hósdagur 5. apríl 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
– Fær Javnaðarflokkurin ikki skil
á sínum egnu viðurskiftum, so er
samgongan rokin!
So bersøgin var Poul Michelsen, landsstýris
maður og formaður í Framsókn á in.fo í gjár.
Stutt kann sigast, at naggatódn er – ikki í
samgonguni – men í Javnaðarflokkinum.
Hetta vikuskiftið savnast javnaðarfólk
til landsfund í Klaksvík. Spurningurin er so,
um baklandið í Javnaðarflokkinum fer at
seta leiðslu floksins og tingmanning floks
ins stólin fyri hurðina og geva teimum greið
boð um at halda áralagið – og um floksins
fólkavaldu umboð fara at tíma at lurta.
Summi teirra síggja so nógv í sær sjálv
um, at tingmanning Javnaðarfloksins ong
antíð enn hevur verið savnað á landsfundi.
Tað ljóðar, at Kristin Michelsen ongnantíð
hevur verið á einum landfundi hjá Javnað
arflokkinum.
Ikki kann sigast, at flokkurin hevur livað
upp til álitið, sum hann fekk frá veljarunum
á valinum seinast. Longu á fyrsta fundi
skrædnaði tingbólkurin, og áralagið hevur
verið út av lagi ringt alla tíðina. Nú er tað so
ringt, at alt Løgtingið er tikið gísli av einum
tingmanni, sum vil hava løgmann at greiða
sítt privata lokala kríggj á Tvøroyri.
Eisini eru tingmenn hjá Javnaðarflokki
num farnir at føra politikk saman við and
støðuni og ímóti samgonguni. Tá er eyðsæð,
at púra einki skil er á. Har treingir álvarsliga
til uppvask og til útskifting av fólkinum,
um flokkurin skal hava nakra framtíð ella
nakrantíð verða tikin í álvara.
Í 1994 kom Javnaðarflokkurin í satt ódn
arveður, tá hann stóð vil landsins leiðslu í
djúpu kreppuni. Tað kravdi nógv av flokki
num, sum hann var hart revsaður fyri.
Flokkurin fór í knús, og kom ikki fyri seg
aftur, fyrr enn á valinum seinast.
Nú er tað eingin búskaparkreppa, sum
hóttir Javnaðarflokkin – ella nakað stríð
við fakfelagsrørsluna. Nú er tað Javnaðar
flokkurin sjálvur sum etur seg upp inn
anífrá. Tingfólkini eru ikki uppgávu sína
búgvin. Illoyalitetur, egoisma og sjálvsøkni
eyðkennir stóran part av tingmanningini.
Og eingin langar nevan í borðið ella sker í
gjøgnum.
Áhugavert verður at síggja, um lands
fundurin trýr upp á Javnaðarflokkin.
Men tá tingmanningin ikki sjálv trýr upp
á Javnaðarflokkin, hví skal vejarin so gera
tað? Takið tykkum fór í ólukkan saman ella
farið til hús!
Eins og undanfarnu árini verður aftur í ár skip
að fyri árligum kórfestivali – Kórfestivalurin
2018 – sum verður hildin í Norðurlandahúsinum
leygardagin 5. mai, har øll kunnu. Øll kór- og
sangáhugaði eru væl komin at tekna seg til
luttøku í felagskórinum.
Talan er um fjórða kórfestivalin á rað, sum
hevur avloyst siðbundnu kórstevnunar, ið hava
verið hildnar í meira enn fimti ár, síðani 1967.
Hetta nýggjara kórtiltakið verður hildið ein
og sama dag, tí tá hava fleiri møguleika fyri at
luttaka.
Eins og við kórstevnunum er endamálið við
kórfestivalinum at fremja og menna føroyskan
kórsang.
Í ár verður tað danski kórleiðarin, Alice
Granum, sum fer at venja stóra felagskórið.
Fleiri kórleiðarar kenna Alice frá teimum kór
leiðaraskeiðum, sum Kórsambandið hevur skip
að fyri seinastu tíðina.
Eins og undanfarin ár verður konsertin
skipað sum ein kapping millum kórini. Í ár
verður kappingin broytt soleiðis, at kappast
verður ikki innan fleiri flokkar ella kategoiir.
Fyri bestu framførslunar verða handaðar 1. 2.
og 3. viðursløn, og dómarnir gera sjálvir av, hvat
teir leggja dent á. Eisini
fáa áhoyrarnir høvi
at atkvøða fyri bestu
framførsluni.
Hví velja flokk sum ikki trýr á seg sjálvan?
Kórfestivalur í mai
sangáhugað
Les eisini blaðið
á telefonini
Hvítar páskir
í kvennkyni
Høgni Djurhuus
baksíðan
Framdur lógarbrot
meðan teir sótu í
geglinum...
Siðsøga síða 26-27
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
6. apríl 2018
Spurningurin er, hvør ræður í Javnaðarflokkinum...
IELTS is the world’s most popular
English Language test for higher
education and global migration
STUDY OR WORK ABROAD?
Need an English test?
The IELTS English test (Academic) opens doors to international education.
If you plan to study at undergraduate or postgraduate level in an English-speaking country, take
IELTS, accepted by most of the world’s prestigious academic institutions.
IELTS is accepted by most universities in Australia, Canada, New Zealand, The United Kingdom
and by thousands of universities in the USA.
The IELTS English test is accepted by employers, immigration authorities
and professional bodies world-wide.
Government use IELTS to process immigration applications in many English-speaking countries,
including Australia, Canada and New Zealand.
Register now for the IELTS English test in
and get access to free online preparation “Road to IELTS”
For more information about the IELTS test & online registration, go to:
www.edu-danmark.dk/ielts
IELTS is administrated by EDU.
For questions contact: ielts@edu-danmark.dk or www.setur.fo/ask
IELTS is jointly owned by
The British Council, IDP: IELTS Australia and
University of Cambridge ESOL Examinations
www.takeielts.org
Tórshavn – Saturday 19 May 2018 (Academic version)