Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. apríl 2018 · Nr. 38 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR DÓMARIN FEKK SKAÐA Miðskeiðis í fyrra hálvleiki av dystinum millum B36 og HB, mátti dómarin, Petur Reinert, lata seg útskifta. Petur Reinert greiðir frá, at hann ikki fekk runnið meira, og helst hevur fingið eina forstrekking. Eiler Rasmussen loysti Petur Reinert av sum dómara. HB málverjin var dagsins hetja mánadagin, tá B36 og HB spældu 1-1 javnleik í Gundadali. Í seinna hálvleiki bjargaði HB málverjin tveimum brotsspørkum André Olsen Ein HB leikari var eftir 1-1 javnleikin móti B36 mánadagin, eitt sindur glaðari enn allir hinir. Tað var málverjin, Teitur Matras Gestsson, sum átti høvuðsleiklutin í, at HB yvir­høvur fekk stig burturúr grana­uppgerðini. Í seinna hálvleiki tók HB málverjin ikki færri enn tveim­um brotsspørkum frá B36. Fyrst bjargaði hann royndini frá Róaldi Jakobsen, tá B36 var á odda 1-0, og tá støðan var 1-1, bjargaði Teit­ur Matras Gestsson aftur, tá Meinhard E. Olsen skeyt frá 11-metra plettinum. Satsaði uppá aðru síðuna Teitur Matras Gestsson segði eftir dystin, at tað ikki var nøk­ur beinleiðis uppskrift uppá hvussu hann bjargaði báðum brots­spørk­ unum, men at hann royndi at fáa sálar­ligt yvirtak á skjúttunum, og at satsa uppá aðru síðuna. Tað er orduliga stuttligt hjá mær at bjarga tveimum brotsspørkum. Eg dugi ikki at siga hvør uppskriftin er. Eg royni at hyggja hvat skjútt­ arnir gera, og at manipulera eitt sindur við høvdið hjá teimum fyri at fáa sálarligt yvirtak, og so velji eg at satsa uppá eina síðu, og tað riggaði so hesa ferð, segði HB mál­ verjin, Teitur M. Gestsson eftir dystin. Fingu rættað í hálvleikinum Í HB leguni vóru teir tó ikki heilt nøgdir við avrikið. Teitur Matras Gests­son hevur serliga hug at fílast á avrikið í fyrra hálvleiki. Eg haldi serliga at tað er í fyrra hálv­leiki at tað haltar hjá okkum, tá var avrikið ikki nóg gott. Í hálv­ leikinum fingu vit tosað og rættað uppá nøkur viðurskifti, og tá sá tað frægari út hjá okkum. Men saman­ um­tikið var B36 nokk tættari uppá at fáa øll trý stigini í dag, enn hvat vit vóru. Møguleikarnir fingu ikki verið størri Heldur ikki Róaldur Jakobsen hjá B36, sum millum annað brendi annað av brotsspørkunum í seinna hálv­leiki, var heilt nøgdur við 1-1 javn­leikin. Róaldur Jakobsen helt fyri, at tað verður trupult at vinna fót­bólts­dystir, tá man brennur so upp­lagdar málmøguleikar, sum B36 gjørdi mánadagin. At brenna tvey brotsspørk er heilt úti av lagi. Vit hava enntá vind­in undan í seinna hálvleiki, so har er eingin umbering fyri at vit ikki fáa skorað tá. Og við tveimum brots­spørkum, fáa møguleikarnar neyvan verið størri. Vit høvdu ynskt at havt fleiri stig – eingin ivi um tað – men vit mugu bara fyri­ halda okkum til stigatalvuna sum hon er, og so taka tað harfrá, segði Ró­aldur Jakobsen eftir dystin. Meinhard hevur skorað í øllum dystunum Hóast høvuðsprátið eftir 1-1 javn­ leikin millum B36 og HB mána­dagin snúði seg um misnýttu brots­spørk­ ini hjá B36, vóru tað tvey onnur mál, ið komu í dystinum. B36 legði seg á odda 1-0, tá ein hálvur tími varð leiktur av fyrra hálv­leiki. Alex Mellemgaard sendi inn­legg úr høgru síðu, sum B36 topp­skjúttin, Meinhard E. Olsen, beindi í netið. Meinhard E. Olsen er higartil komin á máltalvuna í øllum dystunum hjá B36 hetta kapp­ingar­ árið. Útjavnandi málið til 1-1 kom tá átta minuttir vóru leiktir av sein­ na hálvleiki. Tá streyk U21 lands­ liðs­leikarin, Teit Jacobsen avstað í høgru síðu. Komin í góða støðu í s í ð u n i , s e n d i hann bóltin væl inn­fyri til Símun Samuelsen, sum hevði lumpað B36 verjuna við fót­fintu. Hann beindi bóltin í netið til 1-1, sum varð endaliga úrslitið av dysti­num. Sætti javnleikurin á rað Samanumtikið var 1-1 javnleikurin á einari leið leikliga, tí í opna spæli­ num var tað ikki so nógv, ið skilti grannar­nar mánadagin. Tó er eingin ivi um, at teir í B36 leguni iðra seg meira um javnleikin, enn teir gera í HB leguni. B36 hevði tvær ferðir gyltan møguleika fyri at seta punkt­um í dystinum, men í báðum førun­um vóru brotsspørkini mis­ nýtt. Tí endaði dysturin við 1-1 javn­ leiki, og var hetta sætti lands­kapp­ ingar­dysturin á rað, at tað endar við javn­leiki millum B36 og HB. andre@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... TEITUR BJARGAÐI HB JAVNLEIKIN