Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. apríl 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. apríl 2018 · Nr. 41 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov At samtykkja javnstøðulógina í 1994 var næstan sum at geva sam­kynd­ um rætt­indi at giftast. Eitt ráma­ skríggj frá fleiri, sum hildu hetta vera púra óneyðugt og syndugt og alt møguligt ilt. Men lógin varð samtykt tann 15. apr­íl í 1994. Ein sigur fyri fleiri – eis­ini tí, at allir limir í rættarnevnd Løg­tings­ins tóku undir við áliti­ num, tá tað kom í tingið. Men so var ikki í 1988, tá málið eis­ini var og vendi í Løgtinginum. Eitt nú segði fólkafloksumboðið í rætt­ar­nevndini, Jógvan Sundstein, at vit høvdu javnrættindi millum kynini í Føroyum, so tað var púra ó­neyð­ugt við eini javnstøðulóg. – Í tann mun, sum kvinnur nýta sín rætt, hava tær eisini javnstøðu – og øvugt, segði hann. Í 1994 var mótstøðan ímóti »dýr­ i­num« javnstøðulógini minkað so nógv, at harðastu stríðstmenninir vóru úr Kristiliga Fólkaflokkinum, með­an stóru flokkarnir á tingi tóku undir við lógaruppskotinum. Tordur Niclasen var hart ímóti upp­skotinum, og Svenning á Lofti segði uppskotið vera »sjúkt«. Men nógv er broytt síðani 1994, tó at kvinnuumboðanin á tingi ikki er kom­in upp um 30 prosent enn. Gott nokk vórðu 9 ferðir so nógv­ar kvinnur valdar á ting á sein­asta løgtingsvali í mun til fyri 25 árum síðani. Tá var bara ein kvinna á tingi, Karin Kjølbro úr Tjóð­veldi. Og hóast 9 vórðu valdar sein­ast, so er tað ikki 30 prosent og langt niðan fyri makrið í javn­ støðu­lóg­ini, sum sigur at býtið í nevnd­um og ráðum skal vera í mesta lagi 60/40. Sum vit hava sagt so mangan, so snýr stríðið fyri javnstøðu seg enn sum áður um, at onkur má lata vald fyri at onnur skulu fáa vald. Í flestu førum merkir tað, at menn skulu lata vald og at kvinn­ur skulu fáa vald. Og tað er svárt. Sera svárt. Tí tað tekur av onkrari or­søk fleiri ættarlið bara at venja seg við tankan. Og tað eru ikki bara menn, sum eru ímóti hesi hug­burðs­broyt­ ing. Í ársfrágreiðingini vísir Javn­ støðunevndin á, at ar­beiðs­markn­ að­ur­in kyns­liga er sera upp­býtt­ ur, og hetta ger tað tor­ført hjá kvinnum at koma inn á mann­ fólka­øki og monnum at koma inn á kvinnu­øki. Eisini barsilsskipanin negativar javnstøðufylgjur bæði fyri kvinn­ur og menn við tað, at ein­ans sjey prosent av goldna for­ eldra­far­loyvinum verður tikin av páp­um. Javnstøða gongur sjálvandi báða­r vegir. Men hóast vit hava havt javn­støðulóg í 24 ár, so hava vit ikki rættiliga vant okkum við tank­an enn. Men allur bati bøtir, og fram­stig elva til enn fleiri framstig. Livst so spyrst. Hví tekur tað fleiri ættarlið at venja okkum við tankan? JAVNSTØÐA – TUNGUR BURÐUR Brúk fyri við­ gerð­ar­ trygd HELGI ABRAHAMSEN KJAK SÍÐA 13 Breck­ mann sjeyti NØVN SÍÐA 15 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Mánadagin og týsdagin í kom­andi viku eru tað donsk starvsfólk frá høv­uðs­sæt­i­ num hjá Kop & Kande í Dan­ mark, sum koma at passa handilin Koppur & Kanna hjá Ide Møblum á Hálsi. Hetta verður gjørt í sam­bandi við, at Koppur & Kanna hevur vunnið Kop & Kan­de Leauge. Kop & Kande Leauge er ein kapping millum Kop & Kande handlarnar í Dan­mark, Grøn­ landi, Íslandi og Før­oy­um. Í einum tíðarskeiði upp á 8 vik­ur seinasta heyst hava allir Kop & Kande handl­ ar­nir kappast um at skapa tann størsta vøksturin sam­ an við