Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. apríl 2018 · Nr. 38 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rói Kalsø tekur yvir hjá Demich Fyrrverandi stjórin og eigarin í Demich, Torbjørn Hansen, er væl nøgdur, nú orkuveitarin Magn hev­ ur keypt meirilutan av parta­peninginum í fyri­ tøk­uni, sum telist millum fremstu veit­arar av jarð­ hita og hitapumpum í Før­oyum seinastu árini. Demich hevur verið við í fleiri av størstu verk­ætlanunum innan alt­ernativa orku, og eitt nú hevur fyritøkan veitt grøn­ar orkuloysnir til Glas­ir, H-bygningin hjá Lands­sjúkra­hús­in­um, Boða­nes­heimið, Tann­ lækna­stov­una á Óðins­ hædd og Vinnuhúsið á Óðins­hædd. Rói Kalsø loysir nú Torbjørn Hansen av sum stjóri í Demich, sum fram­ vegis verður rikið sum sjálvstøðugt felag, har gomlu eigararnir og stjór­ arnir halda fram í fyri­tøk­ uni. vilmund@sosialurin.fo Gudny Langgaard stjóri í Vága Floghavn Hin 1. mai í ár eitur stjórin í Vága Foghavn Gudny Langgaard. Hon er 39 ára gomul og útbúgvin BA í Inter­ national Marketing Man­ age­ment frá Bourne­ mouth Univerisity og MBA frá Liverpool Uni­ ver­sity. Gudny Langgaard hev­ ur eisini tikið eina eftir­ út­búgving sum pro­fes­ sionellur coach. Í fýra ár starvaðist hon á Sosialinum, har hon eisini var sølu-og markn­ aðarleiðari. Eftir hetta var Gudny Langgaard sølu- og marknaðarstjóri á Voda­ fone í tvey ár og síðan stjóri í fyritøkuni í fimm ár. vilmund@sosialurin.fo 13 handverkarar fingið tornkranaprógv Herfyri vóru 13 handverkarar á tornkranaskeiði, sum eftirútbúgv­ ingargrunnurin Vitan stóð fyri. Grunnurin hevur til endmáls at førleikamenna føroyskar handverkarar Vilmund Jacobsen Tornkranaskeiðið varð skipað í samstarv við EUC Nord­ vestsjælland, sum van­liga stendur fyri hesum skeiði í Danmark. Í Vinnuhúsinum vita tey at siga, at skeiðið vanliga tekur 22 arbeiðsdagar, men í samband við, at skeiðshaldari kom úr Danmark, varð skeiðið hesaferð skipað við longri døgum, umframt at leygardagarnir vórðu brúktir í krananum. - Støðið millum luttak­ ar­arnar var sera høgt, sigur royndi skeiðshaldarin, Ro­ land B. Olsen, avgjørdur. Hann vísir á, at skeiðið gekk ómetaliga væl og heldur fyri, at hetta uttan iva eru menn, sum vilja mennast, og teir gjørdu sær ómak, leggur hann aftrat. Roland B. Olseen vísir á, at stórar avbjóðingar vóru við vindi, meðan skeiðið fór fram, men hetta fingu teir loyst við at hava ástøðis­ und­irvísing, tá vindurin var mest­ur. Eisini skeiðsluttakararnir vóru væl nøgdir. Ein teirra var Heini Danielsen hjá Arti­ con, sum segði soleiðis: - Hetta var eitt gott skeið. Okkum tørvar hes­ ar førleikar, og nú lá so væl fyri, at skeiðið var í Før­oy­um. Nú eru vit klárir til krana­ar­ beiðið í summar, segði Heini Daniel­sen, sum Vinnu­húsið skifti orð við. STARVSMARKNAÐUR Gunnar Restorff í professarastarv Hin 1. apríl varð Gunnar Restorff framfluttur í professarastarv í stødd­ frøði á Fróð­skaparsetri Før­oya. Hann hevur verið í starvi á Setrinum sum lektari í støddfrøði síðan 2008. Gunnar byrjaði sín víðari lestur á støðis­nám­ inum í stødd- og alisfrøði á Fróðskaparsetri Før­ oya, áðrenn hann helt á við lestrinum á Uni­ver­ sitetinum í Keyp­manna­ havn, haðani hann fekk kandidatprógv í stødd­ frøði í 2003 og ph.d.-prógv í støddfrøði í 2008. Sum lekt­ari í støddfrøði á Fróð­skaparsetri Føroya hevur Gunnar síðan aug­ ust 2008 tikið sær av und­ ir­vísing í støddfrøði og menn­ing av støddfrøði. Har­umframt hevur hann síðani 2016 verið útbúgv­ ingarleiðari fyri hjá­nám­ inum í støddfrøði á Fróð­ skap­arsetri Føroya. vilmund@sosialurin.fo Gigni søkir eftir heilsufrøðingum til eitt fast starv og eitt avloysarastarv at seta skjótast tilber. Størvini eru: 20 tímar á smábarnaøkinum í Sunda kommunu og Eiðis kommunu. 32 tímar avloysarastarv á smábarnaøkinum í Fuglafjarðar kommunu, Eysturkommunu, Runavíkar kommunu, Nes kommunu og Sjóvar kommunu. Avloysarastarvið er til 28. februar 2019. Vit kunnu bjóða: • Sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði • Fakligt mennandi umhvørvi • At verða partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum • Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd Førleikakrøv: • Løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur • Útbúgving sum heilsufrøðingur • Góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar og tvørfakligt • Áhuga fyri fakligari menningartilgongd Tað er ein fyrimunur, at umsøkjarin hevur royndir frá heilsufremjandi arbeiði á barna- og/ella familjuøkinum. Lønar- og setanartreytir: Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast til: Heilsutrygd Postsmoga 52 Klaksvíksvegur 7 700 Klaksvík Ella umvegis teldupost: heilsutrygd@heilsutrygd.fo Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. apríl 2018, kl. 12.00. Meiri fæst at vita við at ringja til Sólrun Foldbo, fakligur stjóri, tel. 562394. STARVSLÝSING: Ert tú Heilsufrøðingur?