanin!
Og nú hevur Sirið Steenberg,
landsstýriskona fyri Tjóð
veldi, lagt nýggja lóg um ætt
leiðing fyri Løgtingið, sum
hevur við sær, at tveir menn,
sum liva saman – líkamikið
um teir eru í “hjúnabandi”
ella ikki – nú kunnu ættleiða
børn! Hugsið tykkum!! – og
tað sama verður við kvinn
um. Tað vil siga, at pør av
sama kyni nú fara at kunna
ættleiða børn!
Hetta er syndarligt. Men
tú verður ikki skakkur av
nøkrum longur!
Men tá ið vit nú skulu
gera eina føroyska lóg um
umstøðurnar hjá børnum,
sum vit skulu ættleiða til
Føroya, hava vit so ikki
skyldu til at geva teimum
tað besta av tí besta? Jú,
sjálvandi! Og øll vita, at tað
besta av tí besta er at vaksa
upp í einum heimi við einari
mammu og einum pápa!
Og hetta er ikki minst gald
andi fyri ættleidd børn,
sum hava havt eina trupla
byrjan upp á lívið og koma
úr óstøðugum umstøðum til
eina fremmanda mentan.
Mamma og pápi eru týdn
ingarmikil sum fyrimyndir í
uppvøkstrinum,
og
børn
hava brúk fyri bæði maskuli
num og femininum fyri
myndum fyri at menna
sjálvsvirði og samleika og
fyri at fata og uppliva javn
støðu og viðurskiftini við
hitt kynið.
Grein 2 í barnarættinda
sáttmálanum hjá ST ávarar
ímóti mismuni og sigur,
at
sáttmálalondini
skulu
taka øll neyðug stig fyri at
tryggja, at barnið er vart
móti øllum mismuni. At geva
tveimum av sama kyni rætt
til ættleiðing er júst at gera
mismun yvir fyri barninum,
tí tá fáa tey ikki møguleikan
at fáa bæði eina mammu og
ein pápa!
Men, hetta er ikki einasta
broyting í ættleiðingarlógini!
Nei, her er eisini ein onnur
sera stór og prinsipiel broyt
ing, sum Sirið Steenberg
ætlar at knæseta í føroyskari
lóggávu,
sjálvandi
eftir
donskum mynstri (tað ger
Tjóðveldi altíð!).
Eftir tí lógini, sum vit
hava í dag, kunnu ógift pør
ikki ættleiða børn, men nú
fara tey at verða javnsett við
hjún í ættleiðingarhøpi.
Tað vil siga, at nú hevur
hjúnabandið heldur einki at
siga her!
Eg vil fegin gera vart við,
at eg mótmæli hesum ment
anarkollveltandi
politikki
num, og eg haldi tað vera
óhugnaligt, at vit hava eina
samgongu, sum heldur fram
at gera seg inn á tey dýrastu
virðini, vit eiga.
Samgongan heldur fram
við mentanarkollveltingini
Tað almenna má seta greiðari
krøv til síni partafeløg
Sirið Steenberg, landsstýriskona fyri Tjóðveldi, hevur lagt uppskot um nýggja ættleiðingarlóg fyri Løgtingið.
Nú fáa (eftir donskum leisti sjálvandi) pør av sama kyni – og eisini samlivandi pør – rætt at ættleiða børn!
Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar eina grundleggjandi viðgerð av
uppgávunum hjá almennum partafeløgum og grunnum
Føroya Arbeiðsgevarafelag
Tá Atlantic Airways og LÍV
herfyri fráboðaðu, at tey
hava avgjørt at byggja nýtt
hotel í Havn, var tað skjótt
at kjak tók seg upp, um hetta
er ein uppgáva hjá einum
almennum partafelagi. At
slíkt kjak kyknar, er ikki so
løgið, tí fleiri privat feløg
eru longu á gistingarhús
marknaðinum, ella eru á
veg inn á hann. Tí er tað ein
náttúrligur spurningur, hví
eitt felag undir almennum
eigaraskapi skal fara inn á
sama marknað.
