Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-27, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2018síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. mars 2018 · Nr. 37 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STARVSMARKNAÐUR Á hesum rakstrarøkinum, sum er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss og er staðsett á verkstaði okkara á Lambareiði, starvast uml. 20 starvsfólk við beinleiðis tilknýti til Teknisku deild. Høvuðsverkevni • at vera bindilið millum teknisku leiðsluna og útinnandi toymini á tekniska økinum (vega- , timbur-, vatn- og fríøkis-toymi, tils. uml. 20 starvsfólk) • at hava ábyrgdina av fakliga førleikanum á toymunum • at leggja stutt- og langtíðarætlanir og leiða arbeiði, sum eru gjørd klár at seta í verk • at systematisera, optimera og skipa arbeiðini í toymunum • at vera við í setan av starvsfólki í toymunum og at skipa HTU í toymunum • at standa fyri innkeypi, hava fíggjaætlanarábyrgd og finna sparingar • at skipa fyri, at førleikarnir hjá starvsfólkunum í toymunum verða dagførdir • at skipa fyri trivnaðarátøkum í toymunum Førleikakrøv • Byggifrøðingur ella onnur viðkomandi útbúgving • Royndir innan lendis- og byggiarbeiði • Royndir í stýring av verkætlanum • Munnligan og skrivligan málførleika í føroyskum, donskum/norskum og enskum • Góðan telduførleika Vit sóknast eftir leiðara, sum • er opin, fyrikomandi, sjálvstøðugur og tekur ábyrgd • hevur evni at eggja og ganga undan • hevur leiðsluroyndir/-førleikar • evnar at virka sum millumlið millum teknisku leiðsluna og útinnandi arbeiðsfólkið Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Starvið verður ætlandi sett 1. mai 2018. Fá meira at vita um starvið frá tekniska leiðaranum Lars Kirkegaard, tlf. 237035. Søk starvið á www.runavik.fo/ Leys størv. Umsóknarfreistin er 8. apríl 2018. Talgild skjøl (t.d. pdf ella mynd) skulu viðfestast, tá søkt verður: umsókn, CV, mynd, prógv og møgulig viðmæli. Rakstrarleiðari til Runavíkar kommunu Heiðavegur 26 | FO-600 Saltangará | Tel +298 41 70 00 | runavik@runavik.fo | runavik.fo Posta sóknast eftir einum dugnaligum kunda- ráðgeva til kundatænastuna og søludeildina á Frímerkjadeildini. Á Frímerkjadeildini verður samskift dagliga við kundar kring allan heim. Tí er umráðandi, at tú hevur lætt við at samskifta, hevur sølutev og dugir at síggja møguleikar fyri meirsølu. Sum partur av kundatænastuni avgreiðir tú eisini fakturar, bíleggingar, fyrispurningar og aðrar fyri- fallandi uppgávur. Posta væntar, at tú: • ert tænastusinnað/ur • ert væl fyri málsliga og kanst samskifta á donskum, enskum, fronskum og møguliga týskum • hevur góðan telduførleika • ert ágrýtin og avgreiðir uppgávur skjótt og væl • ert væl skipað/ur • ert fleksibul • hevur sølutev Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður sett sambært útbúgving og royndum eftir sáttmál- anum millum Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag um Posta. Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV o.ø skulu sendast til Ingun Olsen, leiðara á Frímerkja- deildini á inol@posta.fo - tlf. 236203. Umsóknarfreistin er 6. apríl 2018, kl 12:00. Starvið verður sett skjótast til ber. Kundaráðgevi til Frímerkjadeildina Dámar tær væl at samskifta við kundar kring allan heim? Posta røkkur hvørt stað í landinum hvønn dag. Posta fevnir um umleið 125 ársverk, 60 bilar, eina sølu á gott 90 mkr og virksemi kring alt landið.