Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. apríl 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. apríl 2018 · Nr. 40 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal Leygardagin var stóru finalu­dagur­ in hjá trimum ítrottargreinum hild­ in. Tað eru ítrottargreinarnar judo, badminton og borðtennis, ið sein­ astu árini hava verið saman um at halda eitt felags finaluumfar, ið sein­astu árini hevur verið stuðlað av fyritøkuni Kontrast. Ikki kann sigast annað enn at hetta helst hevur økt munandi um áskoðaratalið til ymsu finalurnar, tí aftur í ár sóu vit fitt av fólki í høll­ ini á Hálsi. Tiltakið byrjaði klokkan tíggju við tvímansleiki í badminton og borðtennis. Hesa løtuna vóru tvær ítrottargreinar av­greidd­ar samstundis, og tað gjørd­ist kanska nakað trupult at fylgja við. Sein­ni um dagin, tá ið ein­stak­linga­final­ urnar og judo­finalur­nar vóru av­ greiddar fyri seg, gjørdist hetta tó frægari, og fólk sótu í spenningi og fylgdu við. Borðtennis Fyrsta finalan hendan dagin var tvímansleikur hjá kvinnum í borð­ tennis. Í hesum dysti eydnaðist tað Henriettu Nielsen og Duritu F. Jensen at basa Mariu Albinus og Sólju Djurhuus við úrslitinum 3-0 Sum úrslitið ber boð um, so var talan um ein greiðan sigur, hóast Sólja og Maria fingu hótt leiðsluna nakrar ferðir í øðrum og triðja setti. Tað var tó ikki nóg mikið, og Henrietta og Durita tóktust at hava tamarhald á øllum dystinum, ið tær vunnu við settúrslitunum 11-5, 11-8 og 11-8. Næst á skránni var tví­mans­ leikur hjá monnum. Her stóðu Petur Niclasen og Pætur Albinus øðru­megin, meðan Fróði Fríðason Jen­sen og Hallur Thorsteinsson hinu­megin. Dysturin gjørdist tættur, og eftir skiftandi leiðslur í fyrsta setti, megnaðu Fróði og Hallur at avgera tað við 14-12. Í øðrum setti var størri munur á, og Fróði og Hallur megnaðu uttan stórvegis hóvasták at vinna hetta við 11-8. Petur og Pætur svaraðu aftur við at taka triðja sett við 11-9, men síðani settu Fróði og Hallur seg aftur á dystin, ið teir avgjørdu við 11-7 í fjórða setti. Í blandaðum tvímansleiki stóðu Hall­ur Thorsteinsson og Henrietta Niel­sen øðrumegin. Tey skuldu royna seg móti systkjununum Fróða Fríðasyni Jensen og Duritu Fríða­dóttir Jensen. Dysturin gjørdist sera javnur og spennandi. Fróði og Durita tóku fyrsta sett við 12-10, men tað eydn­ aðist Halli og Henriettu at vinna 3-1 eftir úrslitini 11-8, 11-8 og 12-10. Síðani vóru bert einstak­ linga­finalurnar eftir, og tað vóru kvinnur­nar, ið fóru fyrst til borðið. Enn einaferð var Henrietta Niel­sen í finaluni, og tað eydn­aðist henni at gerast trífaldur føroya­ meistari, tá ið hon basti Duritu Fríðadóttir Jensen við ein­um rættiliga greiðum 3-0 sigri. Sett­úrs­ litini vóru 11-3, 11-6 og 11-5. Finalan hjá monnum millum Hall Thorsteinsson og Fróða Fríða­son Jensen gjørdist helst hin minni­ligasta á stóra finaludegnum. Fróði tók tepurt fyrsta sett við 11-9, men síðani svaraði Hallur aftur við at taka næstu trý settini við úrs­ litunum 11-4, 11-8 og 12-10. Hallur vildi tó ikki geva seg, og svaraði aftur næstu tvey settini, ið endaðu 11-6 og 11-8. Sostatt skulda sjeynda settið avgera dystin, og her var Fróði aftur við yvirlutan, tá ið hann gjørdi støðuna til 11-4 og gjørdi seg til føroyameistara. Badminton Eisini í badminton var byrjað við tvímansleiki, og tað vóru kvinnur­ nar, ið byrjaðu. Simone Romme og Lena Maria Joensen gjørdust føroyameistar, tá ið tær bastu Adhyu Nandi og Miriam í Grótinum við úrslitinum 2-0. Settúrslitini vóru 21-19 og 21-13 Síðani vóru tað menninir, ið áttu tørn. Her eydnaðist tað Akseli Poulsen og Magnusi Dal-Christiansen at vinna á Áranti á Mýrini og Bartali Poulsen. Dysturin varð avgjørdur í trimum settum, ið koppaðu hvør sín veg. Tá ið triðja settið koppaði til Aksel og Magnus, so gjørdust teir føroyameistarar við úrslitinum 2-1 og settúrslitunum 21-12, 14-21 og 21-10. Í blandaðum tvímansleiki gjørd­ ist Magnus Dal-Christiansen aftur føroyameistari, tá ið hann saman við Gunnvu Jacobsen vann 2-0 á Lenu Mariu Joensen og Árant á Mýrini. Sigurin var