Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. apríl 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. apríl 2018 · Nr. 40 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR FÓTBÓLTUR VIBRATORURIN HJÁ DAGFINNI Ein margháttlig støða tók seg upp í dystinum, tá dómarin, Dagfinn Forná, mátti taka dómaravibratorin á arminum av. - Hann fór frá og steðgaði ikki aftur, so vit máttu sløkkja og tendra aftur, sigur Dagfinn Forná. Tólið verður brúkt sum fráboðnarskipan, tá eitt nú rangstøða er. Tað sigur hetjan í Sarpugerði, sum tryggjaði Víkingi sigurin við tveimum frísparksperlum. Honum dámar væl spælistílin í Føroyum, men viðgongur at tað er heldur sjalvsamt, at hann sleppur framat einum frísparki Tróndur Arge - Gøta Adrian Cascaval bleiv óvæntað hetjan, tá Víkingur í gjár vann 2-1 á B36 í fjórða umfari í landskappingini hjá monnum. Tvær ferðir sendi hann frípark beinleiðis upp í málhornið. -Eg royni at venja fríspørk til venjing. Tá eg havi spælt í eitt nú Russlandi og Malta, so havi eg onkuntíð vunnið frísparkskappingar til venjing, men flestu feløgini hava ein frísparksskjútta, so tað er torført at sleppa framat, sigur fyrrverandi landsliðsspælarin úr Moldova. 30 ára gamli miðverjin, sum hevur spælt seks landsdystir fyri Moldova, hevur bara eina ferð fyrr megnað at skotið eitt fríspark í mál. -Sølvi Vatnhamar hevði skotið framanundan, so tá vit fingu eitt fríspark afturat, so bjóðaði eg meg fram. Eg rakti bóltin væl og hann fór í mál, sigur Adrian Cascaval á enskum, sum tó ber brá av, at hann hevur spælt í eitt nú Russlandi. Hann sigur víðari, at tá hann hevði skotið tað fyrsta, so kundi hann eins væl skjóta tað seinna. -Tað var fantastiskt at síggja bóltin fara í málið, tí tað merkir at vit fingu trý stig. Tað er hóast alt tað týdningarmiklasta, men eg eri fegin um at hava skotið tvey mál, sigur lámi miðverjin. Dámar væl føroyskan fótbólt Adrian Cascaval, sum er 1.94 sentimetrar høgur, spældi farna kappingarár á Malta, har hann umboðaði Naxxar Lions FC. Honum dámar væl skiftið til føroyskan fótbólt og Føroyar. -Fótbólturin á Malta er sera taktiskur og hevur nógvan íblástur úr italskum fótbólti. Tá dámar mær betri føroyskan fótbólt, sum minnir meiri um tá eg spældi í Russlandi. Tað er nógv ferð á og tað hart spæl, har menn fáa lov at skumpa og takla. Tað dámar mær væl, sigur Adrian Cascaval. Hann hevur eina blóðsamling yvir øðrum eyganum. Tá hann verður spurdur um tað, smílist hann og ger eina rørslu við alboganum. Hann er follin væl til í Føroyum, sum hann heldur er eitt land uttan stress. -Eg sigi við allar mínar vinir og familju, at um tey hava stress, so skulu tey koma her. Her er einki stress og fólk taka tað róligt. Tað passar mær væl, sigur Adrian Cascaval brosandi. B36 byrjaði væl Tað eru bara fýra minuttir farnir, tá B36 leggur seg á odda. Meinhard E. Olsen skorar fjórða dystin upp í slag, tá hann fær fatur á bóltinum í vinstru og meddar til. Eina løtu tykjast víkingarnir eitt sindur trýstir og hava hug at ilskast innanhýsis. -Tað er næstan skelkandi, at vit lata B36 skora upp á horna. Vit eru kanska eitt sindur trýstir, men mál broyta dystir. Tað gjørdi málið hjá Adrian Cascaval til 1-1 eisini. Tá er ein hálvur tími farin. Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki er B36 betri við. Adrian á muni Í seinna hálvleiki eru bæði liðini við í dystinum, men tað er frísparkið hjá Adrian Cascaval á muni. Víkingur tóktist hava munin við Sølva Vatnhamar, Adeshina Lawal og Andreas Lava Olsen á fremstu plássunum, meðan serliga Kaimar Saag kom illa frá tí á fremsta plássinum hjá B36. Eftir málið skifti B36 Róald Jakobsen inn á miðvøllin fyri unga Magnus H. Jacobsen. B36 hótti nakrar ferðir og ungi Hugin Samuelsen kundi havt skorað, tá hann stóð leysur eftir innlegg, men rakti ikki bóltin nóg væl. B36 var uttan fleiri spælarar til dystin. Robert Heðin Brockie skuldi byrja inni, men bleiv skaddur í upphitingini. Talan er um ein skaða í lærkrikanum, sum breyt upp. Alex Mellemgaard hevur áhaldandi trupulleikar við einum skaða, men sigur at hann venur í komandi viku. Tað er sama støðan hjá Eli F. Nielsen, sum hevur trupulleikar við eyganum, men hann venur eisini hesa vikuna. Róaldur Jakobsen kom inn miðskeiðis í seinna hálvleiki, tí hann hevur trupulleikar við fótinum. Tíverri sær út til, at talan er um skaða, ið hann hevur torført við at sleppa av við. B36 er nú trýst til at vinna komandi dystin, sum er móti TB/ FCS/Royn hóskvøldið. Atli til høgru Maurice Ross, nýggjur venjari í Víkingi, hevur skift spælskipan frá 4-2-3-1 til 3-4-3. Adrian Cascaval s p æ l d i til vinstru í miðvejruni, Dennis Moreno mitt í, meðan Atli Gregersen spældi høgri. Hann endaði fleiri ferðir sum høgri bakkur. Millum annað stóð hann eisini fyri øllum innkøstunum í høgru – tað var ikki gamalt. Adeshina Lawal og Andreas Lava Olsen vóru ein støðug hóttan, hóast pressspælið til tíðir tóktist óskipað. Hanus Jacobsen spældi væl á vinstra vongbakki, men serliga eyðsýndur var Hans Jákup Lervig í høgru. Hann er fullur í orku og ikki bangin fyri at takla í gjøgnum. Vinnur Víkingur á Argjum, so er byrjanin góðkend, hóast tað longu eru seks stig upp til KÍ. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Adrian Cascaval: MÆR DÁMAR VÆL FØROYAR OG FØROYSKAN FÓTBÓLT