mikudagur 4. apríl 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. apríl 2018 · Nr. 38
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STARVSMARKNAÐUR
Á hesum rakstrarøkinum, sum er eitt spennandi
og fjølbroytt arbeiðspláss og er staðsett á verkstaði
okkara á Lambareiði, starvast uml. 20 starvsfólk við
beinleiðis tilknýti til Teknisku deild.
Høvuðsverkevni
•
at vera bindilið millum teknisku leiðsluna og
útinnandi toymini á tekniska økinum (vega-
, timbur-, vatn- og fríøkis-toymi, tils. uml. 20
starvsfólk)
•
at hava ábyrgdina av fakliga førleikanum á
toymunum
•
at leggja stutt- og langtíðarætlanir og leiða
arbeiði, sum eru gjørd klár at seta í verk
•
at systematisera, optimera og skipa arbeiðini í
toymunum
•
at vera við í setan av starvsfólki í toymunum og
at skipa HTU í toymunum
•
at standa fyri innkeypi, hava
fíggjaætlanarábyrgd og finna sparingar
•
at skipa fyri, at førleikarnir hjá starvsfólkunum í
toymunum verða dagførdir
•
at skipa fyri trivnaðarátøkum í toymunum
Førleikakrøv
•
Byggifrøðingur ella onnur viðkomandi útbúgving
•
Royndir innan lendis- og byggiarbeiði
•
Royndir í stýring av verkætlanum
•
Munnligan og skrivligan málførleika í føroyskum,
donskum/norskum og enskum
•
Góðan telduførleika
Vit sóknast eftir leiðara, sum
•
er opin, fyrikomandi, sjálvstøðugur og tekur
ábyrgd
•
hevur evni at eggja og ganga undan
•
hevur leiðsluroyndir/-førleikar
•
evnar at virka sum millumlið millum teknisku
leiðsluna og útinnandi arbeiðsfólkið
Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Starvið verður ætlandi sett 1. mai 2018.
Fá meira at vita um starvið frá tekniska leiðaranum
Lars Kirkegaard, tlf. 237035.
Søk starvið á www.runavik.fo/ Leys størv.
Umsóknarfreistin er 8. apríl 2018.
Talgild skjøl (t.d. pdf ella mynd) skulu viðfestast, tá
søkt verður: umsókn, CV, mynd, prógv og møgulig
viðmæli.
Rakstrarleiðari til Runavíkar kommunu
Heiðavegur 26 | FO-600 Saltangará | Tel +298 41 70 00 | runavik@runavik.fo | runavik.fo
Fountainhúsið - www.fountainhus.fo - Tlf: 320012/288012
UPPBOÐSØLA AV LIST
Fountainhúsið fer aftur í ár at skipað fyri
uppboðsølu av list. Seinast vit skipaðu
fyri listauppboðsølu var í 2016, og eyd-
naðist tiltakið sera væl.
Vit hava sett okkum fyri, at teir listalutir,
ið koma undir hamaran, hava eitt høgt
listarligt virði.
Sum tíðin nærkast, fara vit at kunngerða
á Facebooksíðu okkara hvørji listaverk og
listafólkini eru, sum luttakað.
Vit bjóða tykkum hervið til hesa sermerk-
tu uppboðsølu, ið verður í Finsen,
leygardagin 7. apríl kl.14.00
Millum kl.12.00 og 14.00, verður møgu-
leiki at síggja listaverkini.
Í samb. við listauppboðssøluna fara vit
eisini at hátíðarhalda 4 ára føðingardagin
hjá Fountainhúsinum.
Vit bjóða tískil kaffi og kaku hendan
dagin
VÆLKOMIN
LEYGARDAGIN 7.APRÍL KL.14.00, Í FINSEN
(Aulan í gl. Kommunuskúlanum)
Listafólk sum higartil hava listaverk við á uppboðsølu eru:
Rannvá Kunoy, Joel Cole, Fríða Brekku, Ásla Rannvá Svensson, Oggi Lamhauge, Hergerð Joensen, Rannvá Mortensen, Eyðun
av Reyni, Aggi Ásgerisdóttir, Pól Skarðenni, Martin Joensen, Astrid Macdonald, Amariel Norðoy, Birgit Kirke, Phillipe Carré,
Astri Luihn, Guðrið Poulsen, Bárður Jákupsson, Olivur við Neyst, Elin Smith, Hilmar Højgaard, Sámal Toftenes,
Sædis glas, Rabarbuglas, Frits Johannesen, Hansina Iversen.
FOUNTAINHÚSIÐ