At
almenn
partafeløg
og grunnar fara undir virk
semi, sum liggur uppat ella
í framhald av kjarnuupp
gávunum hjá hesum feløg
um, er tó ikki nakað nýtt.
Tað eru nógv dømi um hetta,
m.a. innan post, fjarskifti,
flogferðslu og ferjusigling. At
almenn partafeløg og grunn
ar verða stovnaðir at reka
virksemi, sum er í beinleiðis
kapping við fyritøkur undir
privatum
eigaraskapi,
er
uppaftur meira vanligt.
Føroya
Arbeiðsgevara
felag saknar í sambandi við
kjakið um hotellvirksemi hjá
Atlantic Airways eitt meira
grundleggjandi
kjak
um,
hvørjar uppgávur mongu
almennu partafeløgini og
grunnarnir skulu røkja, og
undir hvørjum treytum.
Almenn partafeløg eru
sett í verðina at røkja eina
ávísa, avmarkaða uppgávu.
Partafelagsformurin
er
oftast valdur fyri at geva
hesum
fyritøkum
størri
frælsi at skipa seg. Enda
málið hevur hevur neyvan
verið, at feløgini skuldu fara
undir virksemi á øðrum
økjum. Men tað, at feløgini
skulu rekast eftir handils
ligum treytum ger, at tað
kann virka lokkandi hjá
feløgunum at fara undir
annað virksemi afturat upp
runaliga
kjarnuvirksemi
num.
Trupulleikin
við,
at
partafeløg undir almennum
eigaraskapi á henda hátt
fara í kapping við privat
partafeløg er, at almenni
eigarin saktans kann liva
við, at felagið ikki gevur
nakað avkast. Slíkt marglæti
hevur privati eigarin ikki
ráð til. Hann hevur sett
sínar pengar í eitt felag,
sum skal geva avkast, og
um tað ikki eydnast fyrr ella
seinni, steðgar virksemið.
Tí er skjótt, at talan verður
um ójavna kapping, og at
privat missa áhugan fyri at
kappast á økjum, har alment
felag hevur virksemi. Økta
almenna virksemið kann
tí verða viðvirkandi til at
troðka burtur privat virk
semi. Afturat hesum økist
samlaði váðin hjá tí almenna,
tess fleiri handilslig øki, tað
almenna og almenn feløg
fara inn á.
Í 2016 sendi Uttanríkis- og
Vinnumálaráðið eitt upp
skot til eigarapolitikk til um
mælis. Hóast uppskotið sum
heild var óneyðuga tungt at
umsita, vóru tó eisini nøkur
góð ting í uppskotinum. M.a.
var ætlanin at seta avkast
krav til partafeløg og grunn
ar undir almennum eigara
skapi.
Tó heldur Føroya Arbeiðs
gevarafelag, at áðrenn man
fer at tosa um avkastkrav,
eigur landið at spyrja seg
sjálvt tveir grundleggjandi
spurningar í s.v. øll síni feløg
og grunnar:
Er tað framvegis neyðugt
at hetta virksemið verður
rikið undir almennum ognar
skapi ella kann tað verða
steðgað ella einskilt?
Um virksemið skal vera
undir framhaldandi almenn
um ognarskapi, hvussu skil
marka vit so tær kjarnu
uppgávur, sum felagið skal
røkja, so tað ikki fer í holt
við virksemi á økjum, sum
tað privata er betri skikkað
at taka sær av?
Hetta er tað grundarlagið,
sum ein almennur eigara
politikkur má hvíla á. Føroya
Arbeiðsgevarafelag
hevur
longu í Vinnusjónarmiðnum
frá 2011 gjørt vart við, at al
mennar fyritøkur, ið kunnu
virka í kapping á privata
marknaðinum, eiga at verða
einskildar, og at avkastkrav
eigur at vera til partafeløg og
vinnuligar grunnar, har tað
almenna hevur ein týðandi
leiklut.