kunda­nøgd­semi. Høvuðsvinningurin var ein ferð til Lissabon í Port­ugal fyri starvsfólkini í tí hand­l­ inum sum vann kappingina. Tað var Koppur & Kanna í Ide Møblum í Havn, sum vann kapp­ingina, og fara starvs­fólkini til Lissabon um viku­skiftið. Umframt at hugna sær í Lissabon fara tey m.a. at vitja Kä­hl­er verk­ smiðjuna, sum framleiðir vas­ar og aðr­ar gávulutir, sum Kopp­ur & Kanna selur. Meðan tey eru burt­ur­ stødd, koma seks starvs­fólk frá Kop & Kande høv­uðs­sæt­ i­num í Danmark til Føroyar at passa handilin mánadagin og týs­dagin í komandi viku. Donsku starvsfólkini gleða seg til at møta føroysku kund­u­num og geva teimum eina eyka uppliving við t.d. eyka góðum tilboðum. Eisini fara tey at vísa, hvussu tær ym­isku vørurnar skulu brúk­ ast. Føroyski handilin vann upp á bestu sølu og bestu tæn­astu. Koppur & Kanna hev­ur somu vørur og somu prís­ir sum allir hinir Kop & Kande handlarnir. Handilin fær eitt ferðasteyp, sum tey hava til næstu kapping. Kop & Kande hevur næst­ an hundrað handlar í Dan­ mark, Grønlandi, Íslandi og Før­oy­um við umleið 550 út­ bún­um starvsfólkum, sum al­tíð eru tilreiðar at vegleiða við­skif­t­afólkini. Kop & Kande yvirtekur føroyska handlin – Tann 7. oktober 2016 skriv­ aðu Henrik Old, lands­ stýrismaður í sam­ferðslu­ mál­um, og Heðin Mortensen, borg­ar­sstjóri í Tórshavnar komm­unu, undir avtalu um inn­komu­vegin til Havn­ina við íbinding til Eyst­ur­oy­ar­ tunnilin. Eftir hesi avtalu skuldu bæði Tórshavnar bý­ráð og Føroya løgting góð­kenna avtaluna. Tað gjørdi Tórshavnar býráð ein­mælt longu 27. oktober 2016, men enn hevur lands­ stýr­is­mað­urin ikki lagt av­ tal­una fyri Føroya løg­ting til góðkenningar, hó­a­st hon er gjørd fyri hálvu­møðr­ um ári síðani, skrivar Heð­ in Mortensen í §52 spurn­ ingi til Henrik Old um inn­komuvegin til Havn­ina í samband við Eyst­ur­oy­ar­ tunn­ilin. Málið um innkomuvegin til Havn­ar útviklar seg aftur nú. Fyri nøkrum døg­um síðani hótti Annika Ol­sen, borg­arstjóri í Havn, um at taka sæti á tingið, um inn­ kom­u­veg­ur­in ikki varð tikin upp pol­it­iskt í løgtinginum. Nú er tað so fyrrverandi borg­ar­stjórin í Havn og nú­ verandi tingmaðurin, Heðin Mort­en­sen, sum reisir spurn­ ingar í samband við sama inn­ komuveg. – Í fíggjarætlanini fyri 2018 eru 8,5 milliónir krónur sett­ar av til innkomuvegin, men bara tvær milliónir krón­ur eru settar av í fíggj­ ar­karminum fyri 2019. Hetta kundi bent á, at avtalan mill­ um Samferðslumálaráðið og Tórs­havn­ar kommunu onk­urs­vegna er gloymd ella dott­in nið­ur­í­millum, og í øll­um før­um er tað ør­kyml­ andi at stað­festa, at einki hendir við inn­komu­veg­num, skriv­ar tingmaðurin í við­ merkingunum til spurn­ing­ ar­nar. – Í sambandi við Eyst­ur­ oy­ar­tunn­il­in verður tal­an um stórt og økt ferðsl­u­trýst rundan um Havnina, ið bara kann loysast, um inn­komu­ veg­u­r­in er liðugur, tá tunnilin er lið­ugu­r. Men vónandi kann lands­stýr­is­mað­ur­in á nøktandi hátt greiða frá, hví málið tykist liggja stilt og hví einki hendir við inn­komu­ vegn­um. Eru tað seinkingar ella forðingar, ið eru or­søk­ in, ella er politiski viljin til at fremja av­taluna ikki nóg stór­ ur, spyr Heðin Mortensen. Heðin spyr Henrik um innkomuvegin Tær sum fara til Portugal f.v.: Jóna Hansen, Svanna Tórðardóttir, Sólrun Andreasen, Anja Bisp Winther, Elsa av Rana og Joan Eiðisgarð Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin