Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-27, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2018síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. mars 2018 · Nr. 37 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STARVSMARKNAÐUR Sølu- og Fíggjarleiðari Søkt verður eftir sølu- og fíggjarleiðara fyri ein av kundum okkara í Tórshavn. Felagið hevur 15 ár á baki og arbeiðir innan maskin og el. Felagið er í menning við góðum rakstri og arbeiðsumhvørvi og hevur í dag 8 starvsfólk. Arbeiðsøkið Títt arbeiðsøki verður fyrst og fremst bókhald, umsiting og søla. Tú kemur at hava ábyrgdina av bókhaldinum, roknskapinum og umsiting felagsins annars. Arbeiðið umfatar m.a. lønarflytingar, at rinda ognarar, at gera fakturar umframt vanligt bókhaldsarbeiði. Eisini kemur tú at bíleggja vøru. Herumframt verður ein týðandi uppgáva hjá tær at menna sølu felagsins m.a. við at upp- byggja eina goymslustýring. Førleikakrøv og starvsroyndir Vit ynskja ein persón við kunnleika innan bókhald. Tú skalt verða røkin, ágrýtin, álítandi og ikki bangin fyri at taka ábyrgd og kunna arbeiða sjálvstøðugt. Tað er gott um tú hevur kunnleika innan tað felagið arbeiðir við. Tað er ikki avgerandi, um tú ert verkfrøðingur, maskin meistari, bókhaldari ella okkurt heilt annað. Felagið bjóðar Tú sleppur at arbeiða sjálvstøðugt eins og tú verður ein partur av einum toymi í einum spennandi og mennandi umhvørvi. Til rætta viðkomandi verður bjóða góð løn við møgu- leika fyri eini bonusavtalu. Umsóknarfreist og starvsbyrjan Umsóknarfreistin er 6. apríl 2018. Ætlanin er, at tú skalt byrja í starvinum sum skjótast, men vit hava tíð at bíða eftir tí rætta. Kontakt Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til: Finnbjørn Zachariasen á tlf. 233475 ella teldupost fz@spekt.fo. Umsóknir skulu sendast til fz@spekt.fo Allar umsøknir verða viðgjørdar í trúnaði. Staravegur 17, Postsmoga 3258 110 Tórshavn Telefon 34 34 34 Telefaks 34 34 35 spekt@spekt.fo www.spekt.fo MIÐSTOVUGARÐUR Á SANDI Tlf. 220203 Bíleggjast kann neytakjøt, sum vit selja um 3 vikur. Eskir 20 kg Blanda 1600,- Eskir 5 kg Malið 400,- Vit vera í Vágsbotni páskaftan leygardagin 31.marts frá 9.30 við, GRØNKÁLI - GLASKÁLI - OG FRÁLÍKU ÍSLENDSKU EPLUNUM Tøkk Hjartans tøkk til tykkum mongu, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Christina Matras Fødd 16.10.31 Deyð 17.10.17 andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkum, sum vóru um hana, hennara seinastu tíð, nú hon viknaði og gjørdist sjúk. Takk til grannarnar og onnur, sum góðu sær stundir til at støkka inn á gólvið. Tøkk til Norðoya Bú- og Heimatænastu, starvsfólkini í Heimatænastuni og á Sambýlinum á Heygnum fyri hjálp, røkt og linna. Tøkk til Meinhard Bjartalíð fyri góð og troystarrík orð og urguspæl í kapellinum. Tøkk til Hanus á Gørðum fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, berarar, gravara, sangarar og til Hanus Kjølbro fyri trompetspæl í kirkjuni. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini og ervið. Tøkk fyri blómur, kransar, køkur og fyri peningagávur til Sambýlið á Heygnum. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdi henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Familjuna vegna Elin, Hedevig og Una.