rættiliga greið­ ur við settúrslitunum 21-15 og 21-6. Í finaluni fyri einstaklingar hjá kvinnum skuldi Gunnva Jacobsen aftur í eldin. Hon stóð yvirav Kristinu Eriksen. Dysturin gjørdist spennandi, og Kristina tók fyrsta sett við 21-18. Síðani fekk Gunnva betur tamar­ hald á dystirnar um stigini og vann annað settið við 21-11. Miskeiðis í triðja setti leikaði javnt á, og Kristina var á odda 11-10. Men brádliga fekk Gunnva fatur á øllum stigunum, so at hon at enda vann settið og dystin við 21-12. Sostatt gjørdist Gunnva tví­ faldur føroyameistari fyrstu ferð hon stillaði upp í vaksna­manna­ bólkinum. Besti hýrurin hendan dag­in var til einstak­lings­finalu­na hjá monnum. Lim­ir í Havnar Badminton­felag vóru møttir upp at rópa á liðfelagan Magn­us Dal-Christ­ian­sen, ið skuldi royna seg móti Bartali Poul­sen úr Mið­vágs Bad­minton­felagi. Bartal hevði tó eisini onkrar áskoðar­ar við. Hóast Magnus var við yvirlutan á áskoðaraplássunum, haðani her­ róp ljóðaði eftir hvørt vunnið stig, so fekk hann ikki tamarhald á spæli­num hjá Bartali. Bartal vann nevnliga greitt í fyrsta setti, ið endaði 21-13. Í øðrum setti leikaði javnt á, og støðan var 10-10 miðskeiðis í settinum. Men so setti Bartal ferð á, og megnaði at enda at avgera dystin, tá ið hann gjørdi støðuna til 21-14 og 2-0 í settum. Sostatt gjørdist Bartal Poulsen føroya­meistari hjá einstaklingum, eftir at hann hevði tapt finaluna í tví­mans­leiki móti júst Magnusi. Judo Triðja ítrottargreinin á finalu­deg­ num var judo, og her vóru seks finalur á skránni. Tvær hjá mans­ ung­lingum, tvær hjá kvinnum og tvær hjá monnum. Fyrsta finalan var fyri mansunglingar undir 55 kg. Her eydnaðist tað Malaki Vang Niclasen at vinna á Fríða Magnus­ son Carlssen. Hetta hendi, eftir at tað eydn­ aðist Malaki at læsa Fríða við ryggi­num á gólvinum í neyðugu 25 sekundini. Í finaluni fyri mansunglingar tyngri enn 55 kg stóð Malaki Vang Niclassen aftur í finaluni. Her hevði hann tað tó trupult móti hinum tyngra Aleksanduri Christensen, ið at enda fekk framt eitt væleydnað kast, har ið Malaki lendi beint á rygginum. Fult stigatal – ippon – var givið til Alek­sandur fyri kastið, og so var hann føroya­ meistari. Hóast tvær finalur vóru á skránni hjá kvinnum, so varð bert ein finala leikt. Finalan hjá kvinnum undir 63 kg skuldu Mariam Al Kanaani eftir røttum roynt seg móti Maiken Brings­berg. Men vegna sjúku kundi Maik­en ikki dystast henda dagin, og tí var finalan avgjørd uttan dyst. Finalan hjá kvinnum yvir 63 kg var tó avgreidd sum hon skuldi. Her eydnaðist tað Silju Johanne­ sen at tveita Hansu Torgerð Ellings­ gaard á ryggin so at ippon – fult stiga­tal – varð dømt, og Silja var føroya­meistari. Finalan hjá monnum undir 73 kg gjørdist sera drúgv. Tað vóru teir báðir, Bárður Hentze Lenvig og Dánjal á Krákusteini, ið dystaðust. Um tað vóru góð avrik í verjustøðu, ella ikki nóg ágangandi álop, er ivasamt, men tá ið dysturin var av eftir fimm minuttum, var einki stig kom­ið, so longd leiktíð mátti til. Her ráddi um at fáa fyrsta stig­ ið, og tað fekk Bárður eftir einar tríggjar minuttir, tá ið hann fekk tveitt Dánjal á gólvið og fekk næst­ hægsta stigið – Waza-ari – afturfyri. So­statt gjørdist Bárður Hentze Len­vig føroyameistari. Tað er lítil ivi um, at hetta vóru teir báðir mest útlúgvaðu íðkar­ar­ nir, tá ið dysturin var av. Seinasta judofinalan var í vekt­ bólki­num undir 90 kg. Her hittust Sig­mundur Johannesen og Hjalmar Johannesen. Henda finala gjørdist ikki eins drúgv og hin undanfarna. Eftir lítlari løtu kom dysturin niður á gólvið, har ið báðir royndu tað teir vóru mentir at læsa hin. Brádliga eydnaðist hetta Hjalmari, tá ið hann fekk Sigmund á ryggin. Sig­mundur royndi at snúgva sær burtur­úr, men Hjalmar vildi ikki sleppa, og tað eydnaðist Hjalmari at halda Sigmundi á rygginum tey 25 sekundini, ið gjørdi at dysturin var vunnin. Sostatt varð Hjalmar Johanne­sen føroyameistari. Samanumtikið ein bæði spenn­ andi og væl fyriskipaður finalu­ dagur. sjurdur@sosialurin.fo Kontrast FM: VÆL EYDNAÐUR OG SPENNANDI FINALUDAGUR